03/08/2026
Dagur 1😍☀️⚽️
Frálíku myndirnar hevur Bárður Augustinussen tikið.
📸 .photography
🤝
Føroya Banki
Fótbóltsskúlin við Stórá, hvørt ár í august.
03/08/2026
Dagur 1😍☀️⚽️
Frálíku myndirnar hevur Bárður Augustinussen tikið.
📸 .photography
🤝
Føroya Banki
Ein fantastiskur fótbóltsdagur við Stórá er við at koma at enda ☀️⚽️😃
03/08/2026
So koyrur ársins Fótbóltsskúli við Stórá! ⚽️😃
Eftirsum hettar er Føroyar, og mann aldrin veit við veðrinum, so er gott at hava skiftiklæðir við.
U7 og U9 havi eisini innanduraskógvar við.
31/07/2026
Kom við á ein spennandi gongutúr við ferðaleiðara, meðan leikararnir venja!
Týsdagin 4. august skipa vit fyri einum hugnaligum gongutúri við ferðaleiðara, vatn og matpakka.
Bussur fer frá Stórá kl. 10:00 og koyrir tykkum niðan í Rangabotn.
Í Rangabotni var kolagrevstur fyrr í tíðini, og enn síggjast leivdir frá hesum søguliga virkseminum. Á túrinum fer ferðaleiðarin at greiða frá spennandi søguni um kolagrevsturin og lívið í økinum.
Síðani verður gingið úr Rangabotni oman aftur til Stórá.
Væntandi eru tit aftur við Stórá umleið kl. 13:00.
Kostnaður: 200 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri børn.
Í prísinum er bussflutningur, ferðaleiðari, vatn og matpakki.
Minnist til at vera í góðum gonguklæðum og skóm, sum hóska til veðrið.
Túrurin verður bert framdur, um veðrið loyvir tí, og í minsta lagi 10 luttakarar melda seg til.
Melda til her:
https://fotboltsskulin.nemtilmeld.dk/6/
1 vika til ársins Fótbóltsskúla við Stórá!
Nú er bert 1 vika, til ársins Fótbóltsskúli við Stórá byrjar!
Vit gleða okkum at taka ímóti øllum teimum umleið 150 luttakarunum og vóna, at vit saman fáa tríggjar góðar, stuttligar og læruríkar dagar við Stórá.
Vit eru eisini sera spent at bjóða Oliver Perkins frá enska stórfelagnum Manchester United vælkomnum. Oliver verður høvuðsvenjari á Fótbóltsskúlanum í ár, og vit gleða okkum at síggja hann deila sínar royndir og sína vitan við bæði børn og venjarar.
Skrá
Sunnudag 2. august
Kl. 14.00–16.00
• Møguleiki er at heinta luttøkupakkan.
Mánadag 3. august
Kl. 08.30–09.00 – Innskriving og útflýggjan av luttøkupakka.
Kl. 09.00–12.15 – Vælkomst og venjing.
Kl. 12.15–13.00 – Døgurði.
Kl. 13.00–15.00 – Venjing.
Kl. 15.00 – Takk fyri í dag.
Týsdag 4. august
Kl. 09.00–12.15 – Venjing.
Kl. 12.15–13.00 – Døgurði.
Kl. 13.00–15.00 – Venjing.
Kl. 18.00–20.00 – Hugnakvøld í ítróttarhøllini í Trongisvági við ymiskum spølum, diskoteki, kioski o.ø.
Kl. 20.00 – Takk fyri í dag.
Ónsdag 5. august
Kl. 09.00–12.00 – Venjing.
Kl. 12.00–12.45 – Døgurði.
Kl. 12.45–14.45 – Venjing og kappingar.
Kl. 15.00 – Hugnaløta í ítróttarhøllini í Trongisvági.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hugnaløtuna, har prógv og medaljur verða handað øllum luttakarunum.
📢 Kunning
Broytingar kunnu koma fyri, so fylgið við her á Facebook-síðuni fyri seinastu kunning.
Bert 7 pláss eftir til ársins fótbóltsskúla! 😃
Melda til nú áðrenn tað verður útselt!
Oliver Perkins frá Manchester United er høvuðsvenjari í ár. Tað verður spennandi.
Hevur tú melda til ársins fótbóltsskúla?
Um ikki, so er at skunda sær, tí nú er skjótt útselt!
Oliver Perkins frá Manchester United er høvuðsvenjari í ár 😀