23/06/2024
Í sera harðari kapping hava vit megnað at komi fyrstir á mál á trimum teimum fyrstu stevnunum.
Vit takka Nólsoyar Pálli og Norðingi fyri harðan og góðan róður á øllum stevnunum. 🥇🥇🥇
Vit síggjast á fjarðastevnu 🤝
02/08/2023
Eitt videobrot við tónleiki, myndum og filmsbrotum á 3min er gjørt av kappingarárinum 2023.
Gerið so væl 🏆
Klaksvíkingur 2023
Gjørt til og víst á KRF veitsluni, í ár
30/07/2023
🏆 Klaksvíkingur vann ólavsøkuróðurin og FM 2023, sum er tað 10.FM-heiti, ið stólta flaggskipið vinnur ⭐️🔥
Takk til Norðing og Vestmenning fyri eitt hart og spennandi kappróðrarár.
Takk til viðhaldsfólk, stuðlar, rógvarar í KRF, hjálparfólk, nevnd - og ikki minst til hvønn einstakan av manningini á Klaksvíkingin: Tit hava lagt tímar eftir tímar av rættari venjing, teknikki og taktikki í kappróðurin, sum nú bleiv til hetta megnar úrslit 🥇😍
Nú verður tað átíðarhildi í nakrar dagar 🤩🏆
22/07/2023
Góðu fylgjarar ❤️
Kunnu tit stuðla Klaksvíkar róðrarfelagi við at keypa ein lutaseðil, ið gevur tær møguleikan at vinna ein neytafjóðring 🙏🏽
Vit eru takksom fyri tín stuðil 👏🏻🏆❤️
16/07/2023
🔥Manningin var væl fyrireikað til vestanstevnu🔥
Starturin var eftir bókini, og tá farið var í tey eyðkendu kraftigu tøkini hjá Klaksvíkingi í lunninum, so vóru vit greið yvir at hetta fór at føra til sigur nummar 4 av 7 møguligum, og tá so skotið var 1 1/2 bátslongd frammanfyri nummar tvey, bleiv Klaksvíkingur so statt mest vinnandi í 10mf í ár.
🥇🥇🥇🥇💪🏽
FM2023 er nú heilt nær! 🏆
Vit takka røsku mótstøðumonnunum á Norðingi og Vestmenningi fyri harðan og góðan róður. 🔴🔵⚪️ 🟢⚪️
09/07/2023
So eydnaðist aftur 🥇
Málið er at vinna FM 🏆 men als einki er avgjørt enn. So vit koyra armarnar niður í kvøld og herja á aftur við hørðu venjingunum 💪🏽
Vit takka Norðingi og Vestmenningi fyri róðurin 🤍❤️💙💚
Og 1000 takk til felag og viðhaldsfólk, ið rópa og heppa á stevnum. Eru okkum gullverd!
🙏🏽🤩
Síggjast á vestanstevnu 🚣🏼♀️🇫🇴
04/06/2023
So vóru vit aftur ‼️😎
Klaksvíkingur róði ein væl fyrireikaðan róður í dag og vann 💪🏽🏆
Takk fyri stuðulin og takk fyri róðurin!
17/07/2022
Við einum megnar startspurti ☄️💥🔥vann Klaksvíkingur 🔴⚪️ vestanstevnu og sín sigur nummar 5️⃣ í ár á Norðingi 🔵, Havnabátinum ⚪️🔵 og Eysturoyingi 🟡⚫️
FM er í nánd 🏆
Vestanstevna 🥇
Fjarðastevna 🥇
Jóansøka 🥇
Sundalagsstevna 🥇
Eystanstevna 🥇
Norðoyastevna 🥈
15/07/2022
So eru vit klárir til vestanstevnu í Sørvági 💪🏽🚣🏾♂️
09/07/2022
Fjórði og sera týdningarmikili sigurin til FM 🏆 var fingin í hús í dag á fjarðastevnu í Vestmanna 💪🏽🔥🥇