Hósvíkar Róðrarfelag

Hósvíkar Róðrarfelag

Del

Hósvíkar Róðrarfelag varð stovnað í 1974. Felagið eigur fýra kappróðrarbátar.

Photos from Hósvíkar Róðrarfelag's post 30/05/2026

Hósvíkar Róðrarfelag luttekur á Norðoyastevnu við 3 manningum. Vit gleða okkum at síggja øll rógva í dag 💙🖤

💙Heykur barnaróður gentur rógva kl. 14:40
💙Falkur dreingir 17-18 ár rógva kl. 17:10
💙Hósvíkingur kvinnur rógva kl. 17:30

Vit vóna at síggja nógv viðhaldsfólk, sum kunnu stuðla okkara manningum🚣🚣‍♂️

Vit ynskja øllum manningunum góða eydnu í kappingini – koyrið á! 💙🖤

Á myndunum síggja tit hvørji rógva við okkara bátum. 🚣💙🖤

Øll eru hjartaliga vælkomin í neystið tá rógvarirnir koma til bygdina aftur 🤩

Barnaróður á norðoyastevnu 2026 30/05/2026

Her kunnu tit síggja barnaróðurin 👇
Okkara gentur rógva kl. 14:40 við Heyki 🤩💙💙

Barnaróður á norðoyastevnu 2026 Barnaróðurin á norðoyastevnu 2026 verður stroymdur her

26/05/2026

Venjing fyri vaksin 16+ verður í róðrarneystinum í dag kl. 17:00 💪
Kom við💙💙

05/05/2026

Hevur tú hug at royna teg sum róðursfólk?💙

Vit i HVR, leita eftir einum at styra hjá einari gentu barnamanning🤩
Tær eru festligar og raskar💪

Um hetta hevur tín áhuga, ella kennir tú onkran, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Áki Hammershaimb Olsen tlf. 260060☺️

Vit eru áhugaði í bæði óroyndum og royndum róðursfólki, sum er eldri enn 18 ár. Viðkomandi skal verða fyltur 18 ár áðrenn 1. jan 2026.

28/04/2026

Venjing fyri vaksin kl. 17, kom við🤩

21/04/2026

Felags venjing fyri vaksin verður í neystinum í dag kl. 17:00 - 18:00👏💙💙
Stuttligt og gevandi 🤩
Øll hjartaliga vælkomin 👍

14/04/2026

Felags innanduravenjing fyri vaksin er kl. 17 - 18 í dag👏
Kom við💪

07/04/2026

Felags innandura venjing fyri vaksin verður í róðrarneystinum kl. 17-18 í dag 💪

Kom við, tað er stuttligt og gevandi 👏💙

01/04/2026

Ein heilt serlig morgunvenjing hjá Masters í morgun.

Photos from Hósvíkar Róðrarfelag's post 12/03/2026

Nýggi Falkur er komin til bygdina. 💙💙

Í kvøld hava vit verið og heintað nýggja 5-mannafarið hjá felagnum. 🚣‍♂️

Báturin er smíðaður av Sámali Hansen, og vit eru sera takksom fyri tað stóra arbeiði, sum er lagt í.

Komandi tíðina verður báturin lakkeraður í nýggja goymslubygninginum á kaiini.🧑‍🎨

Ein stórur dagur hjá felagnum – og vit gleða okkum til báturin sæst úti á sjógnum! 🚣‍♂️🇫🇴

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Hósvík?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Telefon

Internet side

Adresse


Hósvík
420