KÍF - Kollafjarðar Ítróttarfelag

KÍF - Kollafjarðar Ítróttarfelag

Del

Hetta er almenna síðan hjá hondbóltinum í Kollafirði. Felagið var sett á stovn 1. mai 1942. Til og við 2024 vóru tríggjar ítróttagreinar í felagnum.

Nú er felagið farið í trý, har kappróðurin og flogbólturin hava stovnað egið felag.

15/08/2026

Okkara menn spæla vinardyst í morgin kl. 16.00 ímóti Team Klaksvík. Komið ein túr í høllina og fylgið við. 😊

03/08/2026

Vælkomin Victor K. Thomadsen!

Vit hava fingið tilgongd av einum ungum evnaríkum danskara. Victor er 23 ára gamal og hevur seinastu tíðina leikt fyri Støvring í donsku 2.division. Victor hevur eisini eina fortíð í Vendsyssel og Aalborg Håndbold. Við Victor fáa vit ein kvikan og klókan hondbóltspælara, sum er vanur at skjóta mál. Vit ynskja Victor góða eydnu í komandi kappingarári! 😊💪

26/07/2026

Vaktarhald á ólavsøku 2026 🇫🇴

Vit hava tørv á nøkrum fáum fólkum afturat, so vit fáa mannað síðstu vaktina. Vónandi er onkur sum kann traðka til. Hetta er eitt sera gott inntøkutiltak hjá felagnum. Send okkum eini boð ella ring 588713. Lat okkum standa saman um KÍF! 😊

02/07/2026

Vælkomin Björgvin Páll Rúnarsson!

KÍF hevur gjørt sáttmála við íslendskan leikarara.
Björgvin er 29 ár, er uppvaksin í felagnum Fjölnir og var ein lyklaspælari, bæði tá liðið flutti upp í bestu íslendsku deildina og tá kappast varð millum tey bestu í landinum. Í tíðini hjá Fjölnir skoraði hann nærum 1.100 mál í umleið 270 dystum, og hevur sostatt staðfest seg sum ein av mest týðandi spælarunum í søguni hjá felagnum. Við Björgvin fær KÍF ein royndan spælara, sum fer at styrkja liðið bæði á og uttan fyri vøllin.

Vit eru spent at fáa Björgvin til felagið og ynskja honum góða eydnu í kappingarárinum, ið er fyri framman! 😊

25/06/2026

So eru lutaseðlarnir trektir. Vit takka hjartaliga fyri allan tann góða stuðulin. Vinnaratølini síggjast niðanfyri. Vinnarar kunnu ringja ella skriva á tlf. 280381. 🥳

1. Gávukort til Á handlarnar: Seðil 0288
2. Apple Iphone 16 128GB: Seðil 0382
3. Barnaføðingardagur frá Tatanka: Seðil 1496
4. Atlantic Airways gávukort: Seðil 1533
5. Atlantic Airways gávukort: Seðil 0180
6. Atlantic Airways gávukort: Seðil 1634
7. Atlantic Airways gávukort: Seðil 0041
8. Metabo Rundsag: Seðil 1329
9. SMS gávukort: Seðil 1373
10. SMS gávukort: Seðil 1731
11. Bylgjuspegl frá Atlantic Pane: Seðil 0350
12. Havnarkort: Seðil 0238
13. Tilvera gávukort: Seðil 1998
14. Tilvera gávukort: Seðil 0961
15. Búrøkt gávukort: Seðil 0338
16. Búrøkt gávukort: Seðil 1057
17. Vikuskiftispass til G! festivalin: Seðil 0135
18. Vikuskiftispass til Summarfestivalin: Seðil 1557
19. Burn klassik skeið: Seðil 0386
20. Burn klassik skeið: Seðil 0842
21. 2 atgongumerki til Voxbotn: Seðil 1614
22. 2 atgongumerki til Tórsfest: Seðil 0481
23. Árskort til heimadystir hjá KÍF 26/27: Seðil 1378
24. Árskort til heimadystir hjá KÍF 26/27: Seðil 0236
25. Eskja av rækjum frá Arctic Viking: Seðil 0492
26. Eskja av rækjum frá Arctic Viking: Seðil 1664
27. Turt tjógv: Seðil 0403
28. Turt tjógv: Seðil 0765
29. Bommkurv: Seðil 1268
30. Effo gávukort: Seðil 0299

Vinningar, ið ikki eru heintaðir innan 27. august 2026 fella aftur til felagið.

07/06/2026

Tveir raskir KÍF'arar, sum hava roynt seg fyri U15 og U16 landsliðini á fyrsta sinni. Báðir stóðu seg væl. Til lukku, Baldur og Hans Meinhard, við fyrstu dystunum í føroyskum landsliðshøpi. 💪

02/06/2026

TÓKI TIL ÍSLANDS AT ROYNA SEG 💪

Okkara raski og evnaríki strikuleikari hevur gjørt tað gott seinastu árini, so tað kemur ikki óvart á nakran, at boð eru eftir honum aðrastaðni. Hann hevur gjørt sáttmála við felagið Stjarnan í Íslandi. Vit takka Tóka fyri tíðina í reyðum á hesum sinni, og ynskja honum hjartaliga til lukku og bestu eydnu á leiðini! ❤🖤

TÓKI FRIDRIKSSON SEMUR VIÐ STJÖRNUNA 💙

Frábær tíðindi hjá strákunum því færeyski línumaðurinn Tóki Fridriksson hefur skrifað undir tveggja ára samning við félagið. Tóki er fæddur árið 2005 og kemur til okkar frá KÍ í Færeyjum þar sem hann er uppalinn.

Tóki er stór og stæðilegur línumaður sem tekur mikið til sín. Hann hefur þegar spilað fjögur tímabil í efstu deild í Færeyjum þrátt fyrir að vera einungis 21 árs. Hann skoraði 56 mörk í 18 leikjum á síðasta tímabili með KÍ. Hann var einnig hluti af U21 liði Færeyja sem náði sér í bronsverðlaun á HM U21 liða arið 2025.

Það ríkir mikil ánægja innan Stjörnunnar að fá Tóka til félagsins og teljum að hann styrki liðið mikið.

Við bjóðum Tóka hjartanlega velkominn í Garðabæinn og bíðum spennt eftir að sjá hann í bláu treyjunni!

SKÍNI STJARNAN 💙

02/06/2026

U15 og U16 landsliðini skulu í eldin hetta vikuskifti ímóti Íslandi. Tveir av okkara evnaríku ungu leikarum eru úttiknir til hvør sítt lið. Baldur Bartalsson er úttikin til U15 og Hans Meinhard Á Høgabóli til U16. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku og bestu eydnu við dystunum! 😊

Photos from KÍF - Kollafjarðar Ítróttarfelag's post 30/04/2026

Eingin felagsskapur uttan góðar stuðlar!

Vit vilja takka okkara stuðlum fyri hetta kappingarárið og vóna at tað góða samstarvið kann halda fram komandi kappingarár. 💪

27/04/2026

Alt fyri børnini og ungdómin í felagnum!

Vit selja komandi 8 vikurnar lutaseðlar við nógvum góðum vinningum á, til frama fyri einum áhaldandi góðum ungdómsarbeiði. Vónandi vilja tit stuðla felagnum við at keypa ein, ella fleiri seðlar. Send okkum endiliga eini boð, um tit vilja keypa. 😊💪

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Kollafjørður?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Type

Adresse


Botnavegur 6
Kollafjørður
FO-410