04/05/2026
MORTAN ÁRSINS ELDSÁL ♟️🔥
Á endaveitsluni fyri talvárið 2025/2026, sum bleiv hildin í Salt í vikuskiftinum, bleiv Mortan valdur til ársins eldsál í føroyskari telving 👏
Vit eru glað fyri, at hini feløgini eisini hava sæð, hvussu stórt arbeiðið Mortan leggur í telvingina.
Vit hava leingi sæð, at Mortan hevur framúr góð evnir at skipa fyri. Hann er altíð klárur at hjálpa til, og er als ikki bangin fyri at taka høvuðsábyrgd, tá tað krevst.
Alt í Mortan ger, verður gjørt ósjálvsøki. Hann leggur lítið í at fáa nakað burturúr sjálvur, men gleðist um, at onnur hava eina góða og mennandi løtu. Tílík fólk eru gullverd fyri ein felagsskap.
Talvfelagið Rókur er millum virknastu talvfeløg í landinum. Uttan Mortan, hevði tað als ikki staðið so væl til í felagnum. Ótroyttuligur hevur hann skipað bæði fyri venjing fyri børnum og vaksnum. Samstundis, sum hann hevur skipað fyri fleiri kappingum seinastu árini. Hann hevur eisini verið høvuðsmotorurin til Janus Open, sum er størsta talvkapping í Føroyum nakrantíð.
Hjartaliga til lukku við heiðrinum, Mortan. Hann er væl uppborin👏
Takk fyri alt, sum tú gert fyri okkara talvfelag ❤️
24/04/2026
Vit í Talvfelagnum Róki hava tvær gentir við:
♟️ Annika Lützen
♟️ Natasja Mørkøre
Fyrsta talvið byrjar kl. 17:30 Føroyska tíð ♟️
👉 Her ber til at fylgja við live:
https://lichess.org/broadcast/nordic-girls-chess-championship-2026-group-c/round-1/BlSDyrEN
Les meira her: https://faroechess.com/?p=11833
Vit ynskja teimum bestu eydnu í kappingini – telvið væl! 💪♟️
NM fyri gentur telvað í Norra - Talvsamband Føroya
Í vikuskiftinum verður Norðurlandameistaraskapið fyri gentur telvað í norksa býnum Vestby. Kappingin er skipað í tríggjar bólkar, U20, U16 ár og U13 ár. Føroyar hava 3 luttakarar við í yngsta bólkinum. Tær tríggjar genturnar, sum umboða Føroyar eru: Lisa Xin, Havnar Telvingarfel...
23/03/2026
Síðsta venjing áðrenn summarferiuna ♟️☀️
Vit hava síðstu venjingina á Eiði tysdagin:
🕕 Barnatelving kl. 18.00 – 19.00
🕖 Vaksin kl. 19.00 – 20.30
Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði roynd og óroynd! 🙌
16/03/2026
LIÐKAPPINGIN ENDAÐ
Leygardagin varð seinasta umfar í liðkappingini 2025/26 telvað í skúlanum á Giljanesi. Øll 3 liðini hjá Róki vóru í eldinum hendan dagin. Úrslitini vóru hesi:
Havnin4 - Rókur1 2-2
Rókur2 - Havnin6 3-1
Rókur3 - Gøta2 1½-2½
Í 2. deild hevur Rókur 1 havt sera skiftandi manning. Onkur góð úrslit hava verið gjøgnum árið, t.d. sigurin á Toftum 1, sum var líka við at flyta upp í 1. deild. Men tá avtornaði endaði liði aftast og skal telva í 3. deild komandi kappingarár.
Í 4. deild var spenningur til tað síðsta. Rókur og liðið úr Suðuroy kappaðust um 1. plássið. Suðringarnir vóru 1,5 stig frammanfyri, áðrenn seinasta umfar, og tá teir kláraðu at vinna sín dyst 3-1 fóru teir eisini avstað við 1. plássinum. Rókur endaði á einum flottum 2. plássi.
Í 5. deild hava nógvir telvaðar roynt seg í ár. M.a. kann nevnast, at bæði Natasja og Annika hava telvað á liðnum. Einki annað lið í Føroyum hevur 2 gentur ella kvinnur á liðnum. Liðið endaði á einum flottum 3. plássi.
Samanumtikið hevur árið verið gott. Vit gleðast um, at heili 28 telvarar hava umboðað Rók í ár. Nógvir nýggir telvarar hava klárað tað heilt væl. Serliga gleðiligt er, at nøkur børn hava telvað við teimum vaksnu í ár. Hetta kemur heilt sikkurt at síggjast aftur komandi árini.
16/03/2026
Venjingar hesa vikuna:
Týsdag:
• Barnatelving í Eiðisskúla frá kl. 18.00 til 19.00
• Vaksin í Eiðisskúla frá kl. 19.00 til 20.30
Hósdag:
• Barnatelving við Margáir frá kl. 18.00 til 19.00
Hetta er síðsta venjingin við Margáir áðrenn summarferiuna. Vit byrja aftur eftir summarferiuna.
Øll eru hjartaliga vælkomin – bæði roynd og óroynd! ♟️
Send a message to learn more
09/03/2026
Venjingar hesa vikuna ♟️
Týsdag:
• Barnatelving í Eiðisskúla frá kl. 18.00 til 19.00
Hósdag:
• Barnatelving við Margáir frá kl. 18.00 til 19.00
• Vaksin við Margáir frá kl. 19.00 til 20.30
Øll eru vælkomin – bæði roynd og óroynd!
03/03/2026
NÓGV Á SKRÁ Í VIKUSKIFTINUM ♟️🔥
Øll trý liðini hjá Róki telvaðu í vikuskiftinum ♟️
Umframt hetta bleiv skipað fyri barnakapping á Eiði, har 38 børn luttóku 👏🤩
Í 2. deild enaði javnt 2-2 móti Havnini 🤝
4. deild telvaðu í Sandavági – eisini hjá teimum endaði 2-2 🤝
5. deild tapti 1-3 á Toftum 🤝
Stóra løtan hetta vikuskiftið var, tá vit heiðraðu teimum fýra telvarunum, sum í 1986 vunnu FM fyri Talvfelagið Streym 🏆✨
Mortan Mørkøre, varaformaður í Talvfelagnum Róki, bjóðaði vælkomin 🙂
Síðani gav hann orðið til Eyðstein Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu, sum segði nøkur orð og handaði teimum eina gávu frá kommununi 🎁
Teir fýra, sum vóru heiðraðir, eru ⭐
Gunnar Joensen
Finnbjørn Zachariasen
Martin Brekká
Hanus Brekká
📸 Myndirnar í Hvalvík tók Kjartan Madsen
♟️👏
03/03/2026
Venjingar hesa vikuna ♟️
Týsdag:
• Barnatelving í Eiðisskúla frá kl. 18.00 til 19.00
• Vaksin í Eiðisskúla frá kl. 19.00 til 20.30
Hósdag:
• Barnatelving við Margáir frá kl. 18.00 til 19.00
Øll eru vælkomin – bæði roynd og óroynd!
Send a message to learn more
27/02/2026
40 ÁR SÍÐANI AT TALVFELAGIÐ STREYMUR VANN FM
Kappingarárið 1985/86 vann Talvfelagið Streymur 1. deild í talvi. Somu 4 telvarar mannaðu liðið alt kappingarárið. Teir 4 vóru: Gunnar Joensen, Martin Brekká, Finnbjørn Zachariasen og Hanus Brekká.
Í morgin, leygardagin 28. febrar kl. 10.00, verður eitt lítið hátíðarhald fyri hesum 4 telvarunum í skúlanum í Hvalvík. Onkur røða verður hildin og kaffi og kaka verður at fáa.
Kl. 10.30 hava vit fingið lokkað hesar 4 at telva ein dyst saman aftur. Tað verður í dysti í 2. deild í liðkappingini móti havnamonnum.
Vælkomin at heiðra teir.