10/06/2026
Stjørnan Hondbóltsfelagið
felag fyri øll hondbólts áhugaði
10/06/2026
04/06/2026
🔴⭐ STJØRNAN STYRKIR VENJARATOYMIÐ ⭐🔴
Vit eru sera fegin um at kunna bjóða Marko Brezic vælkomnum til Stjørnuna.
Marko hevur drúgvar royndir innan hondbólt á hægsta stigi og kemur til felagið við einari sera sterkari og fjølbroyttari venjarabakgrund. Hann hevur EHF Pro Master Coach Licence, sum er hægsta venjaraútbúgvingin hjá Evropeiska Hondbóltssambandinum.
Gjøgnum meira enn 35 ár sum venjari hevur Marko arbeitt við bæði ungdóms- og vaksnamannadeildum í fleiri londum, millum annað í Kroatia, USA, Qatar, Noregi, Italia, Týsklandi, Finnlandi, Póllandi og Eysturríki. Hann hevur eisini havt uppgávur innan landsliðshondbólt, har hann millum annað hevur verið høvuðsvenjari hjá amerikanska kvinnulandsliðnum.
Seinastu árini hevur Marko verið partur av venjaratoyminum hjá Podravka Vegeta, sum hevur vunnið kroatisku meistaraheitini og steypakappingina, samstundis sum felagið hevur luttikið í bæði EHF European League og EHF Champions League.
Í Stjørnuni fer Marko at hava høvuðsábyrgdina av barnavenjingunum, har hann skal vera við til at menna okkara yngstu leikarar og styrkja grundarlagið undir framtíðararbeiðinum í felagnum. Harumframt verður hann hjálparvenjari hjá SMS-kvinnunum, har hansara stóra vitan og altjóða royndir fara at verða ein týðandi styrki fyri liðið.
Vit eru sera fegin um at hava fingið ein so royndan venjara til felagið og gleða okkum til samstarvið.
Hjartaliga vælkomin til Stjørnuna, Marko! 🔴⭐
Árligi aðalfundurin hjá Stjørnuni verður í annaðkvøld, hóskvøldi, klokkan 18:30. Fundurin verður í Bláustovu í KÍ høllini. Inngongdin verður í norðurendanum í KÍ høllini.
07/05/2026
Stjørnan ynskir Kyndli hjartaliga til lukku við Føroyameistaraheitinum ⭐️
03/05/2026
⭐️ Brynja ⭐️
Vit eru fegin um kunngera at Brynja Høj heldur áfram í Stjørnuni. Royndi strikuspælarin kom til okkara í desembur í fjør - og hevur hon styrkt hópin munandi.
Brynja sigur sjálv, at hon er spent til komandi kappingarár, og sær hon møguleikar fyri at Stjørnan kann gerast ein størri avbjóðari til ovaru plássini í SMS kappingini - av tí at hópurin er væl breiðari komandi kappingarár.
01/05/2026
Stjørnan við á luksusloppum í morgin, í Badmintonhøllini frá klokkan 11 til 17 - har vit millum annað selja kaffi, thé, vaflur o.a gott.
Eisini selja vit lutaseðlar har mann kann vinna hesa kurvina, kjøt, rækjur ella sodavatn
30/04/2026
Kom í høllina í dag 😍
GG: Tíðspunkti á greinini er skeivt, Trille Trolle byrjar klokkan 16:30 og 5-a-side klokkan 18:00
Virkið Vár: Stjørnan bjóðar til Trille Trolle og 5 A SIDE Í samband við Virkið Vár bjóðar Stjørnan til stuttligar rørslur og góðan felagsskap.
14/04/2026
⭐️ Terji Mørk ⭐️
Terji Mørk heldur áfram sum høvuðsvenjari fyri SMS liðið komandi kappingarár.
Felagið fegnast um framgongdina liðið hevur víst í farna kappingarárið - og komandi kappingarár vóna vit at liðið kann taka næsta stigið til at kappast í oddinum.
Fyrireikingarnar til komandi kappingarár er væl ávegis og væntast hópurin at koma uppá pláss skjótt ⭐️
11/04/2026
⭐️ 5-a-side ⭐️
Vit eru ómetalig errin av undirtøkuni sum okkara 30+ hondbólturin hevur fingið 🥰
Hjartaliga takk til øll tykkum sum hugagóð møta upp hvørt fríggjakvøld og takk fyri eina framúr endakapping í gjár.
5-a-side verður avgjørt aftur á skrá til komandi kappingarár við Stjørnuni og Team Klaksvík sum fyriskipara 🤝 😍
Stjørnan - 5 A SIDE. Hvar øll kunnu verða við Felagsskapurin hvar tað ræður um at hava tað stuttligt saman við bóltspælið óansæð støðið.
03/04/2026
⭐️Hans Kári 50 ár⭐️
Ein av okkara trúføstu hjálparum ígjøgnum mong ár hevur rundan føðingardag og blívur 50 ár í dag 😍
Hjartaliga til lukku við degnum, Hans Kári, og takk fyri títt trúfesti og hjálpsemi gjøgnum ár og dag ⭐️
📸: Atli Justinussen
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Kontakt virksomheden
Internet side
Adresse
Kí/høllin
Klaksvík
700
Hvad er åbningstiderne?
| Mandag | 13:30 - 17:00 |
| Tirsdag | 09:00 - 17:00 |
| Onsdag | 13:30 - 17:00 |
| Torsdag | 09:00 - 17:00 |
| Fredag | 13:30 - 17:00 |