Músabróðir Eydnudeild

Músabróðir Eydnudeild

Del

Vit eita Músabróðir og eru vit ein partur av Lykkeliga í Danmark. Vit venja mikudagar kl.17.00-18.00 í KÍ høllini.

Photos from Músabróðir Eydnudeild's post 04/07/2026

Í dag er Rynkeby Føroyar byrjaði at súkkla til París 🚵‍♂️
Vit kenna sikkurt øll onkran sum súkklar ella hevur súkkla fyri Rynkeby.
Okkara Anna Jakobsen og Bára Krosslá Mortensen hjá Svanunum eru við á ferðini 🥰
Vit ynskja tykkum ein góðan tùr og takk fyri tykkara íkast ❤️

💛💛
Rynkeby Føroyar er partur av Team Rynkeby, sum savnar pening til børn við álvarsomum sjúkum og familjur teirra. Hvørt ár súkkla luttakarar úr Føroyum saman við øðrum liðum úr Evropa til París, meðan teir savna stuðul frá fyritøkum og privatfólki. Allur stuðulin fer til vælgerandi endamál, sum hjálpa børnum og familjum, ið hava tørv á stuðli. Endamálið er at gera mun við bæði felagsskapi, rørslu og vælgerandi arbeiði.

06/06/2026

🥰👸🤩
Sum Drotning Mary sigur, so er felagsskapurin tað besta 🫶

Photos from Músabróðir Eydnudeild's post 06/06/2026

Í dag er Lykkecup 2026 í Herning.
Vit eru ikki við í ár, men vónandi fara vit aftur næsta ár🤗
Svanarnir úr Vági eru við í ár og umboða okkum Føroyingar og hygg hvussu heldig tey eru??? 😍
Tey hava møtt Drotning Mary og vit eru slettis ikki Øvundsjuk 😆 ok, kanska bara eitt sindur 🫢🤣🥹.

Vit ynskja øllum Svanum og restina av Lykkeliga familjuni ein góðan dag við nógvum dystum og eitt gott galla í kvøld 🕺💃 vit mugu bara dansa her heima 🤩

30/05/2026

Vit eru farin í summarferiu 😎

Vit eru farin í summarferiu eftir eitt gott og gevandi ár.

Vit eru sera takksom fyri, at so nógv børn tíma at venja saman við okkum. Í september vera tað 5 ár síðani, at vit byrjaðu at spæla hondbólt, og tað er heilt fantastiskt at síggja, hvussu nógv felagsskapurin er vaksin hesi árini.

Venjararnir hjá okkum møta trúfastir upp til hvørja venjing og gera eitt fantastiskt arbeiði – sjálvboðið og ólønt. Tað eru vit ótrúliga takksom fyri 😍❤️
Hóast venjararnir arbeiða sjálvboðið, hava vit ymiskar útreiðslur. Vit skulu hava bóltar, venjingarútgerð og ymiskt annað til venjingina. Tí eru vit eisini sera takksom fyri, at vit kunnu læna onkra útgerð frá Team Klaksvík og Stjørnuni 🤩

Vit eru sjálvstøðug og fáa ikki stuðul frá nøkrum sersambandi. Vit eru tó undir Lykkeliga, har vit fáa fantastiskar jólagávur og hava møguleika at vera við til tiltøk bæði í Føroyum og Danmark 🇫🇴🇩🇰

Í ár settu vit eitt lítið limagjald fyri at venja við okkum – eins og nógv onnur feløg gera. Tey seinastu tvey árini hava vit eisini havt góðar stuðlar, sum hava gjørt tað møguligt at fíggja venjingarútgerð, útferðir, hugnaløtur og ein part av luttøkuni til Lykkecup 2025. Samstundis hava teir eisini prýtt okkara leikbúnar💞

Nú fara vit niður í gear, løða battaríini upp og gleða okkum longu at byrja aftur í september🤩🤾‍♀️🤾‍♂️

Takk fyri stuðulin øll somul og fyri ein góðan hondbóltsvetur 😁
Vit síggjast tó í morgin til skrúðgongu á Norðoyastevnu🚶‍♀️🇫🇴🚶

Okkara stuðlar eru: KSS, Búrhella, Johs.Elektro, Climashop, CIG og Norðoya Sparikassi

📸 - samansettar myndir frá steypafinaluni 2026

Photos from Eydnucup 2026's post 06/04/2026

Fari inn á síðuna hjá EYDNUCUP 2026 🤩
Har er ein rúgva av góðum myndum 📸👏

Photos from Músabróðir Eydnudeild's post 06/04/2026

Her eru nakrir myndir og filmar frá Eydnucup 2026.

05/04/2026

Hygg hvussu góður okkara dagur var við hesum góða stemningsvideo frá AVA Photography 🥰🤩👏🥇🏆
Hetta var ein sera góður dagur, har vit fingu nýggjar vinir og vit lærdi nógv nýggj hondbóltstriks 🫶
Ein dagur vit aldrin gloyma 🥰

Send a message to learn more

04/04/2026

Vit hava havt ein so góðan dag í dag til Eydnucup 2026👏🥳

Vit takka fyri hesuferð 🤩

04/04/2026

Ein so góður dagur 🥰

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Klaksvík?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Internet side

Adresse


Klaksvík
700