24/07/2026
Legulív🏕️ uha vit hava uppliva nógv🤩. Vit hava byggt legupláss, veri til legubál, haft føðingardag og mangt mangt annað. Sunnudagin fara vit av leguøkinum, tó vit halda vit júst eru komin. 😔
Hetta er Facebook síðan hjá KFUM og KFUK skótunum í Fuglafirði, Erlu Kongsdóttir og Gullbrandi. Skótar (5.fl og eldri) Týsdag kl 19:00-21:00.
Meiri kunning er á "skótarnir í fuglafirđi (bólkur)"
Smáskótar (2-4.fl) Týsdag kl 16:30-18:00.
24/07/2026
Legulív🏕️ uha vit hava uppliva nógv🤩. Vit hava byggt legupláss, veri til legubál, haft føðingardag og mangt mangt annað. Sunnudagin fara vit av leguøkinum, tó vit halda vit júst eru komin. 😔
16/07/2026
Spejdernes Lejr🏕️ Týsdagin komu vit til Danmarkar, har vit fóru í Spejder Skoven. Her hava vit hugna okkum, gingið túrar í skógnum, heinta jarðber og gjørt góðan mat🌲🌭. Í morgin fara vit í Forup Sommerland, har vit fara at brúka meginpartin av degnum. Leygardagin fara vit víðari til Sjællands har Spejdernes Lejr er.
12/07/2026
Spejdernes Lejr🏕️
Týsdagin 14 juli fara 22 skótar úr Fuglafirði til Danmarkar á skótalegu. Tey fara fyrst at vera fimm dagar í einum skógi í Norðurjyllandi, har tey koma at uppliva eina ørvísi náttúru enn ta føroysku.
Frá leygardegnum 18/7 til sunnudagin 26/7 vera skótarnir á Sjællandi, har tey luttaka á “Spejdernes Lejr”. Legan er staðsett uttanfyri Roskildi, í einum vøkrum nátúruøki, “Hedeland naturpark”, við ein bý ið eitur Reerslev. SL, sum legan vanliga verður rópt, er landslegan fyri allar danskar skótar. Á leguni luttaka á leið 30.000 skótar, úr Danmark og eisini úr øllum heiminum. Skótarnir úr Fuglafirði skulu búgva saman við KFUM skótunum í Højne, sum eisini er vinarbólkur okkara. Við hesum fara skótarnir vónandi at knýta vinarbond fyri lívið.
Øll eru vælkomin at vitja á leguni, tó skulu tit boða frá hjá okkum fyrst.
Legan er eitt gott høvi at uppliva fjølbroytari mentan, og skótalívið tá tað er best⚜️.
Skótarnir úr Fuglafirði lenda aftur í Vágunum mánadagin 27/7.
07/07/2026
Skótahjálpin latið 100.000 krónur til Venesuela Skótahjálpin í Føroyum hevur latið 100.000 krónur til neyðhjálpararbeiðið í Venesuela í sambandi við ógvisligu jarðskjálvtarnar, ið raktu landið herfyri.
04/07/2026
Varmakelda 2026
Skótarnir marcheraðu, grillaðu pylsur og skipaðu fyri fiskikapping.
Eisini var eitt stórt tiltak við sjóranarum 😊
04/07/2026
So er skótabixin opin !
Pylsa og pylsubreyð 20kr
Sunkist 10kr
Vælkomin 😊
18/06/2026
Takk fyri eitt fantastist skótaár⚜️☘️
Hetta ári hevur bjóða eitt hav av ymiskum upplivingum fyri bæði sórar og smár skótar, og vit gleða okkum longu til at byrja aftur eftir summarfrítíðina.
Týsdagin høddu vit summararvaslutning við eini stuttligari postarenning.
vit byrja aftur 18.august og gleða okkum at møta nógvum nýggjum skótum ⚜️☘️
Teir stóru skótarnir fara á spejdernes lejr í júlí, tað gleða vit okkum nógv til⚜️☘️⚜️☘️
18/06/2026
17/06/2026
13/06/2026
Føroyskir skótar í Kambodja fyri at fáa altjóða limaskap [ Tín lýsing her ] WAGGGS, sum stendur fyri World Association of Girl Guides and Girl Scouts, er heimsfelagsskapurin fyri gentuskótar.Føroyska skótarørslan hevur frammanundan atlimaskap gjøgnum donsku skótarørsluna, men í fleiri ár hevur verið mett, at føroyska skótarørslan eigur at t...