23/05/2026
🎷🎼
Hetta er almenna síðan hjá Bóltfelagnum Royn. Alt tilfar, ið er viðkomandi fyri felag og fjepparar felagsins. oktober 1923
Nevndin
Jens Christian Joensen, formaður
Durita Randrup Poulsen, næstforkvinna
Jóhannes Liasson Rasmussen, kassameistari
Elin Maria Müller, skrivari
Frits Marius Eið
____________________
Samskipari
Jens Hákun Leo (tlf.: 267784)
____________________
Bóltfelagið Royn
Bíarvegur 114
FO-850 Hvalba
Faroe Islands
Stovnað
23.
23/05/2026
🎷🎼
06/05/2026
Hanus Toftheyggj hevði í ár heiðurin av at seta bygdastevnuna í Hvalba, ið var hildin 1-3 mai, og hevði hann sera góða og fevnandi røðu. Røðan hjá Hanusi kann lesast her:
Góðu hvalbingar, góðu gestir – og øll tit, sum eru komin saman her í dag.
Tað er mær ein stór gleði og heiður at sleppa at seta bygdastevnuna í Hvalba í ár.
Í nógv ár hevur Bygdastevnan í Hvalba verið hildin Dýra biðudag, eins og hon aftur er í ár - í ár fellur hon so eisini á ein annan merkisdag, nevniliga arbeiðaradagin 1. mai og hetta ger hana ikki minni sermerkta. Hetta er ein góð, hugnalig og savnandi stevna, sum er til gleði fyri okkum øll bygdafólk og gestir, og sum serliga børnini síggja fram til – heima hjá okkum hevur tað eisini dúgliga verið spurt nær stevnan verður – og Mikkjal tann yngsti hevur spurt, nær byrjar ólavsøkan í Hvalba.
Eg minnist væl, tá eg sum barn slapp á bygdastevnu – hetta var stórt og nógv varð gjørt burturúr – allur sunnari endin í Roynhøllini varð gjørdur til básar, og har kundi ein skjóta rósir, spæla 21 spæl, nittuspæl o.a. og tann vælumtókti tarvurin var uttanfyri í teltinum. Um kvøldið var møti og síðan dansur, so okkurt var fyri øll. Hetta var sum sagt mitt í 90-unum at undangongufólk hjá Royn tóku stig til fyrstu bygdastevnu, sum síðani er vorðin ein fastur og afturvendandi táttur her í Hvalba.
Eg minnist serliga væl, at eg hesa einu bygdastevnuna, fekk 21 í 21-spælinum – hetta merkti at eg hevði vunnið og kundi velja mær ein vinning av ovastu hill, har teir flottastu vinningarnir vóru. Eg valdi mær ein bláan rock spæligittara, við einum lítlum hátalara og eini hoyramikrofon. Á somu hill kundi man eisini vinna eitt komplett sett við 12 knívum, gaflum og skeiðum av tí tá nokkso nýggja og vælumtókta Victorinox, sum hevði eitt virðið á fleiri túsund krónur. Eg var tó púra greiður og ivaðist onga løtu í, at tað var gittarin eg vildi hava – og hetta minnist eg enn aftur á sum eina sera góða kenslu av at hava vunnið og fingið júst tað eg faktiskt ikki visti, at eg ynskti mær.
Í flestu útjaðarum í Europa og eisini í teimum londum, sum vit vanliga samanbera okkum við, eru somu avbjóðingar sum vit kenna til her hjá okkum í suðuroynni og í Hvalba – tað er avbjóðandi at halda uppá ungdómin, og at tiltrekkja ungar barnafamiljur. Eitt pulsserandi miðstaðarøki er ofta tað sum trekkir meira enn ein sjarmerandi bygd og bygdarlív. Eg havi ofta hugsa tankan, um tað er nakað vit kunnu gera, fyri at okkara børn og ungu venda aftur, tá tey einaferð hava verið úti í verðini, hvat er tað sum skal til fyri at tey kunnu síggja eina framtíð fyri sær her – hetta er hvussu so er ein góður spurningur, og um tað var eitt greitt og einkult svar, so høvdu vit nokk ikki havt hesa avbjóðingina.
Eitt sum eg hugsi hevur stóran týdning, er at vit geva okkara børnum røtur og veingir – Røtur, við at tey kenna tryggleika, nærveru, ein felagsskap og ein heimstað. Í einari bygd sum Hvalba síggja vit júst hetta í verki. Børn, sum vaksa upp her, kenna fólkini rundanum seg, tey eru flest øll partur av felagsskapum sum Royn og uppliva siðir og tiltøk sum geva teimum eitt sterkt fundament og eina kenslu av at hoyra til.
Við at geva børnum veingir merkir, at tey fáa dirvi at royna seg, at menna sínar førleikar og at tora út í heimin. Tá børn fáa møguleika at íðka ítrótt, spæla, royna seg og vera saman við øðrum, so fáa tey júst hesar veingir. Her kemur aftur týdningurin av tí góða felagsskapinum fram, og har eitt felag sum Royn hevur ein heilt serligan leiklut. Fyrst og fremst er hetta við til at geva børnunum kensluna av at verða partur av einum felagsskapi. Tað lærir tey samstarv, ábyrgd, virðing, tol og gevur teimum sjálvsálit.
Børn, ið hava røtur, tora at brúka sínar veingir. Eitt barn, sum kennir seg trygt, torir meira, og eitt barn, sum hevur góð minnir og kennir til felagsskap, hevur nakað at koma aftur til.
Í tí sera vakra og vælyrkta sanginum hjá Steingrím Niclasen um heimbygdina, minnist hann aftur á barndómsminnir her í Hvalba. Og eg siteri fyrsta ørindi í sanginum.
Ongantíð úr tínum minni kámast myndin,
sum í barnahugsan rist og ritað varð,
tá tú spældi dagin langan lætt sum hindin
øllum bønum í og uttan fyri garð.
Ó, so mangan tú í dreymunum ert heima
livir aftur tína sælu barndómstíð,
og um bøin allan sleppur tú at sveima,
fara fjøllini og klíva homrum í.
Hóast Steingrím ikki sjálvur vendi heimaftur, so vísir hann her meistarliga týdningin av góðum minnum.
Eg minnist eisini sera væl tá Arnfinn Ziskasen ein dag í mai fyri eini 34-35 árum síðan, kom í epladeildina og spurdi pabba um eg ikki hevði havt huga at koma at spæla fótbólt. Tá var Arnfinn júst komin aftur úr Íslandi og vildi samla eitt smápiltalið. Hann bleiv mín fyrsti venjari – seinni bleiv so Levi venjari, og so í nógv tey flestu árini, var tað Trygvi sum ótroyttiliga gekk við okkum øllum á plenuni og í flotanum, og ferðaðist her suðuri og norðureftur, og var við til at leggja gott í beinið, og geva okkum eina góða felagsskaps kenslu og nógvar ógloymandi upplivingar. Hetta eru alt fólk, sum saman við skiftandi nevndum í Royn, hava verið við til at tryggja tann góða felagsskapin, sum hevur havt og framvegis hevur ein so sera stóran týdning fyri bygdina. Hesin felagsskapur hevur øll míni barnaár í Hvalba verið rótin og drívmegin í trivnaðinum hjá børnum, og eisini hjá vaksnum.
Í dag búgva vit í eini bygd har sera nógv tilboð eru fyri børn og vaksin, eitt nú kann nevnast, skermfríð vika sum verður í næstu viku, sjórænaradagur, vatndagur og nógv annað, har foreldur og eldsálir ganga undan, og leggja nógv fyri, fyri at skapa trivnað og góðar upplivingar og góð minnir fyri okkara børn. Alt hetta er við til at geva børnunum og okkara ungu eina kenslu av, at her hoyri eg til og her er gott at verða, og sum vónandi eisini er viðvirkandi til, at tey einaferð fara at hugsa, at her vil eg eisini at míni børn skulu vaksa upp.
Tá ið vit hyggja í skránna fyri bygdastevnuna, síggja vit eisini nakað, sum vit kunnu vera serliga errin av, og tað er breiddina í felagsskapinum.
Her eru nógv ymisk feløg og bólkar umboðaðir – Royn og Nýggjársnevndin skipa nú fyri bygdastevnuni, men bæði Lítla Dímun, Kirkjan, Vitnið, Dagtilhaldið/pensjónistar og onnur eru aktivir luttakarar í stevnuni. Tað vísir, at bygdastevnan ikki er eitt tiltak fyri fá, men nakað, sum nógv taka lut í og kenna ábyrgd av.
Fræið sum var sátt mitt í 90-unum, av undangongufólki í Royn, hevur yvirlivað og er enn við til at geva bygdafólkum og gestum góðar og minniligar upplivingar. Mín vón er, at Royn saman við hinum felagsskapunum í bygdini halda fram við at verða rúmligir felagsskapir, sum bindir fólk saman, og geva børnum og okkum vaksnum góðar upplivingar – tí vit skulu minnast til, at børn minnast ikki dagar, tey minnast løtur.
Eg fari at enda við síðsta ørindi av sanginum hjá Steingrími:
Um nú onkur setir spurning tær at gita,
hvør í bygdin er, sum ein av øllum ber,
ja, tú ivast onga løtu, tí øll vita,
bygdin fram um allar bygdir Hvalba er.
Takk fyri og góða bygdastevnu øll somul.
Ein stór tøkk til øll sum hjálptu við Bygdastevnuni í Hvalba.
Takk til tykkum øll, sum stóðu í básum, hjálptu til í køkinum, lótu lutir, køkur og mat, og sum á ymiskan hátt vóru við til at gera bygdastevnuna so væl eydnaða.
Hjartaliga takk fyri.
Tað snýr seg um gleðina av at spæla fótbólt 😊⚽️
03/05/2026
Vit hava nú vigað tjógvið sum hevur ligið frammið i høllini um vikuskiftið, har vóru nógv góð boð alt millum 22,6 kg og 1,9 kg. Tó var bert 1 sum gitti rætt, og tað Andre Thomsen sum gitti 4,6 kg😃
Vit hava trekt lutaseðlarnar sum blivu seldur á bygdastevnu og vinnara seðlarnar eru hesir.
Fólkafundur á Lítla Dímun : hvítur seðil, G10966
Gávukort Hafnia : myrkagrønur seðil, G19565
Gávukort Atlantic : ljósagrønur seðil, F39536
Málningur : hvítur seðil, G10944
Vinnararnir eru kunnaðir😃
02/05/2026
Komið ein túr til Hvalbiar á bygdastevnu, veðrið er gott😍🥰
02/05/2026
Ein partur av tivoli er opið nú í morgun🎡🤩😄
So er klárt😍🥳
25/04/2026
Hetta er skráin til Bygdastevnuna í Hvalba ⚽️💙🎆🍿😍
G.G.
30.04.26 Sjavskapping kl. 18:30 í hølinum hjá arbeiðarfelagnum Roynd.