05/08/2026
🙌⚽️ SEINASTA FREIST - FCK Camp! ⚽️🙌
Niðurteljing er til vikuskiftið, tá venjarar frá FCK koma at skipa ein spennandi og mennandi fótbóltskúla í samstarvi við AB. Hetta gleða vit okkum til! 👏 Fótbóltsskúlin liggur leygardag og sunnudag tann 8. og 9. august.
TILMELDING:
Enn eru pláss eftir, og freistin at melda til er fríggjadagin kl. 12.00🔵⚪️
👉 Meldið til her: https://atgongumerki.fo/events/3594817?category=itrottur
25/06/2026
⚽️Gentur U13 móti mammunum⚽️
Tað gekk hart fyri seg, tá gentur U13 spældu dyst móti mammunum, til seinastu venjing innan summarferiuna. 💪🏻
Flestu mammurnar hava nøkur triks goymd síðan tær sjálvar spældu fótbólt, ella frá at hava eygleitt til venjingar 😉
Hvat støðan endaði? Tað er helst best at spyrja tær luttakandi um tað 😅
19/06/2026
Trivnaður, samanhald og stuttleiki
U15 dreingir høvdu ein “teambulding” gongutúr niðan á Kongavarðarnar.
Ymiskar uppgávur skuldu loysast og avbjóðingar vóru ávegis niðan á varðarnar, sum venjarin hevði skipað fyri. Ein ørvísi, stuttlig og mennandi venjing 👌😀