Ítróttasamband Føroya

Ítróttasamband Føroya ÍSF
Ítróttasamband Føroya
Faroese Confederation of Sports & Olympic Committee

Fólkaheilsuráðstevnan “Rørsla á arbeiðsplássinum” verður mikudagin 9. september kl. 09.00-14.30 í Kongshøll, Vestara Bry...
28/08/2026

Fólkaheilsuráðstevnan “Rørsla á arbeiðsplássinum” verður mikudagin 9. september kl. 09.00-14.30 í Kongshøll, Vestara Bryggja 15, Tórshavn. Heilsu- og orkumálaráðið skipar fyri ráðstevnuni í samstarvi við Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya.

At hava góða heilsu skal sameinast við høvuðsuppgávuna á arbeiðsplássum og verða ein natúrligur partur av, hvussu arbeiðið verður skipað og útint. Fólkaheilsuráðstevnan “Rørsla á arbeiðsplássinum” leggur dent á rørslu sum natúrligan part av arbeiðsdegnum. Endamálið er, at starvsfólk fáa betri heilsu, tá tey eru til arbeiðis, tí arbeiðið er skipað á ein hátt, sum bøtir um heilsuna. Endamálið við fólkaheilsuráðstevnuni er at savna arbeiðspláss og borgarar í Føroyum um rørslu og fáa leiðslur at seta rørslu á dagsskrá sum heilsumfremjandi leiðsluátak.

Ráðstevnan vendir sær til øll starvsfólk, sum vilja ganga á odda fyri at leggja dent á rørslu á arbeiðsplássinum. Dømi eru leiðarar í privatu vinnuni og almenna geiranum, HR-starvsfólk, starvsfólkaumboð, trygdarumboð, álitisfólk og nevndarlimir.

Tilmelding fer fram á atgongumerki.fo

Luttøka og ábit er ókeypis, men tilmelding krevst.

Frælsur Ítróttur Føroya hevur sett eina nýggja úrvalsætlan í verk🌟
27/08/2026

Frælsur Ítróttur Føroya hevur sett eina nýggja úrvalsætlan í verk🌟

🌟 Nýggj úrvalsætlan hjá FÍF

Frælsur Ítróttur Føroya hevur sett eina nýggja úrvalsætlan í verk.

Endamálið er at skapa greiðari karmar og betri menningarmøguleikar fyri føroyskar íðkarar, ið vilja arbeiða miðvíst og røkka langt innan frælsan ítrótt.

Úrvalsætlanin skal gera tað lættari hjá íðkarum og venjarum at síggja:

🔹 hvør kann gerast partur av úrvalsarbeiðinum
🔹 hvørji krøv og væntanir verða sett
🔹 hvørjir stuðulsmøguleikar eru
🔹 hvussu søkt verður um upptøku og stuðul

Við ætlanini ynskir FÍF at stuðla bæði teimum, sum longu hava rokkið høgum støði, og teimum evnaríku og miðvísu íðkarunum, sum eru á veg fram.

🏃 Les meira um úrvalsætlanina, treytirnar og umsóknina á athletics.fo

Øll vilja við! Undirtøkan til Ítrótta- og rørsluvikuna er góð og støðugt vaksandi. Felagsskapir, áhugabólkar, grannaløg,...
21/08/2026

Øll vilja við!

Undirtøkan til Ítrótta- og rørsluvikuna er góð og støðugt vaksandi.

Felagsskapir, áhugabólkar, grannaløg, ítróttafeløg og einstaklingar hava spurt um møguleikan at fáa vikuskiftið við í teljingina. Sjálvandi ganga vit hesum ynskjum á møti.

Tí taka vit vikuskiftið við í Ítrótta- og rørsluvikuna - har hvør metur telur í málinum at koma kring føroysku strandarlinjuna - so ofta sum tilber.

Vitja www.itrottaogrorsluvika.fo og les meira um hvussu rørlsa umroknast til metrar og um málið at koma kring føroysku strandarlinjuna. Tit kunna eisini skráseta tykkum á heimasíðuni.

Eru tit við?

Hvussu kann eitt land við bert 55.000 íbúgvum standa seg so væl í altjóða ítrótti?Hetta er ein av spurningunum, sum verð...
20/08/2026

Hvussu kann eitt land við bert 55.000 íbúgvum standa seg so væl í altjóða ítrótti?

Hetta er ein av spurningunum, sum verða viðgjørdir í einari nýggjari frágreiðing um føroyskan úrvalsítrótt.

Frágreiðingin vísir, at góðu úrslitini ikki eru komin av ongum.

Føroyskur úrvalsítróttur hevur ment seg nógv seinastu árini, millum annað tí at arbeiðið er miðvísari og betur skipað.

Vit hava eisini eina sterka ítróttamentan í Føroyum. Tað hevur stóran týdning fyri okkum at umboða Føroyar og vísa, at vit kunnu kappast við lond, sum eru nógv størri enn vit.

Men frágreiðingin vísir eisini á viðurskifti, sum mugu betrast, um føroyskur úrvalsítróttur skal halda fram at mennast.

Mælt verður millum annað til at tryggja úrvalsítróttinum støðuga fígging og at stovna eina føroyska úrvalsmiðstøð, har íðkarar og venjarar kunnu fáa serkøna hjálp og ymiskar stuðulstænastur.

Eisini er tørvur á at styrkja leiðslu, fyrisiting og venjaramenning, betra um møguleikarnar at sameina úrvalsítrótt við útbúgving og arbeiði og leggja størri dent á kvinnuítrótt og at fyribyrgja fráfalli.

Frágreiðingin vísir, at føroyskur úrvalsítróttur stendur á einari sterkari grund. Nógv íðka ítrótt, nógv sjálvboðin leggja stórt arbeiði í feløg og sambond, og ítrótturin hevur ein týðandi leiklut í føroyska samfelagnum.

Les meira við at fylgja leinkjuni í viðmerkingarteiginum.

Kringavarp Føroya vitjaði eisini fríggjadagin, tá móttøka var í ÍSF húsinum í sambandi við, at Petur Mittún, ið hevur ve...
18/08/2026

Kringavarp Føroya vitjaði eisini fríggjadagin, tá móttøka var í ÍSF húsinum í sambandi við, at Petur Mittún, ið hevur verið aðalskrivari, er farin frá, og Marita Debess Magnussen er settur nýggjur aðalskrivari í ÍSF.

Merkisdagur var hjá Ítróttasambandi Føroya fyri kortum, har aðalskrivarin síðstu níggju árini alment takkaði fyri seg, og nýggjur aðalskrivari nú er við róðrið

Í dag var móttøka í ÍSF húsinum í sambandi við, at Petur Mittún, ið hevur verið aðalskrivari, er farin frá, og Marita De...
14/08/2026

Í dag var móttøka í ÍSF húsinum í sambandi við, at Petur Mittún, ið hevur verið aðalskrivari, er farin frá, og Marita Debess Magnussen er sett sum nýggjur aðalskrivari í ÍSF.

F**t av fólki vóru møtt at takka Peturi fyri hansara ótroyttiliga arbeiði føroyskum ítrótti at frama og bjóða Maritu vælkomnari.

Tríggjar røður vóru hildnar. Fyrsti røðari var Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

Petur Mittún hevur verið aðalskrivari í ÍSF meir enn 9 ár, og hann er somuleiðis eisini fyrsti aðalskrivarin í ÍSF. Tí var tað ikki løgið, at Elin vísti á, at tað var ein tíð áðrenn Petur Mittún, og so ein tíð eftir at Petur Mittún var komin í starv.

- Tað er løgið at hugsa sær, at fyri fáum árum síðani vóru eingir skúlaleikir, eingin ítróttafagnaður, væl færri skeið, eingin strategi, eingin ítróttaráðstevna, einki ítróttating osfr, osfr, segði Elin H. Joensen í síni takkarrøðu til Petur.

Elin nýtti høvið at takka og rósa Peturi fyri hansara evni til at seta mál, fáa ting at henda og skipa fyri, hansara fyrikomandi og lætta persónslyndi og ikki minst hansara evni sum starvsfólkaleiðara.

At enda takkaði Elin Peturi fyri tíðina, fyri tímarnar og fyri hansara risastóra arbeiði, áðrenn hon skifti til Maritu og alment at bjóða henni vælkomnari í starvið sum aðalskrivari. Elin viðurkendi, at uppgávan sum tvey’ari aldrin er tann lættasta, men hon fegnaðist um, at Marita longu nú hevur víst seg at megna at lyfta uppgávuna og eisini hevur sett síni egnu fingramerki á starvið.

– Tín uppgáva er sjálvandi eitt sindur øðrvísi, tí tú skalt røkja eitt starv, sum longu er definerað. Og tað er ongantíð lætt at vera nummar tvey í einum slíkum starvi. Men eg má siga, at tú ert komin sera væl inn í leiklutin sum aðalskrivari.

Elin vísti á, at hon og starvsnevndin gleða seg til gott samstarv og at byggja víðari á ta grund, sum er løgd í aðalskrivarastarvinum.

- Vit ivast ikki í, at eisini tú fert at lyfta og flyta ÍSF langt fram á leið, segði Elin H. Joensen at enda.

Eftir røðuna frá forsetanum fekk fráfarandi aðalskrivarin orðið. Petur nýtti høvið til at takka fyri tann framíhjárætt hann hevði havt hesi seinastu níggju árini. Ein hjartans tøkk var latin starvsnevnd, starvsfólkum, sambondum og samstarvsfeløgum. Eisini nýtti hann høvið til at takka øllum teimum mongu sjálvbodnu í føroyskum ítrótti, tí uttan tey var eingin føroyskur ítróttur at tosa um. Hóast hann heilt víst fer at sakna starvið og øll tey fólkini, hann er vorðin so góður við hesi árini, so kendi hann seg vísan í, at ÍSF er á einum góðum stað og í góðum honum.

Áðrenn gestirnir aftur fóru at mingla og njóta góðbitarnar á borðinum, tók nýggi aðalskrivarin orðið, har hon fyrst nýttið høvið at takka fyri álitið, ið starvnevndin hevur givið henni.

Hon hugleiddi um stóra týdningin ítróttur hevur fyri føroyska samfelagið. Alt frá at kappast og vinna heiðursmerki til hvønn týdning ítróttur hevur fyri børn og ung, at mennast og finna eitt stað at hoyra til. Hon røddi um tann góða felagsskapin, ið ítrótturin gevur. Trivnað og heilsu og allar teir tímar, sum føroyingar kring alt landið brúka upp á sína ítrótt.

Málið hjá Maritu er ikki at broyta, men at byggja upp á tað góða arbeiðið, sum longu fyriliggur og er gjørt, har eitt konkret mál her og nú er at vinna Føroyum tann sessin í altjóða olympisku nevndini, sum vit eiga at hava.

- Eg trúgvi uppá, at vit skulu seta okkum stór mál. Gamaní, eru vit eitt lítið land, men ambitiónirnar nýtast ikki at vera smáar, tvørturímóti.

Hon viðurkendi, at einki gerst av einum persóni, og gleðir hon seg tí til gott samstarv við starvsnevnd, starvsfólk, sambond, feløg, politisku skipanina og øll tey mongu sjálvbodnu, sum eru sjálvt grundarlagið undir føroyskum ítrótti.

- Tað er eitt av mínum størstu ynskjum í hesum starvi, at ÍSF skal vera ein sterkur og álítandi samstarvsfelagi fyri føroyskan ítrótt.

Um ein mánað byrjar Føroya fyrsta Ítrótta- og rørsluvika. Men hvat er endamálið við átakinum og hví skipa ÍSF, Heilsustý...
14/08/2026

Um ein mánað byrjar Føroya fyrsta Ítrótta- og rørsluvika. Men hvat er endamálið við átakinum og hví skipa ÍSF, Heilsustýrið og Heilsu- og orkumálaráðið fyri ítrótta- og rørsluvikuni?

Málið er at savna allar Føroyar um ítrótt og rørslu, og gera rørslu sjónliga í gerandisdegnum.

At so nógv arbeiðspláss, stovnar og felagsskapir longu hava teknað seg, er helst tekin um, at flestøll vita, at rørsla og trivnaður hanga saman. Hjá summum gerst vikan ein orsøk, eitt vinarligt skump at koma í gongd og skapa nýggjar rørsluvanar. Hjá øðrum, har rørsla longu er stórur partur av arbeiðsdegnum, vekist kappingarandin. Óansæð hvør orsøkin er, so ynskja vit øllum vælkomnum, og vit vóna, at fleiri leggjast afturat.

Tí trivnaður á arbeiðsplássinum snýr seg ikki bara um góð arbeiðsviðurskifti og eitt gott arbeiðsumhvørvi. Reglulig kropslig rørsla hevur positiva ávirkan á trivnaðin og vælveruna hjá starvsfólkunum og teirra avrik. Tá rørsla gerst ein natúrligur partur av gerandisdegnum er tað soleiðis ein vinningur fyri allar partar: starvsfólk, arbeiðspláss og samfelagið.

Á Ítrótta- og rørsluvikuni telur øll rørsla við. Á veg til og frá arbeiði, í arbeiðstíðini og í frítíðini. Vit gera tað lætt hjá tykkum at skráseta; tit velja hvussu tit eru virkin. Tit kunna til dømis eggja starvsfólkum til at ganga ella súkkla til arbeiðis, skipa fyri einum gongutúri í døgurðatímanum ein dag og eini yogaløtu ein annan, eggja starvsfólkum til at luttaka í at Rudda Føroyar, ella spæla ein hondbóltsdyst eftir arbeiðstíð - valið er frítt, tit vita besta hvat riggar hjá tykkum.

Alt ger mun, alt telur við!

Skal ein kapping til millum starvsfólk? Ella riggar betri at vera saman um rørsluskáar?

Melda til á https://itrottaogrorsluvika.fo.

Almenn móttøka í ÍSFÍtróttasamband Føroya bjóðar til fráfaringarløtu fyri Petur Mittún og móttøku fyri Maritu Debess Mag...
12/08/2026

Almenn móttøka í ÍSF

Ítróttasamband Føroya bjóðar til fráfaringarløtu fyri Petur Mittún og móttøku fyri Maritu Debess Magnussen, sum hevur tikið við sum aðalskrivari í ÍSF.

Petur Mittún hevur í sínum starvi sum fyrsti aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya lagt nógv fyri føroyskan ítrótt, og við fráfaringarløtuni vil ÍSF takka honum fyri hansara arbeiði og íkast
gjøgnum árini.

Samstundis vil starvsnevndin bjóða Maritu Debess Magnussen vælkomnari í starvið og geva samstarvsfeløgum, sambondum og øðrum høvi til at heilsa upp á nýggja aðalskrivaran.

Móttøkan verður fríggjadagin tann 14. august frá klokkan 15 til 18 í ÍSF húsinum á Eystaru Bryggju 30. ÍSF forsetin býður vælkomin kl. 15.30.

ÍSF er vertur við ábiti og onkrum góðum afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ítróttasamband Føroya

Søguligur dagur fyri føroyskt tennis! Vunnu á Suður Afrika. Føroysku landsliðini í tennis luttaka í hesum døgum í heimsm...
07/08/2026

Søguligur dagur fyri føroyskt tennis! Vunnu á Suður Afrika.

Føroysku landsliðini í tennis luttaka í hesum døgum í heimsmeistarakapping fyri lið í Lissabon & Oieras í Portugal. 9 leikarar eru við í hópinum, og luttaka tey við trimum liðum, W40, M40 og M45.

Í dag kom fyrsti samlaði føroyski landsliðsigurin í HMkappingini í hús, tá føroysku M40 mennirnir vunnu 2-1 á suðurafrika.

Hetta er fyrsta heimsmeistarakapping fyri landslið, vaksin, ið Føroyar luttaka í. Hetta er fyrstu ferð Føroyar eru umboðaðar í World Tennis tenniskapping. Føroyar blivu limir í World Tennis (ITF) og Tennis Europe tann 1.januar 2026.

Hjartaliga til lukku!

21/07/2026

SMS siga 'vit eru við' til Ítrótta og rørsluvikuna, ið verður 14-18 september.

ÍSF skipar fyri Ítrótta- og rørsluviku í samstarvi við Heilsu- og orkumálaráði og Heilsustýrið. Endamálið er at fáa allar føroyingar at røra seg. Vit eggja tí leiðarum til at seta ein kross í kalendaran og skapa karmar fyri, at starvsfólk kunnu taka lut í Ítrótta- og rørsluvikuni.

Skráseti tykkum á heimasíðuni nú, og so frætta tit meira eftir summarfríðtíðina.

ERU TIT VIÐ ?

Adresse

Eystara Bryggja 30
Tórshavn
100

Telefon

+298 312606

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Ítróttasamband Føroya sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Ítróttasamband Føroya:

Genveje

Del