05/08/2026
Avbera góð KRF-veitsla í gjár. Takk fyri ‘26♥️
Endamál felagsins er at geva fólki møguleika at rógva kapp, menna og vekja áhugan fyri kappróðri.
05/08/2026
Avbera góð KRF-veitsla í gjár. Takk fyri ‘26♥️
28/07/2026
GÓÐA ÓLAVSØKU🇫🇴🇫🇴🇫🇴
Seinastu tøkini eru tikin og okkara manningar hava vunnið 3 FM norður til Klaksvíkar og fleiri onnur góð avrik afturat!!
Kvinnurnar í Fípuni hava verið suverenar frá degi eitt og tað vildi verið undarligt, um teirra avrik ikki rakk til Útvarpssteypið ella Niclas í Koltri-steypið 2026. TÆR VUNNU BÆÐI. Hjartaliga til lukku við FM og takk fyri avbera vøkru róðrarnir í 2026🏆🏆🏆
Fípudreingirnar lótu ongan iva verða um teirra styrki í kappróðrarbátinum, og hava hesir dreingir aftur í ár vunnið eitt FM norður til Klaksvíkar. Hjartaliga til lukku Fípudreingir🫡🏆
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hava vit fingið eitt fyrstapláss hjá barnaróðri gentum. Hjartaliga til lukku ísprinsessurnar á TEKLU🍦🏆
Fleiri onnur góð avrik eru eftir kappróðrarárið 2026 og vit takka øllum okkara manningum fyri góðar løtur og ídni. Hugni tykkum nú á ólavsøku🥳
Soleiðis gjørdist FM-støðan 2026:
Klaksvíkingur:🥉
Fípan Fagra, kvinnur: 🥇
Fípan Fagra, dreingir 17-18 ár: 🥇
Páll Fangi, masters kv.:🥈
Tekla, gentur 17-18 ár:🥉
Sævarmoy, dreingir 14-16 ár: 5
Tekla, barnaróður gentur: 🥇
Fípan Fagra, barnaróður dreingir:🥉
Sævarmoy, barnaróður dreingir: 7
Tekla, barnaróður dreingir: 13
Páll Fangi kvinnur, Páll Fangi menn og Nevið Reyða hava luttikið á einkultum stevnum.
Síggjast á Bursatanga í 2027♥️
27/07/2026
Síggjast á Bursatanga í morgin🇫🇴🇫🇴🇫🇴
Koyr á KRF♥️
25/07/2026
Tann í miðjuni er farin aftur til Belgia at venja í sínum “eight-mens sculler”🤩. Hann tippaði Fípudreingirnir at vinna FM26+ólavsøkuna💪🏆🇫🇴
Hjartaliga til lukku Per Jacobsen, Rannvá Joensen og Sirid Bjartalíð.
Og ein ♥️ tøkk til tykkum øll, sum stuðlaðu okkara manningum í gjár.
22/07/2026
TAKK FYRI GÓÐAN STUÐUL Í DAG♥️
Til kl. 17 í morgin (23. juli) ber til at stuðla og verða við í dráttinum um 3 fantastiskir vinningar🙌
- Gávubræv frá Atlantic Airways, virði 3.000,-✈️☀️
- Gávubræv frá KG, virði 1.500,-🌟🌟
- Hondbundnar hosur til føroyska mannfólkabúnan frá Ellu Heinesen, virði 1.200,-🇫🇴🇫🇴
Stuðla her: https://krf.atgongumerki.fo/webshop/event/3623398/order/main ella við vanligari flyting á stuðulskontu 9865 1029961.
Vinnararnir fáa beinleiðis boð frá okkum í morgin (23. juli) kl. 17. Drigið verður fyri hvørjar 100,-.
Stóra tøkk.
22/07/2026
STUÐLA LONGU NÚ OG VERÐ VIÐ Í DRÁTTINUM UM 3 FANTASTISKIR VINNINGAR🙌
- Gávubræv frá Atlantic Airways, virði 3.000,-✈️☀️
- Gávubræv frá KG, virði 1.500,-🌟🌟
- Hondbundnar hosur til føroyska mannfólkabúnan frá Ellu Heinesen, virði 1.200,-🇫🇴🇫🇴
Tilber at stuðla her: https://krf.atgongumerki.fo/webshop/event/3623398/order/main ella við vanligari flyting á stuðulskontu 9865 1029961.
Drigið verður fyri hvørjar 100,-. Vinnararnir fáa beinleiðis boð frá okkum í morgin 23. juli.
https://nordlysid.fo/studulsrogving-i-dag-kl-17/
STUÐULSRÓGVING í dag kl. 17 - Norðlýsið Klaksvíkar Róðrarfelag skipar fyri stuðulsrógving á vágni í dag kl. 17. Stuðulin fer óskerdur til nógva virksemi felagsins. ØLL sum stuðla eru við í dráttinum um tríggjar fantastiskir vinningar: – Gávubræv frá Atlantic Airways, virði 3.000,- – Gávubræv frá KG, virði 1.50...
21/07/2026
STUÐULSRÓGVING mikudagin 22. juli kl. 17♥️
ØLL sum stuðla eru við í dráttinum um tríggjar fantastiskir vinningar:
- Gávubræv frá Atlantic Airways, virði 3.000,-✈️☀️
- Gávubræv frá KG, virði 1.500,-🌟🌟
- Hondbundnar hosur til føroyska mannfólkabúnan frá Ellu Heinesen, virði 1.200,-🇫🇴🇫🇴
Drigið verður fyri hvørjar 100 krónur. Vinnarin fær beinleiðis boð frá okkum 23. juli.
Tilber at stuðla her: https://krf.atgongumerki.fo/webshop/event/3623398/order/main ella við vanligari flyting á stuðulskontu 9865 1029961.
Klaksvíkar Róðrarfelag takkar HJARTALIGA fyri hvørja einastu krónu, sum fer óskerd til nógva virksemi felagsins.
Eftir stuðuslrógvingina grilla vit á bryggjuni🍖🌭
21/07/2026
Í morgin, mikudagin 22. juli kl. 17 skipa vit fyri árligu stuðulsrógvingini á vágni♥️ Meira um hetta seinni.
Her eru úrslitini hjá KRF á Sundalagsstevnu í Hósvík 2026:
Klaksvíkingur:🥉
Fípan Fagra, kvinnur:🥇
Fípan Fagra, dreingir 17-18 ár:🥈
Tekla, gentur 17-18 ár:🥉
Sævarmoy, dreingir 14-16 ár: 5
Tekla, barnaróður gentur:🥈
Fípan Fagra, barnaróður dreingir:🥉
Sævarmoy, barnaróður dreingir: 11
Tekla, barnaróður dreingir: 11
Páll Fangi, masters kv.: 🥇
Tað eydnast ikki at fáa myndir av øllum okkara manningum. Myndirnar eru frá rsf.fo (Jan Herman Hansen) og privat.
18/07/2026
Næstseinasti kappingardagur í ár 👉Hósvík🔥
Suppa verður í neystinum, tá ið vit koma hoym. Koyr á KRF💪♥️💪
Møguliga verður barnaróðurun avlýstur - nærri kunning um hetta kemur frá RSF kl. 13 í dag.
Dagføring: Kunning!!
Avgerð er tikin um, at róð verður. Start- og flaggtíðir eru útsettar 15 min.
Barnaróðurin kann stroymast her: https://m.youtube.com/watch?v=brmNoUe0osg&ra=m&fbclid=IwRlRTSATIUsdwZG9mAWZkaWQWUKx9afLVKTFkwLNLQbSyxvGQj_WJQmV4dG4DYWVtAjExAHNydGMGYXBwX2lkCjY2Mjg1NjgzNzkAAR5AZKvkg-QJQkFYwrTtSAzknlDoKMXlwcprDd3iJgBUUKfE8bX2HWVCbO02dQ_aem_xBwWjSM22PFcOT9SeLldWw
Í KVF síggjast róðrarnir frá kl. 15.40.