ÍF

ÍF

Del

ÍF er stovnað 25. mars 1946. ÍF stendur fyri Ítróttarfelag Fuglafjarðar og er fótbóltsfelagið í Fuglafirði.

01/08/2026

Dystardagur!🔴⚪️

🏆 1. Deild, menn
🆚 EB/Streymur
⏰ leygardagur, 1. august, kl. 13:00
🏟️ Leirvík

29/07/2026

Leygardagin ber til at fara ein túr til Leirvíkar at stuðla okkara 1. deildar monnum, sum nú skulu í eldin aftur eftir ein stuttan summarsteðg.
Vegna vallarskifti verður dysturin leiktur í Leirvík.

🏆 1. Deild, menn
🆚 EB/Streymur
⏰ leygardagur, 1. august, kl. 13:00
🏟️ Leirvík

Photos from ÍF's post 16/07/2026

So vóru aftur landsliðsboð til Fuglafjarðar 🤩👏🏻

Jákup Mortensen, landsliðsvenjari, hevur úttikið hópin, ið skal umboða Føroyar á WU15 liðnum í sambandi við Baltic Cup í Litava 18. - 26. august 2026.

Við í hópinum eru tvær av okkara:
Eleonora Emilie Ánike Lambaa og
Emma Feilberg 👏🏻👏🏻

Hjartaliga til lukku, tit báðar! Og bestu eydnu 😍👏🏻

Koyrið á 🥳🥳

15/07/2026

Jens Olsen er reyður!

Beint áðrenn flytingargluggin lat aftur fríggjadagin, skrivaði Jens Olsen undir sáttmála við ÍF og verður partur av hópinum restina av kappingarárinum 2026.

Jens er 23 ára gamal og kemur úr B71, har hann hevur spælt higartil í ár. Hann er ein stórur og sterkur miðverji, sum við sínum kropsliga styrki og arbeiðssemi fer at styrkja verjuna hjá ÍF.

Hóast sín unga aldur hevur Jens longu spælt 37 dystir í 1. deild og hevur harvið fingið góðar royndir á høgum stigi.

Vit bjóða Jens hjartaliga vælkomnum til ÍF og ynskja honum bestu eydnu í reyðu troyggjuni!

Kelda og mynd: Faroesoccer

Photos from ÍF's post 07/07/2026

Vallarskifti

Góðu tit,
Sum kunnugt skal graslíkið í Fløtugerði skiftast út!
Arbeiðið at taka gamla vøllin av er liðugt og tók 2 dagar, har annar dagurin bleiv heilt langur!
Vit fáa ikki lýst við orðum, hvussu takksom vit eru fyri hjálpina, ið vit hava fingið í hesum sambandi!
Uml. 30 fólk hava verið og hjálpt til!
Alt er sjálvboðið arbeiðið!
Summi av hesum fólkum hava brúkt 20 tímar uppá 2 dagar - Og arbeiðið hevur verið sera tungt fysiskt!
Onki hendir av sær sjálvum - og tá tungar og stórar uppgávur liggja á fáum hendrum, gerst arbeiðið lættari, tá bæði selskapið og veðrið er gott!
Takk, takk, takk!! 💪👏🏻❤️

Nú vallarskiftið fer fram skulu vit boða frá, at tað er ikki loyvt at vera á økinum! Økið er sera skitið, og undirlagið smittar sera illa og kann oyðileggja klæðir og skógvar!
Fyri at umganga, at ÍF húsið verður ov skitið, er heldur ikki loyvt at uppihalda seg í húsinum í tíðarskeiðnum arbeiðið varir!
GG! Tó kunnu limir í fitness framvegis venja. Vinarliga brúkið hurðina í erva 😄

Vit mæla til, at foreldur/avvarðandi greiða børnunum frá hesum! 🙂

Fleiri myndir av vallarskiftinum kunnu síggjast á Eysturoyarportalinum 😁

Blíðar heilsanir
Nevndin

Photos from ÍF's post 07/07/2026

Góðu øll somul,
Av hjarta takka vit tykkum mongu, sum vitjaðu okkara tiltøk á Varmakeldu!
Takk øll, sum á ein ella annan hátt hjálptu til!
Ein stór tøkk til fyriskipararnar, Ørvar og Atla, fyri at skapa eitt gandakent tiltak á sandinum við sjórænarum, sluppum, tyrlu v.m. Eitt serstakliga flott show, sum vit ongantíð fara at gloyma.
Takk til øll feløgini, sum luttóku í skrúðgonguni!
Takk øll, sum vitjaðu í Fløtugerði sunnudagin. Ein dagur, sum vit halda eydnaðist heilt væl við rekord nógvum fólkum ❤️ Og takk til Bassa frá Betri Banka, sum vitjaði og bjóðaði bomm og sunkist 🥰
Alt hetta bar til við góðum fíggjarligum stuðli frá lokalum fyritøkum - hetta takka vit av hjarta fyri 👏🏻🤗
Nevndin

06/07/2026
06/07/2026

Vit eru farin í gongd við arbeiðið at taka vøllin av!
Arbeitt verður til kl. 21:00 í kvøld í hesum fantastiska veðri 😁
Eingin noyðist at keða seg - Øll eru vælkomin at hjálpa 🤗🤩❤️⚽️

05/07/2026

Onkrir feilir í klokkutíðum hava verið í skránni fyri sunnudegnum, sum bleiv løgd út fyrr í vikuni 😁
Hendan skráin er galdandi í dag ❤️
Vit gleða okkum at síggja stór og smá í Fløtugerði í dag 🤩

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Fuglafjørður?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Type

Internet side

Adresse


Fløtugerði
Fuglafjørður
530