Dagføring 17.07.2027 🐟🎣
Nýskornir kjálkar og lippur, umframt at nakrar fáar eskjur av ræstum fiski eru eftir.
Stuðla Drivinum við at keypa kjálkar, lippur og ræstan fisk:
Eskjur á 5 kg
- Kjálkar 400 kr per eskju
- Ræstur fiskur 700 kr per eskju
Umframt Lippur á 200kr/kg
Drivið hevur konto 9181-6014188.
Send eitt SMS ella ring á
592118 Poul Jacob ella 288703 Hans Jørgin
Drivið
Drivið verður eitt savningarstað og ein lopfjøl til eitt virkið frítíðarlív. Eitt róðrarneyst, venjingarstað, motorframsýning, verkstað, sauna og felagsrúm.
Stuðul til Drivið kann latast á konto: 9181 6014188. Takk fyri stuðulin😊
03/07/2026
Nú er Drivið eisini at finna á heimasíðuni hjá Nordeagrunninum. Vit eru so sera takksom fyri tann stuðul og uppbakning, sum verkætlanin hevur fingið, at nú vænta vit eisini, at 16 tey seinastu %ini koma upp á pláss 😊
Eftir tíðarætlanini verður arbeiðið boðið út fyrst í 2027.
Drivið, det nye samlingspunkt for et aktivt fritidsliv i Hvannasund Drivið planlægges opført på havneområdet i Hvannasund og skal danne ramme om aktiviteter på, i og langs havet. Ambitionen er at skabe et åbent og inkluderende sted, hvor idræt, kultur og selvorganiserede aktiviteter kan eksistere side om side. Nordea-fonden støtter med 4,2 mio. kr. til udvi...
19/06/2026
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýggja savningarstaðnum fyri eitt virkið frítíðarlív í Hvannasunds kommunu
Nordeagrunnurin hevur játtað 4.283.921 kr. til menning av Drivið – eitt nýtt savningarstað til eitt virkið frítíðarlív í Hvannasunds kommunu. Við hesi játtan verður verkætlanin flutt longur fram á leið. 4 milliónir eru játtaðar til bygging, men 283.921kr eru játtaðar til nýggja frítíðarútgerð.
Drivið skal byggja á havnalagnum í Hvannasundi, sunnanfyri byrgingina. Drivið skal vera karmur um frítíðarvirksemi í, á og framvið sjónum. Endamálið er at skapa eitt opið og inkluderandi stað, har ítróttur, mentan og sjálvskipað virksemi kunnu trívast lið um lið.
Flekisblar karmar til fjølbroytt virksemi
Verkætlanin tekur útgangsstøði eini einfaldari men framsøknari visjón: skapa eitt stað, har fólk í øllum aldri og við ymsum áhugamálum kunnu møtast, vera virkin og luttaka í felagskapum. Drivið skal styrkja verandi virksemi, men somuleiðis opna upp fyri nýggjum møguleikum í nærumhvørvinum. Tað er útgerð til hesar møguleikar játtanin til útgerð er til.
Tað serliga við Drivinum er breiða tilgongdin bæði fyri virksemi og brúkarar. Bygningurin er hugsaður sum ein karmur fyri alt frá rógving, motorumvæling og frítíðarvirksemi sum kajak, stand-up paddle og havsvimjing. Samstundis fáa sjálvskipaðir bólkar sum dypparar, súkklarar, klintrarar, og gongufólk góðar umstøður.
Væl grundfest í lokalumhvørvinum
Stigtakarar handan verkætlanina eru Norðdepils- og Hvannasunds Róðrarfelag og Norðoya Motorsavn. Verkætlanin er ment í samstarvi við ein breiðan brúkaraskara, herundir ung í kommununi, feløgini og sjálvskipaðir bólkar. Hendan tilgongdin tryggjar, at Drivið tekur støði í veruligum tørvum og ynskjum - og harvið fær sterkt lokalt grundfesti.
Fígging og núverandi støðan
Við stuðlinum frá Nordeagrunninum er fíggingin nú væl á veg. Uml. 84% av samlaðu fíggingini er játtað og projekteringin er byrjað.
Afturat Nordeagrunninum hava Lokale- og Anlægsfonden (LOA) og Hvannasunds Kommuna stuðlað verkætlanini.
Drivið væntast at vera nýggja knútapunktið í økinum, ið kemur at eggja til rørslu, styrkja felgskapir og økja um trivnaðin - serliga hjá børnum og ungum.
09/04/2026
21/03/2026
Vinnaratølini frá lutaseðlunum á vármarknaðinum eru her😊
19/03/2026
Enn ber til at keypa sær lutaseðil. Drigið verður á vármarknaðinum leygardagin 21.mars. Nógvir góðir vinningar, m.a. ein málningur frá Livar og ein grindaknívur, ið Hans Jørgin Nysted hevur gjørt.
Seðlarnir kosta 10kr stk.
Tú kanst keypa lutaseðlar við at flyta pening á konto 9181 6014188 og senda Drivinum eini boð við screenshot av flytingini. Tú fært síðani eini boð við mynd av tínum lutaseðlum. Takk fyri stuðulin🫶🏻😊
11/03/2026
Vit síggjast 21. mars😊🌷
Tombola byrjar kl 15 og eydnuhjólið byrjar kl 17🤩
14/02/2026
21. mars verður vármarknaður á Fossánesi til frama fyri Drivið🌷
14/02/2026
04/02/2026
Kjálkar og ræstur fiskur til sølu til frama fyri Drivið.
Eskjur á 5 kg
-kjálkar 400kr per eskju
-ræstur fiskur 700kr per eskju
Ring ella send sms á
592118 (Poul Jacob) ella 288703 ( Hans Jørgin)
Skal rindast á konto 9181-6014188.
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Internet side
Adresse
Sundsvegur 2
Hvannasund
740