B71

B71

Del

Vælkomin til almennu síðuna hjá Sandoyar Ítróttarfelag B71. Fótbóltur, flogbóltur, frælsur ítróttur o.a.

24/08/2026

10 SKJÓTIR VIÐ JONATHAN CANTO💙💛

1. deild menn: B71-Víkingur 3-0 - B71 23/08/2026

SJAMPANJA Á KØL!

Tað er við einari nokkso sjálvfeitari kenslu í kroppinum at man fór avstað frá dysti í gjár, tá B71 vann heili 3-0 á teimum næstbestu hjá Víkingi. 3 stig afturat, ið legði okkum einsamalt á odda við 5 stigum niður til gøtu/leirvíksmenn á øðrum plássi, 9 stig niður til vágbingar á triðja plássi og 20 stig niður til ÍF á fjórða plássi, ið vann sín dyst og harvið útsetti uppflytingina hjá B71, vónandi bert eitt umfar afturat.

Vit hava tveitt allar hemningar fyri borð hesu ferð og bara rósa og halda nógv um okkum sjálvi í dagsins dystarfrásøgn. Skal tað vera ball, so lat tað vera ball!

Drívið á B71!

1. deild menn: B71-Víkingur 3-0 - B71 Tað kendist sum uppflytingin var í hús, tá B71 vann á Víkingi í gjár. Staðfestingin má tó bíða fyribils. Kom nú… Ikki sørt at man kennir seg eitt sindur forkelaðan í hesum døgum, tá uppflytingin leingi hevur verið á breddanum og sigrar og stig rulla inn um gáttina. B71 er sn....

23/08/2026

Davia Oskarsdóttur úr B71 byrjaði landsdyst hjá U15 gentum, ið tíverri máttu lúta 3-2 fyri Lettlandi í Baltic Cup í gjár.

Hjartaliga til lukku Davia!

Drívið á Føroyar! 🇫🇴

22/08/2026

HÁLVLEIKSDRÁTTURIN

Tað tók nakrar ferðir, áðrenn vit fingu tí perfektu myndina av Leif Krog Mortensen, ið vann dagsins vinning í hálvleiksdráttinum, millum øll seld atgongumerkir á degnum, umframt árskort, men tað gekk til endans. Í snøgga B71 posanum var annars ein B71 koppur og eitt spildurnýtt B71 turriklæði.

Hálvleiksstøðan var 0-0, men lukkutíð skoraði Lucas Ørneborg beint eftir hálvleik, meðan Tobias Koktvedgaard legði tvey afturat til endaliga úrslitið 3-0 til B71!

Aðrastaðni vunnu fuglfirðingar sín dyst, so tað verður í øllum førum 1 vika afturat, áðrenn uppflyting er tryggjað.

Fyribils gleðast vit tó um 1. plássið í deildini!

Hjartaliga til lukku við vinningi og drívið á B71!

22/08/2026

U7 KNASSAR Í HOYVÍK

Úr Hoyvík verður sagt at Hans Rúne var topsskorari í dag og skoraði øll 6 mál ímóti FC Hoyvík. Restin av málunum vóru væl deild ímillum teir 4 sum vóru við.

Dysturin ímoti Skála var spennandi og javnaðu vit til 2-2 í síðstu løtu, meðan fyrsti dystur ikki gekk líka væl, allarhelst tí dreingirnir ikki vóru ordiliga heitir enn, men so komu teir sterkt aftur.

Fremst av øllum hugnaðu teir sær óført og fingu sera týdningarmikla dystarvenjing. Dreingirnir hava flutt seg nógv og eru meiri sjálvsikrir og eru farnir at duga heilt væl at spæla.

Stuttligt at síggja!

Drívið á dreingir!

22/08/2026

U16 SIGRAÐI Á SKÁLA

Tað gekk sum eftir ánni í dag hjá U16 gentunum, ið vunnu báðar sínar dystir í dag.

Tað hevur sum heild næstan bara gingið væl og liggja tær í oddinum í 1/2 vøll bólkinum. Telja vit rætt, so munnu tær liggja javnar í stigum við eitt vet betri málmuni enn HB á fyrsta plássinum.

Tríggjar kappingar eru eftir. Ein í Vági og ein á heimavølli í næsta mánaði og ein hjá HB seinasta umfar 03.10.

Spennandi verður!

Drívið á gentur!

ÚRSLIT:
B71-FC Suðuroy 5-0 (Viktoria 3 og Hedvig 2)
B71-Skála 3-1 (Viktoria 3)

22/08/2026

GÓÐ ÚRSLIT Á EIÐI

U11 dreingir vóru á Eiði í dag og væl gekst!
2 sigrar, ein javnleikur og ein ósigur bleiv úrtøkan hjá røsku unglingunum.

Gott arbeitt dreingir! Drívið á!

ÚRSLIT:
B71-B68(a) 3-1 (Elias 2 og Julian 1)
B71-EB/Streymur(b) 3-2 (Silas 1, Elias 1 og sjálvmál)
B71-EB/Streymur(a) 0-0
B71-Víkingur(b) 1-2 (Jónas 1)

Photos from B71's post 22/08/2026

07 GENTUR Í KLAKSVÍK

Tað gekk avbera væl í kapping hjá yngstu gentunum í dag, ið vunnu fyrstu tveir dystir, spældu ein javnan og taptu ein.

Væl fyriskipað kapping og gott lag á gentunum!

Til lukku við enn eini góðari kapping!

Drívið á gentur!

ÚRSLIT:
KÍ(c)-B71 0-1
B71-KÍ(d) 3-0
07 Vestur-B71 2-0
KÍ(a)-B71 2-2

21/08/2026

20. umfar
B71-Víkingur
Inni í Dal
kl. 13.30

21/08/2026

DYSTIR Í VIKUSKIFTINUM

Leygardagin 22.08

Heima:
1. deild menn: B71-Víkingur, kl. 13.30
2. deild menn: B71-NSÍ, kl. 17.00

Úti:
U7 gentur: Kapping í Klaksvík, kl. 09.30
U6 dreingir: Kapping í Hoyvík, kl. 10.00
U16 gentur: Kapping á Skála, kl. 13.00
U11 dreingir: Kapping á Eiði, kl. 13.00

Sunnudagin 23.08

Úti:
U15 dreingir: Kapping í Hvalba, kl. 14.30

* U18 dystur í kvøld, 21.08, er útsettur

Drívið á B71!

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Sandur?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Telefon

Internet side

Adresse

Heimasandsvegur 142, Við Meginskúlan
Sandur

Hvad er åbningstiderne?

Tirsdag 10:00 - 16:00
Onsdag 10:00 - 16:00
Fredag 10:00 - 16:00