KÍF - Kappróður

KÍF - Kappróður

Del

Hetta er almenna síðan hjá nýggja kappróðrarfelagnum KÍF - Kappróður. Felagið virkar fyri at menna og stimbra undir tað føroysku tjóðarítróttina.

23/04/2026

Flaggdagin 25 apríl er nú leygardagin

Sum siðvenja er verða kappróðrarbátarnir flotaðir hendan dagin.

Hetta kl.16:00 - Vit bjóða køku, the og kaffi.

Ein hugnalig løta har kappróðrarárið byrjar av álvara.

Øll eru HJARTALIGA VÆLKOMIN 🇫🇴🧡🖤

06/04/2026

So er tað nú mikudagin at okkara røsku fólk koma runt bygdina at savna inn fløskur!

Vónandi hava øll havt einar gleðiligar páskir. Um tit liggja inni við nógvum fløskum, eftir allar teir góður døgurðarnar, og vilja sleppa av við tær, so er bara at viðmerkja undir her hvar tær kunnu heintast.

Vit síggjast! 🟠⚫️💪

31/03/2026

Aðalfundur 2026

Hervið fráboðan um at aðalfundur hjá felagnum verður hildin týsdagin 14 apríl kl. 19.00

Skráin smb. lógum felagsins er fylgjandi:

1. Val av orðstýrara og skrivara
2. Formaður greiður frá starvinum í farna árinum
3. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan rokniskap
4. Innkomin mál
5. Val av starvsnevnd, tveimum varðalimum og grannskoðara
6. Ymiskt

Fundurin verður hildin í kappróðarneystinum.

Møtið fjølment

Nevndin

30/03/2026

So eru lutaseðlarnir trektir. Vit takka fyri allan tann góða stuðulin! 💪🟠⚫️

Photos from KÍF - Kappróður's post 28/03/2026

Tað er nú kl. 12.00 at tombola byrjar í handlinum hjá CAJ. Komið á gátt og stuðlið felagnum. Nógvar raskar mammur hava gjørt eitt ótal av góðum vinningum. Eisini selja vit lutaseðla fyri 20 kr, har eru eisini nógvir góðir vinningar! 🟠⚫️

25/03/2026

Vit skipa fyri einum góðum páskatombola nú leygardagin 28. mars. Tað verður í lokala handlinum hjá okkum, CAJ. Vit byrja kl. 12.00. Komið og stuðlið ungdóminum í felagnum! 😊🟠⚫️

Photos from KÍF - Kappróður's post 22/03/2026

Endabresturin av kappingarárinum í inniróðrinum var í gjár í høllini Við Streymin. Ein sera væl eydnaður dagur, har okkara rógvarar, sum so mangan, settu hol í sjógvin. Nú hyggja vit fram ímóti einum spennandi summari á føroysku firðunum! 🟠⚫️

📸 GYLVI

21/03/2026

Í samband við tey mongu sera góðu úrslitini í inniróðrinum í allan vetur, so skipa vit fyri einum móttøku fyri okkara rógvarum. Hon verður í neystinum kl. 19.00 sunnukvøldið.

Formaðurin ber fram røðu og felagið bjóðar køku, kaffi te o.a. Øll eru hjartaliga vælkomin!

18/03/2026
14/03/2026

SUNDALAGSSTEVNAN 2027 VERÐUR LEYGARDAGIN 12 JUNI.

Árligi aðalfundurin hjá Róðrarsamband Føroya hevur verði hildin í dag.

Eitt afturvendandi punkt á skrá, er ásetan av stevnu 1 ár fram. Tíðin gongur við rúkandi fer og er aftur okkara túrur at áseta dato fyri Sundalagsstevnuna.

Serligt við komandi árið er, at Oyggjaleikirnir eru í Føroyum. Viðvíkjandi setanini av Oyggjaleikum ið verður leygardagin 3 juli, er
ynski komið frá ÍSF at samskipa tað soleiðis føroyski kappróðurin kann verða ein marknaðarføring undan setanini, ið verður kl.17.00.

Vit høvdu bjóða okkum fram til leygardagin 3 juli, orsaka av at Kollafjørður liggur so tætt uppá høvðusstaðin og setanarøkið. Kanska tað vóru fleiri fyrimunir við hesum.

Fundurin avgjørdi at fella uppskotið frá okkum og lata vikuskiftið 2-4 juli til Varmakeldu í Fuglafirði. Fundurin avgjørdi at Sundalagsstevnan verður vikuskiftið 11-13 juni 2027

Vit ætla at innkallað fólk í samband við kappróður og sundalagsstevnu 2027 áðrenn summarferiuna, har vit avtala ymiskt, fyri síðan at møtast aftur í september í ár, tá fyriskipanin verðuliga fer ígongd.

Vit gleða okkum longu :D

Nevndin

Photos from KÍF - Kappróður's post 07/03/2026

NM í inniróðri í høllini Við Streymin

Kappingarárið í inniróðri hendan veturin nærkast endanum. Í dag er næstseinasta kapping á skránni. Talan er um kapping um Norðlandameistaraheitini í teimum ymisku greinunum.

KÍF-Kappróður er størsta føroyska felagið ið luttekur til heilar 25 róðrar í dag.

Rógvarar ið luttaka fyri okkara reyðgulu og svørtu litirnar í dag eru hesi:

Sarita Kristina Hansen
Jóhanna av Steinum
Kristvør Kjærbo Clementsen
Vár Dánjalsdóttir í Húsunum
Poula Christiansen
Nanna Schiller
Ørvar á Reynatúgvu
Pætur Danielsen
Jógvan Fríði Christiansen
Ari Schiller
Jóhan Silas Juliansson

Startíðir hjá okkara rógvarum sæst sum myndir til hetta uppslag.

Kappingin verður stroymd og liggur undir viðmerkingum.

Í høllini Við Streymin eru góðar umstøður til bæði rógvarar og áskoðarar.

KOYRI Á ØLL SOMUL 🧡🖤

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Kollafjørður?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Type

Internet side

Adresse


Kollafjørður
410