15/07/2024
3. - 4.august hevur kajakk.fo IPP2 grundskeið í kajakk. Um áhugi er, so er at melda til á heimasíðuni www.kajakk.fo ella at skriva beinleiðis til Sigurð Davidsen.
Tað er ikki vist, at nakað skeið verður á skrá næsta ár.
Sea Kayak Faroe Islands - Tours, trips and Excursions
Sea Kayak tours, excursions, Kayak rental in the Faroe Islands. Contact us! We will tailor a outdoor adventure in a Seakayak with a different view of nature.
14/12/2023
So vóru vit aftur her 🤗
Kanska onkur tykkara hevur hug at vera við í ár 😊
Vit møtastí Álakeri kl 14:00 og okkurt verður eisini at eta aftaná.
Vælkomin við 🤗
📸 Se dette opslag på Facebook https://m.facebook.com/story.php?story_fbid=861876892611227&id=100063667716200&mibextid=cr9u03
✨✨Sunnudagin 17. desember pynta vit kajakkirnar við ljósum og rógva Luciarógving✨✨.
Vit rógva av Álakeri, og koma inn á Vágsbotn uml. kl 15:00✨✨.
🍫🍬🥤Við hava vit karamellur og Mist/kakao, til tey ið koma at heilsa uppá.🥤🍬🍫
28/06/2023
Fuglafjarðar Kjakkfelag skipar fyri kajakktúri frá sandinum í Fuglafirði og út á Varmakeldu leygardagin 1. juli kl 9:30, hvar Atli Petersen kemur at siga ein søgu um Varmakeldu kl 11:00.
Fólk eru eisini vælkomin at koma við báti ella til gongu.
Tað verður møguligt at keypa sær ein heitan kopp av kaffi og kaku.
Verði vælkomin 🙂
25/01/2022
Í dag hevur nevndin havt nevndarfund, nógv gott og spennandi á skánni 👏
18/10/2021
Nevndarfundur, nógv gott á skánni 👏
19/09/2021
Vit hittast, til kajakktúr ella venjingar, hvønn sunnudag kl. 14 á sandinum í Fuglafirði. Øll er hjartaliga vælkomin, tó skulu allir luttakarar verða í bjargingarvesti 😁 Síggjast 👍
17/08/2021
Mánadagin fóru vit ein túr inn í Tróndargjógv, ein hola, ið sambært søgnina, skal hava leitt Trónd í Gøtu undir Ritafjall, soleiðis at hann kom út aftur í Norðragøtu. Eisini sigst, at hann goymdi gullið inni í holuni. Men vit komu tó ikki so langt inn sum vit ætlaðu, tí vit møttu tveimum kópum, ið blokkeraðu gongina. Men annars ein sera væleydnaður túrur, har veðrið og umstøðurnar ikki kundu verið betri.
14/08/2021
Felagstúrur út til Tróndargjógv 🙂
Viðrar, verður felags kajakktúrur út til Tróndargjógv mánadagin.
👉 Vit møtast á sandinum kl. 18.
👉 Túrurin er mettur at taka uml. ein tíma hvønn vegin.
👉 Allar kajakkir eru vælkomnar við, allir luttakarar skulu tó vera í bjargingarvesti!
👉 Havi matpakka og okkurt heitt at drekka við
😊 Síggjast
11/08/2021
Regatta 2021 byrjar fríggjadagin 🇫🇴
Allar kajakkir eru vælkomnar at verða við. Túrurin byrjar á Eiði kl. 14:15 og ró verður til Hósvíkar. Túrurin verður mettur at verða áleið 4 tímar í kajakk (20km), men um man ynskir at taka ein styttri tein, ber eisini til at rógva frá t.d. Oyrabakka til Hósvíkar.
👉 Siglt/róð verður í fylgi við róligari ferð allan vegin suður gjøgnum Sundalagið. Siglingin er skipað í samráð við bjargingabátar, sum eisini hjálpa til, tá farið verður undir brúnna við Streymin.
👉 Man kann melda seg til Regatta á https://www.hvr.fo/tilmelding ella við at ringja á tel. 270212.
👉 Kostnaðurin er 150,-. Íroknað kostnaðin er ein góður døgverði frá Ruben Busk og onnur tiltøk inni á økinum.
18/07/2021
Í dag hava hesi rösku fólkini fingið IPP2 prógv. Skeiðið, á 16 tímar, varð hildið í Fuglafirði av Kajakk.fo. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku við prógnum 🇫🇴
04/07/2021
Vit hava havt eina festliga løtu heima á oyruni við gummibátarógvikappingum og kajakk-rógvikapping 🙂
👉 Í kappingini fyri børn vann Dánial Petur Abrahamsen
👉 Í kappingini fyri vaksin og børn vunnu Eyðun og Jónas
👉 Í kajakkrógvikappingini var kappingin sera hørð, men hana vann Benjamin Sikivat.
Til lukku :)🇫🇴Og øll hini: takk fyri luttøku, heppikór og stuðul. Hetta gera vit aftur 👏👌