11/06/2026
Sansa
Qigong
Retreat
Klangbað
11/06/2026
29/05/2026
Qigong & Klang 🌸☘️
Kom inn í stilluna har ljóð og rørslur leiða teg heim til tín sjálvs Í mjúkum qigong-rørslum og djúpum klangum loysast spenningar og sinnið fær frið ❤️
23/05/2026
Qigong & Klang 🌸☘️
Kom inn í stilluna har ljóð og rørslur�leiða teg heim til tín sjálvs.
Við mjúkum qigong-rørslum og djúpum klangum�loysast spenningar og sinnið fær frið ❤️
Sum Qigonginstruktørur og klangterapeutur havi eg upplivað, hvussu MasterClass í Psykiskum Streymarnir binda alt so vakurt saman.
Klangurin loysir óforloystar spenningar – bæði kropsliga, mentalt og sálarliga.
Qigong arbeiðir við tilvitaðum rørslum, sum lata orkuna í kroppinum flóta frítt. 🙏❤️
13/05/2026
Áhugaverd kanning um Qigong 🌸
Í kanningini verður m.a. skriva:
“Nútímans nevrovísindi er í vaksandi mun kognitión (hugsan), sum er tætt knýtt at autonoma nervalagið (sjálvstýrandi regulering), nflammatión, svøvngóðsku, kensluligum órógvi og kropsligari venjing. Venjingar sum Qigong eru áhugaverdar, tí tær ávirka fleiri av hesum skipanum samstundis. Tær sameina spakuligar rørslur, djúpa anding (við diafragma), miðvíst fokus og við einum meditativa tilviti og í felag við onnur”
Les meir um kanningina í leinkjuni niðanfyri.
🌸💚
28/04/2026
Veit tú hvussu nógv tað ávirkar tín nakka og kropsburð tá tú hyggur í tína fartelefon?
Tá ið høvdið verður bogt frameftir økis vektin á nakka og hálsgeislunum. Tá tú boyggir høvdið við t.d. 30 gr. skulu nakkageislarnir og vevnaðurin rundan um halda høvdinum, sum tá vigar upp til 20 kg. Jú longur niður tú boyggir høvdið, jú fleiri kg. verður tað hjá nakka og hálsgeislunum at halda uppi.
Í longdini innrættar vevnaðurin seg til at halda høvdinum og byrjar at spenna upp og er samstundis við til at klemma fyri eitt nú nervalagi, blóðrensli og orku. Sum aftur kann blíva til eina kroniska støðu við kroniskum skaða.
Kroppseyðkennini kunnu vera høvupínu, spenningar og pína í nakka- og hálsøkinum og at kroppsburðurin spakuliga broytist.
Vit vita at beinagrindin er ein spegilsmynd av hvussu ein nýtir sín kropp, hvussu nógv ein hevur lagt fyri ella ovbyrjað seg og sín kropp ígjøgnum eitt langt lív.
Tað stutta av tí langa er, at tað ræður um at ansa eftir kroppinum alt lívið, og hvussu vit brúka kroppin tá vit arbeiða og virka. Tað er vigtugt at vit velja góða útgerð, borð og stól vm. At vit vita hvussu vit brúka útgerðina og hvussu vit innrætta okkara arbeiðsstatión við ymiskum hentleikum um tørvur er á tí.
Kroppurin hevur eisini brúk fyri at vit røra hann og tí er neyðugt at fáa rørslu inn, sum ein natúrligan part av gerandisdegnum. Vanar, saman við genetik, sansaskipan og rørslu eru við til at skapa okkara kroppburð, heilsustøðu og ávirkar okkara lívskvalitet.
☘️Tað ber til at bíleggja samrøður við meg um tína arbeiðsstøðu.
☘️Tað ber til at bíleggja eitt upplegg, ráðgeving ella vegleiðing.
☘️Tað ber til at bíleggja arbeiðs-Qigong í minni bólkum og til einstaklingar.
Ring ella skriva til mín 🌸☘️
219123
[email protected]
Eg eiti Kirstin Ellingsgaard og eri útbúgvin ergoterapeutur frá 1990 og havi drúgvar arbeiðsroyndir, m.a. innan uppvenjing, rehabilitering, fyribyrging og heilsufremjan. Í 2018 varð eg harumframt útbúgvin Qigong-instruktør og er Qigong í dag ein natúrligur partur av mínum gerandisdegi.
25/04/2026
🇫🇴 25. Apríl. 🇫🇴
Í einum stillum andadrátti møtast vit øll – uttan mørk.
“One breath • One world”
Undir sama flaggi rótfest í jørðini, borin av vindi og havi. Í ødn og í logn.
Ein løta av nærveru - ein heimur, ein andadráttur. 🙏
07/01/2026
So byrja vit Qigongliðini aftur. ❤
Eitt 10 vikurs skeið byrjar í Grønlendingahúsinum 19. januar kl 13.30 - 14.30 🌸🍀
Eitt 10 vikurs skeið byrjar í Grønlendingahúsinum 21. januar kl 14.30 - 15.40 🌿🌸
Stað:
Vit hava flutt Qigongliðini út í hugnaligu, fjálgu og lætt atkomuliga Grønlendingahúsinum, Jøkulstræti 8, Tórshavn.
Bussarleiðirnar 4. 5. 6. og 7.
steðga við: Vesturkirkjuna
Bussarleiðirnar 2. 4. 5. og 7.steðga við
Landavegin. beint við Íslandsvegnum.
Avmarka pláss.
Tilmelding á messenger hjá Sansa ella við at skriva til mín á [email protected]
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.