Flogbóltsfelagið Fleyr

Flogbóltsfelagið Fleyr

Del

Hettar er almenna Facebook síðan hjá flogbóltsfelagnum Fleyr í Havn. Síðan verður umsitin av nevndini í felagnum. Ongar aðrar FB síður umboða felagið alment

20/08/2026

Hygg her👇🏻👇🏻💙🏐
Vit mangla enn venjarar og hjálparvenjarar til Level 0-1 og 3🏐
Øll áhugaði er vælkomin at skriva til Fleyr á:

💬 Facebook
📧[email protected]
☎️Lena 212580

Vit gleða okkum at hoyra frá tær💙🏐

16/08/2026

Í morgin byrja venjingarnar hjá U12 og upp eftir, vit gleða okkum!🏐

Level 3 og niður byrja í næstu viku, tó mangla vit enn venjarar til level 0, 1 og 3. Hevur tú hug at gerast ein partur av venjara toyminum, skriva til Fleyr her á Facebook, ella send teldupost til [email protected].
Tú ert eisini vælkomin at ringja til Lenu 212580, um tú vilt hoyra nærri🏐💙

Allar venjingar eru í Gundadalshøllini💙

Tilmeldingin er opin á fleyr.fo

02/08/2026

Vit eru heppin at hava Bylgju Holm í felagnum💙

U18 lið í Cardiff til EM undankapping

EM undankapping í sandflogbólti er um vikuskifti í Cardiff í Wales.
Talan er um U18 lið - 2010 árgangurin og yngri.

Føroyar er samanlagt umboðað av 4 liðum - tveimum gentuliðum og tveimum dreingjaliðum.

Høvuðsvenjarin, Martin Olesen, hevur úttikið hesar leikararnar til ferðina:

Anna Katrina í Haraldstovu
Tova Nielsen
Julie Madsen
Bylgja Holm
Kaj Johannesen
Elias B. Jensen
Jónstein Jacobsen
Sofus B. Mortensen

Dystir verða leygardagin 1. august og sunnudagin 2. august. Vit leggja eina leinkju til stroyming út her seinni.

Photos from Flogbóltssamband Føroya's post 26/07/2026

Takk fyri ein góðan dag💙

22/07/2026

🔴 FREISTIN AT SØKJA ER 2. AUGUST 🔴

💥 ER TAÐ TÆR VIT LEITA EFTIR!?
Flogbóltsfelagið Fleyr søkir ein ágrýtnan persón til at taka sær av sponsorarbeiði hjá felagnum.
Uppgávur:
● Finna og knýta nýggjar sponsorar til felagið
● Samskifta og byggja samstarv við fyritøkur
● Viðlíkahalda og menna sponsoravtalur
● Skapa virði fyri sponsorar og felagið
Vit vænta, at tú:
● Ert ágrýtin og dugir væl at samskifta
● Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað
● Hevur áhuga fyri ítrótti og felagsarbeiði (fyrimunur)
Vit bjóða:
● Ein spennandi leiklut í einum virknum felagi
● Møguleika at seta tín dám á menningina av Fleyr
● Løn eftir avtalu
Umsókn kann sendast til: [email protected]💙

22/07/2026

3 FM stevnan verður spæld á Sandágerði leygardagin 25 juli.🏐🏐

Kvinnurnar byrja kl. 14:00 og menninir kl.16.

GG: broytingar kunnu koma fyri vegna veður, men sum nú er sær tað gott út.

Lítil kiosk søla verður á staðnum og góður tónleikur🎼

Vit síggjast🏐😎

17/07/2026

🏐3. FM-stevnan í sandflogbólti – Tórshavn 23.–25. juli 2026🏐

Flogbóltsfelagið Fleyr skipar fyri 3. stevnuni í FM-røðini í sandflogbólti, sum verður spæld á Sandágerði ein av døgunum 23.–25. juli 2026. Stevnan er fyri kvinnur og menn.

Tilmeldingarnar eru byrjaðar, og fleiri lið hava longu tryggjað sær pláss.
Send teldupost til: [email protected]
Viðmerk:
* nøvn á báðum leikarunum
* aldur á leikarunum (lægsti aldur er 13 ár)
* hvat flogbóltsfelag tit umboða

💳 Luttøkugjald: 300 kr. fyri hvørt lið.
Gjaldast á konto: 6460 1796463.

Minnist eisini til, at lið skulu spæla í eins klæðum, merkt við nr. 1 og nr. 2.
Reglurnar fyri FM-stevnurøðina síggjast her:
http://fbf.fo/um-fbf/logir-og-reglur/landskapping-fyri-sandflogbolt

Vit gleða okkum at síggja nógv lið á sandinum – meldið til nú, áðrenn freistin fer! 🏐☀️

08/07/2026

Vit fara at mangla venjarir og hjálparvenjarir komandi kappingarár. Vit hava fingið Oggi til at vera høvuðsungdómsvenjara, men hann hevur tørv á fólkið afturat sær💙
Niðanfyri er eitt yvirlit yvir venjarar hjá ymsu liðunum og eitt skema yvir venjingartíðir (broytingar kunnu koma fyri), hevur tú hug at hjálpa?
Um spurningar eru eru tit vælkomin at venda tykkum til okkum☺️

Mini flogbóltur - Her manglar ein venjari
Level 0- Her mangla 2 venjarar
Level 1- Her mangla 2 venjarar
Level 2 - Bára, her mangla 1-2 venjarar
Level 3 - Her mangla 2 venjarar
D12 - Oggi og Mikkjal
G12 - Oggi, her mangla 2 hjálparvenjarar
G14 - Kári og Guðrun, her mangla vit 2 hjálparvenjarar
G16 - Oggi, Rannvá, her mangla vit ein hjálparvenjara
G19/KVU - Her verður bert Oggi

Vit hjálpa gjarna við vegleiðing og øðrum til at koma gott í gongd. Hjá teimum smærri er ikki so týdningarmikið at kenna nógv til flogbólt ☺️

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Klaksvík?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Internet side

Adresse


Klaksvík