⭐️ Skrúðgonga á Varmakeldu ⭐️
Leygardagin 4. juli kl 11.30 verður felags skrúðgonga við øllum ítróttar- og áhugafeløgum í kommununi.
Vit møta á vøllinum í Fløtugerði og ganga oman til Mentanarhúsið.
Vit vóna at síggja nógvar av okkara limum í Flog búnanum 🙌
Vit síggjast leygardagin💪🤸🏼♂️
Fimleikafelagið FLOG
Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Fimleikafelagið FLOG, Sportsklub, Fuglafjørður.
02/06/2026
🌞🤸Summarfimleikur hjá Flog 🤸🌞
Ert tú í 1.–10. flokki? So kom við til summarfimleik hjá Flog!
Vit fara at hoppa, renna, spæla, venja fimleik og hava tað stuttligt saman. Summarskeiðið er fyri øll, sum hava hug at røra seg og vera saman við vinum í einum góðum og stuttligum umhvørvi.
Vit byrja hósdagin - og vit gleða okkum! 🌟💙💛
31/05/2026
🤸♀️🤸♂️ FM í amboðsfimleiki 🤸♀️🤸♂️
Í gjár var árliga FM-kappingin í amboðsfimleiki – og tað var ein fragd at vera við!
Fyri fyrstu ferð, hevði Flog íðkarar við í kvinnukappingini, har kappast er eftir FIG-stiganum. Tær kláraðu sera væl 👏✨
Dreingirnir kláraðu seg eisini sera væl, og fleiri heiðursmerki komu heim við 🥈 🥈🥉🥉🥉
Vit eru sera errin av teimum øllum og ynskja teimum hjartaliga til lukku 💙
29/05/2026
✨ FM í amboðsfimleiki 2026 ✨
Vit vilja ynskja øllum íðkarum allar bestu eydnu í morgin.
Samstundis vilja vit minna á, at øll eru hjartaliga vælkomin at koma hyggja og stuðla.
25/05/2026
🔥 FM í amboðsfimleiki nærkast! 🔥
Leygardagin 30 mai 2026 fara okkara dugnaligu íðkarar á gólvið – og vit eru klár! 💪🤸♂️
Vit hava 8 íðkarar við, og fyri fyrstu ferð hava vit eisini tríggjar kvinnur við í kappingini! ✨🔥
Lagið er gott, spenningurin er stórur, og vit gleða okkum ótrúliga nógv🤸🌟
18/05/2026
Á ársaðalfundinum hjá Flog, varð hugt aftur á eitt gott, og til tíðir avbjóðandi ár hjá felagnum. Víst varð á, at fimleikafagnaðurin gekk sera væl, umframt nógv góð úrslit í øðrum kappingum. Tað er týðiligt, at fólk eru góð við Flog og ynskja at stuðla og hjálpa til. Limatalið heldur áfram at vaksa, og tað gleðir okkum serliga, at vit eisini fáa fleiri limir úr grannabygdunum💙
Lena Lambaa og Christina Holm Davidsen valdu at takka fyri seg í nevndini, men gleðiliga vóru fleiri, sum ynsktu at taka við. Tað fegnast vit um – tað er altíð gott við nýggjari orku og nýggjum hugskotum ✨
Vit vilja senda eina hjartans tøkk til Lenu og Christinu fyri alla tíðina, arbeiðið og eldhugan, tær hava lagt í felagið. Vit eru ómetaliga takksom fyri stóra arbeiðið, tær hava gjørt 🌟
Nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:
✨ Thordur Egholm, forfólk
✨ Maria Reinert-Petersen, næstforfólk
✨ Nikolina Kristiansen, kassameistari
✨ Rósa Gaardlykke Egholm, skrivari
✨ Katrin Madsen, nevndarlimur
✨ Ester Á Dalbø Gregersen, tiltakslimur
✨ Gunnrið Á Lakjuni Samuelsen, tiltakslimur
Vit gleða okkum til eitt nýtt ár við góðum løtum, sterkum felagsskapi, samanhaldi og sjálvandi nógvum fimleiki 💪🤸♂️
17/05/2026
🤸Flott avrik og gott samanhald 💪✨
Í gjár luttóku 14 av okkara íðkarum til ein góðkenningar-/fyrireikingardag, og øll kláraðu seg sera væl. Tey vístu eina rúgvu av orku, hugsavnan, dirvi, áhaldni og samanhaldi, og vit eru ótrúliga errin av teimum øllum 👏
Somuleiðis luttók Flog til orku og umhvørvisdegin, sum Fuglafjarðar kommuna skipaði fyri – eitt gott og væl eydnað átak. Vit gleða okkum longu til næstu ferð 🌿
Nú verður arbeitt miðvíst fram ímóti FM í amboðsfimleiki, sum verður í Bylgjuni 30.05.26 – og vit gleða okkum nógv 🤸♀️
Vit vilja takka øllum okkara íðkarum, venjarum, sjálvbodnum og familjum fyri framúr góðan dag ❤️
15/04/2026
Kom og stuðla kappingarliðnum hjá okkum, hóskvøldið 16. apríl frá kl.19 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Okkara røsku gentir á kappingarliðinum fara fyri fyrstuferð á venjingarlegu í Danmark. Hetta eru genturnar sera spentar uppá 🤩
Tað hevði glett okkum um tú komst forbí Mentanarhúsið ein túr og legði eitt oyra eftir tær.
🤗🤸♀️ psstt kanska tú fært eitt yvirraskilsi við 😉
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.