Dart nyggjheitir

Dart nyggjheitir

Del

Her kemur alt tað nyggjasta innan føroyskt og altjóða dart.

19/03/2022

Føroyar A - Svøríki B 6-9
Føroyar A - Svøríki A 6-9
Føroyar - Svøríki kvinnur 0-9
Føroyar - Svøríki kvinnur 1-9

16/03/2022

Frá fyriskiparunum av Tórshavn Open og Faroe Islands Open

// Playing Format for the Tórshavn Open and Faroe Islands Open //
FRIDAY (18th of March) warm-up tournament 19:00 Pairs (registration ends 18:00) entry fee DKK 75 (per player)
SATURDAY (19th of March) Tórshavn Open 2022 9:00 – 10:00 registration period; entry fee DKK 150 11:00 start women’s and men’s singles
SUNDAY (20th of March) Faroe Islands Open 2022 9:00 – 10:00 registration period; entry fee DKK 150 11:00 start women’s and men’s singles
• Singles tournaments are WDF registered and ranked tournaments. WDF Playing And Tournament Rules apply.
• Seeding will take place in accordance with the WDF Main Table, version March 9th 2022. 8 male players and 4 female players will be seeded into the round robin. To maintain the seeding, players must win their groups.
• During the tournament, photos and videos of all matches can be made for promotional purposes. Participants commit themselves to this by means of registration. From the first round to the final, players are obliged to play matches that can be recorded (live) for live stream or television.
• The organizers have the right to change the time-schedule.
• Tournaments are played in the round robin --> knock-out format.
• Before the game starts, every player is allowed to throw at least six practice darts on the lane where he or she is to play.
• All questions concerning score checks have to be asked before the player throws again.
• Dresscode is according to WDF rules
• In the whole playing area, drinking alcohol is forbidden for all players. Players who ignore these rules receive a warning; the second warning means that the player will be taken out of the tournament immediately.
• When a player doesn’t show up at the prize ceremony, he or she loses the right to receive prize money/trophy. Prize money will be paid in cash DKK.
• You are NOT to be called out for round robin matches. You’ll find the time-schedule on the lanes where you play.
• Players will throw for the bull to decide who starts the first leg. The player/pair who is first on the match sheet will throw for the bull first. The winner of the bull will start every odd numbered leg. In the pairs, the player who throws first, will throw first every leg.
• Tournament officials assaign markers for all matches. In the round robin, the time-schedule also shows, who is the marker. In the first knock-out round, some players will have to mark before they play themselves. After that the loser of the match will have to mark the next match on the same board. If a player refuses to mark, and does not find a substitute, the player will be disqualified for this year, or the next year’s edition if the players are already out of the tournament.
• Everybody is obliged to stick to the rules and follow the directions from the tournament officials.
• DartConnect will be used for all floor and stage matches.
PLAYING FORMAT (501 – straight in, double out)
Pairs
Women’s singles
Men’s singles
Round robin
Best of 5 legs
Best of 5 legs
Best of 5 legs
Knockout matches
Best of 7 legs
Best of 7 legs
Best of 7 legs
Final
Best of 7 legs
Best of 7 legs
Best of 9 legs

15/03/2022

Kom á Glasir fríggjadagin, og heppa uppá okkara landslið

Skráin fyri landsdystirnar verður hendan:
Kl 16:
Fyrst spæla
Føroyar B - Svøríki A
Føroyar A - Svøríki B
Føroyar kv - Svøríki kv
Og so aftur liðdystir
Føroyar A- Svøríki A
Føroyar B- Svøríki B
Føroyar kv - Svøríki kv
Vit koma at stroyma frá onkrum dystum.
Leinkja og onnur info koma seinri
Vinarliga
Dartsamband Føroya

14/03/2022

So koyra vit uppá seinastu vikuna, til stóru altjóða kappingarnar verða. Hvørji eru so favorittar at vinna. Í dag fara vit at hyggja uppá kvinnurnar. Her hava vit Nr 45 á WDF styrkilistanum Kriztina Csombok, sum kann koma rættiliga langt. Eisini er fyrrverandi norski landsliðsleikarin Elin Eiksdal við, og hana kenna fleiri av føroysku leikarunum frá Iceland Open. Hon kann gott spæla dart eisini, og hevur hon ein góðan dag, kann verða ringt at steðga henni. So er tað tær á svenska landsliðnum, tað sær ikki út sum um teirra stóra stjørna Vicky Pruim er við, men har eru aðrar ið hava gjørt tað gott altjóða, og serliga til Nordic Cup seinastu árini Susanne Hagwall og Anna Forsmark hava útmerka seg, við at verða eitt tað besta kvinnuparið í norðanlondum seinastu árini, og saman við Maud Jansson, sum so seint sum til seinastu World Cup kom í fjóringsfinaluna, 12 ár aftana at hon eisini kom har. So hon er gomul í garið og kann gott spæla dart. Danska Wanja Løkken, sum er kona til Danmarks Nr 1, kann eisini spæla dart, hon hevur nakað av altjóða royndum, og sjálvt um úrslitini ikki hava verið nógv at reypa um, so hevur hon staði yvirfyri fleiri av heimsins bestu spælarum. Hjá okkara egnu leikarum, eru eyguni serliga vend eftir FM finalistunum baðum, Beintu Joensen og Lydiu á Smið, vónandi kunnu tær geva útlendsku gestunum skarpan gang. Kappast verður á Glasir leygardagin og sunnudagin, vónandi leggja nógv fólk leiðina forbí, og koma at skapa ein góðan dart stemning, tá teir avgerðandi dystirnir koma uppá scenuna. Ein gott høvi at byrja eitt gott leygarkvøld

14/03/2022

Dart Nýggjheitir hevur tikið eitt landslið út, við leikarum sum ikki eru á A landsliðnum, men sum vit vænta hevði givið A landsliðnum góða mótstøðu. Her er talan um leikarar við nógvum altjóða royndum. Onkrir ella kanska allir eru ikki tøkir í løtuni, men okkurt er sum DSF eigur at endurskoða.

Petur Thomsen: Var so seint sum til FM í finaluni, og hevur gjøgnum fleiri ár verið ímillum teir allarbestu, sum vit skilja á lagnum, so hevur Petur verið uttanlanda ísambandi við samlingarnar, men tvær samlingar í úrtíð skulu kosta honum plássi, er keðiligt fyri hann

Esmar Mikkelsen: Er sjómaður við nógvum altjóða royndum. Esmar er heilt sikkkurt góður nokk, til at kunna koma innum í landsliðsh*tan. Men aftur her ger tað sama seg galdandi, at fólk fáa boð eitt fríggjakvøld, at samlingar eru sunnudag, so tað eru ikki øll ið kunnu bara leypa avstað

Remy Gaardlykke: Er í løtuni ikki tøkur hjá DSF, og kann tíanverri ikki umbða landsliði, men hann er og hevur verið tann stóra stjørnan í nógv ár

John Haggis Imrie: Er kanska besti føroyski spælarin. Vit síggja á tilmeldingunum, at John er tilmeldaður sum føroyingur til Tórshavn Open og Faroe Islands Open. Eisini hevur hann spææt í fleiri altjóða kappingum, við føroyska merkinum a blusuni. John er føddur í Føroyum, og hevur føroyska mammu, men hevur alt sítt lív búð í Stóra Bretlandi. DSF hevur síðani sín limaskap í WDF koyrt við tí politikki, at um tú skal umboða landsliði, so skalt tú spæla í heimligu kappingini. John hevur fleiri ferðir melda út, at hann fegin vil umboða Føroyar, men DSF vil ikki hava hann og tað kann undra mangan. Tí vit síggja nógva staðnis, at leikara við røtum úr einum landið, umboða teirra landslið, tí skuldi tað ikki verið eitt stórt problem, at fingið John á føroyska landsliði

Teitur Thorleifsson: Einasti føroyingurin við einum 9 dartara, tó var hesin undir venjing, og telur tí ikki sum tann fyrsti almenni føroyski. Teitur spælur dagliga í donsku kappingini, og fellur tí undir tað sama sum John Haggis. Men ímun til fyri fáum árum síðani, so kann ein í dag síggja øll tøl umvegis Dart Connect skipanina, og um leikarin er góður nokk, so skuldi gjørt tað sama um hann spælur uttanlanda. Øll onnur landslið undir ÍSF hungra eftir at fáa teirra leikarar uttanlanda at spæla, uttan DSF

14/03/2022

Tíðindaskriv frá DSF

Dartsamband Føroya hevur í samband við Tórshavn Open og Faroe Islands Open fingið ein landsdyst í mótið Svøríki. Dysturin verður leiktur fyri 2 lið hjá monnum og 1 hjá kvinnum.

Leikt verður fríggjadagin 18/3 kl 16 á Glasir, øll hjartaliga vælkomin at hyggja og stuðla okkara leikarum.

Í hesum sambsndi hevur Dartsamband Føroya tikið út hesar leikarar:

Jan McIntosh, HDF
Uni Árting, HDF
Jón Johansen, VDF
Jan Erik Fjallstein, VDF

Heri Kallsoy, D9
Gunnar Mouritsen, HDF
Allan við Rætt, D16
Bogi Arge, HDF

Lýdia á Smið, HDF
Annika Joensen, Dart Sandoy
Beinta Joensen, KDF
Birthe Sikivat, ADF

Vinarliga

Dartsamband Føroya

13/03/2022

So eru landsliðini úttikin til landsdystirnar ímóti Svøríki. DSF heldur enn nøvnini tætt inn at kroppinum, og koma út við teimum í morgin. Men vit hava uppspora kvinnulandsliði. Liði sær soleiðis út
Beinta Joensen - KDF
Lydia á Smið - HDF
Annika Joensen - Dart Sandoy
Birthe Sikivat ADF

13/03/2022

Argja Dartfelag hevði aðalfund 9.mars og skipaði nýggja nevndin seg fylgjandi:
Formaður Jens Pauli Johansen
Næstformaður: Bergur Johansen
Skrivari: Ian Salter
Kassameistari: Hans Vang
Nendarlimur: Petur Midjord

12/03/2022

Tíðindi frá Havnar Dartfelag ísamband við kappingarnar.

Vit skulu vísa á, at kappinganar TO – FIO, sum vera hildnar 19 – 20. mars. eru skipaðar undir kappingarreglum, sum WDF á leggur okkum at brúka. Og her er serliga eitt afturvendandi evnið í tekur seg ofta upp ið Føroyskum dart, tá FM skal haldast. Og Tað er Dress Code. Spælarar í luttaka í kappingunum 19 – 20. mars. Skulu fylgja hesum reglum sum standa niðanfyri.
Um man ikki eigur skjúrtu ella blusa við kraga, hava vit bíligar blusur til sølu, sum vit keyptu inn til TO – FIO 2020. Blusurnar kunnu keypast á staðnum ella við at venda sær til Havnar Dartfelag á [email protected]. Myndir av blusunum kunnu síggjast niðanfyri, og vera tær seldar fyri 100,- stk.

Dress code

Tað er ikki loyvt at spæla í jeans ella joggingdrakt (tracksuit). Heldur ikki er loyvt at spæla í niðurdeilum ella buksum gjørdir úr denim ella floyal. “Training shoes” verða ikki loyvdir uttan læknaváttan.

Tað er ikki loyvt at spæla við oyrabúffum/oyrasniglum. Heldur ikki er loyvt at spæla í hatti, keppi, húgvu ella øðrum høvuðprýði.

Spæliblusan skal vera ein skjúrta ella blusa við kraga. Tað er ikki loyvt at hava politiskar boðskapir á blusuni og blusan skal ikki vera blusan hjá t.d. fótbóltsfelag, motorsúkklufelag ella orkestri.

Photos from Dart nyggjheitir's post 11/03/2022

Ein heilsan frá Michael Smith

11/03/2022

Vicky Pruim sum komandi vikuskiftið verður at síggja á svanska landsliðnum ímóti Føroyum, hevur í gjár og í dag verið til England Masters og Classic. í kappingini í gjár kom í í fjóringsfinaluna, har hon tapti 4-2 ímóti niðurlendsku Anca Zijlstra og í dag kom í í hálvfinaluna, har hon mátti lúta 4-1 á Deta Hedman. Deta Hedman og 18 ára gamla Beau Greaves spældu seg fram til baðar finalurnar

10/03/2022

Vegna ein skaða í hondini, so verður Gerwyn Price ikki við í Premier League í kvøld, hann skuldi annars møta Joe Cullen í kvøldsins seinasta innleiðandi dysti. Gerwyn Price verður heldur ikki við í German Darts Masters í vikuskiftinum.
Dystirnir í innleiðandi í kvøld eru annars hesir
19.10 Gary Anderson - Michael Smith
19.40 Peter Wright - Jonny Clayton
20.10 Michael Van Gerwen - James Wade

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Klaksvík?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Internet side

Adresse


Klaksvík
700