24/05/2026
Gloymd klæðir⚫️
Tað liggja nógv gloymd klæðir í lonini við Hoyvíksvøllin. Vinaliga farið framvið um tit saknað okkurt!
Vælkomin á almennu Facebook síðuna hjá FC Hoyvík.
24/05/2026
Gloymd klæðir⚫️
Tað liggja nógv gloymd klæðir í lonini við Hoyvíksvøllin. Vinaliga farið framvið um tit saknað okkurt!
13/05/2026
Vit síggjast til dyst hósdagin kl 15.00
09/05/2026
Bláa Lonin er opin ímeðan dysturin er
09/05/2026
Dystardagur ✔️
Í dag frá kl 17.00-19.00
Tað eru framvegis fleiri sum ikki hava avgreitt limagjaldið, og fingið útflyggja limaklæðini og eitt limakort. Tí verður møguleiki at fáa hettar avgreitt ímillum 17.00-19.00. Tá ber til at koma í "Bláu loninina" at fáa hettar avgreitt, umframt at fáa fatur á limaklæðum.
So tit sum ikki hava avgreitt hettar, kom so í "Bláu lonina" ímillum kl 17.00-19.00.
Til ber at gjalda umvegis holdsport, ikki øll finna hvar ein kann gjalda, men far inn á "indstillninger" og vel síðani "Betalingsoverblik", har ber til at gjalda.
Um tað ikki riggar, so vegleiða vit á staðnum
FC Hoyvík leitar eftir einum venjara!
Býr ein venjari inni í tær?
FC Hoyvík søkir nú eftir einum ágrýtnum og eldhugaðum venjara til okkara U18 árgang. Vit leita eftir einum, ið hevur hug at venja ungar leikarir, og sum vil vera við til at menna bæði fótbóltsførleikar og trivnað í felagnum.
Sum venjari í FC Hoyvík verður tú partur av einum virknum og jaligum felagsskapi, har samstarv, gleði og menning eru í miðdeplinum.
Um starvið:
Starvið fevnir um at fyrireika og leiða venjingar, skapa eitt trygt og stuttligt venjingarumhvørvi, og stuðla leikarunum í teirra ítróttarligu og persónligu menning.
Vit vænta ikki, at tú hevur drúgvar venjaraútbúgvingar frammanundan – tað týdningarmesta er, at tú hevur áhuga fyri fótbólti, ert álítandi, og hevur hug at arbeiða við ungum spælarum. Royndir sum leikari ella venjari eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. FC Hoyvík leggur dent á at stuðla okkara venjarum við vegleiðing og menningarmøguleikum.
Starvið verður lønt við ítróttarsamsýning.
Hevur tú hug at gerast partur av FC Hoyvík og gera mun fyri okkara leikarar? So hoyra vit fegin frá tær.
Spurningar og umsóknir kunnu sendast til:
[email protected]
Vit gleða okkum at hoyra frá tær!
01/05/2026
⚽️ Limadagur hjá FC Hoyvík
Mánadagin 4. mai kl. 17.00 er limadagur hjá FC Hoyvík í skúlanum við Løgmannabreyt, í skúlastovuni hjá 1. flokki. Øll eru vælkomin 😊
Limagjøld:
U5 – ókeypis
U7 – 800 kr.
U8 & U9 – 1.000 kr.
U11 og eldri – 1.200 kr.
200 kr. systkinaavsláttur
Uppkrav um limagjald er sent út umvegis holdsport, og har ber til at avgreiða limagjaldið longu nú. Um tað ikki riggar, so vegleiða vit á limadegnum, ynskiligt er at limagjaldið verður goldið umvegis holdsport.
Limagjaldið kann eisini gjaldast á staðnum (vit vegleiða), og møguleiki er eisini at gjalda eftir nærri avtalu.
Tað er í kvøld kl. 18.30 at FC Hoyvík hevur aðalfund í lonini, verið vælkomin!
29/04/2026
Á limadegnum mánadagin 4. mai⚽️
Keyp FC Hoyvík fótbóltdhosur!
29/04/2026
⚽️ Limadagur hjá FC Hoyvík
Mánadagin 4. mai kl. 17.00 er limadagur hjá FC Hoyvík í skúlanum við Løgmannabreyt, í skúlastovuni hjá 1. flokki. Øll eru vælkomin 😊
Limagjøld:
U5 – ókeypis
U7 – 800 kr.
U8 & U9 – 1.000 kr.
U11 og eldri – 1.200 kr.
200 kr. systkinaavsláttur
Limagjaldið kann gjaldast á staðnum, men møguleiki er eisini at gjalda eftir nærri avtalu.