Megingjørð hevði 4 lyftarar við til FM í styrkilyfting í ár, og høvdu tey øll eina avbera góða kapping.
Vár Guriardóttir Hansen gjørdist føroyameistari hjá kvinnum, hettar er hennara 5. kapping og hevði hon eina seriu á: 170 kg squat, 80 kg bonkpress og 190 kg deadlift, tilsamans 440 kg. Squat, deadlift og total eru persónlig met og føroysk met.
(Vert at nevna er at hesin totalurin hevði rokkið til eitt 3. pláss í undanfarna DM, og er einans 20 kg undir danskt EM B krav.)
Zoe Elizabeth Dickson var við til sína fyrstu kapping og gjørdist nummar tvey hjá kvinnum við eina seriu á: 127 kg squat, 75 kg bonkpress og 142.5 kg deadlift, tilsamans 344.5 kg – alt kappingar met og føroysk met undantikið deadlift.
Julian Fosaa gjørdist nummar tvey hjá monnum, hettar er hansara næsta kapping og hevði hann eina seriu á: 210 kg squat, 140 kg bonkpress og 260 kg deadlift, tilsamans 610 kg. Øll lyftini eru kappingar met hjá Julian, men í venjing hevur hilnast betri.
Per Hansen var við til sína fyrstu kapping, og hevði hann eina seriu á: 180 kg squat, 125 kg bonkpress og 210 kg deadlift, tilsamans 515 kg. Øll lyftini eru kappingar met hjá Per.
Hjartaliga til lukku tit, vit í Megingjørð eru ógvuliga stolt av tykkum.
Vælkomin at fylgja við á síðuni her – framyvir kemur ymiskt tilfar um styrkilyfting, venjingar og tiltøk.
deadlift
Megingjørð
Megingjørð er eitt styrkifelag, stovnað í 2021, sum húsar seg í YndiFitness, Sundsvegur 6.
Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Tórshavn?
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Internet side
Adresse
Sundsvegur 6
Tórshavn
100
Tórshavn
100