11/08/2026
⚽️ Nú byrjar kappingin aftur! 💙🤍
Eftir ein steðg er endiliga dystardagur aftur, og vit eru klár at fara í gongd! 💪🔥
Í kvøld taka vit ímóti B71 á heimavølli.
📅 11. august
⏰ Kl. 18:00
📍 Heimavøllur
Kom á vøllin og stuðla okkara monnum – vit síggjast! 💙🤍
KOYR Á MB! ⚽️🔥
14/07/2026
Nú vestanstevnan er farin aftur um bak, vilja vit í MB takka øllum fyri eina avbæra góða stevnu.
Vit vilja senda eina serliga tøk til tey 3 liðini - B71, SÍ og SÍF - saman við okkara egna MB-lið, fyri eina góða kapping fríggjakvøldi, har spælarnir høvdu til orðana, at tað var langt síðani teir høvdu spælt frammanfyri so nógvum áskoðarum.
Eisini vilja vit takka øllum børnunum, ið møttu til kapping leygarmorgunin. Har vóru nógv spæliglað børn komin at hugna sær á vøllinum.
Takk fyri alla hjálpina vit fingu, og tøkk til fyriskipararnar fyri góð tiltøk og góðar karmar.
Nú bíða vit spent og gleða okkum til Vestanstevnuna 2029 🌟
13/07/2026
Vestanstevnu lutaseðilin var trektur á cafe kvøldinum 🤩
Vinnararnir kunnu ringja til 276742 ella 227557 💙
01/07/2026
Nú í eina tíð hevur nógvur aktivitetur verði á takinum á MB húsinum. Nógv sjálvboðin fólk hava hjálpt okkum við at umvala. Tey hava tikið tak av, brekka av endanum á húsinum, koyrt skrell og nú lagt tak á- waaauw💪 Og ikki at gloyma tey, sum hava givið arbeiðsmonnunum mat💕
Vit siga stóra takk til tykkum øll- uttan tykkum var hetta snøgt sagt ógjørligt💙🤍
Enn er onkrar snøklar í skulu gerast áðrenn vestanstevnuna🙂
01/07/2026
Vestanstevnukapping 🌟
Kennir tú eina gentu ella ein drong í U7, U9 ella U11 aldri, sum elskar at spæla fótbólt? Bið tey koma við! ⚽️
Vit gleða okkum at síggja nógv spæliglað børn leygarmorgunin á Vestanstevnu 🥳
01/07/2026
Í gjár fingu vit 1 síðu av tak á og fara at leggja hina síðuna á kl. 17:00. Um tú hevur tíð at hjálpa til eru tit vælkomin oman. Havi skrúðimaskinu við
29/06/2026
Í morgin fara vit at leggja tak á MB húsið kl.16.15.
Vit hava brúk fyri allari hjálp, sum vit kunnu fáa.
Vit høvdu verið sera takksom tú gav tær tíð til at hjálpa okkum 😊
Um tú eigur skrúvu maskinu tak so hana við 😊
24/06/2026
Vestanstevnan stendur fyri framman, og vit hava nakrar vaktir at dekka. Um tað er onkur, sum ynskir at hjálpa til, og taka eina ella fleiri vaktir kunnu tit venda tykkum til Marin Elisabeth Vidtfeldt 🤞
Enn eru nakrar vaktir eftir👇
21/06/2026
Okkara menn spældu á heimavølli í gjár móti NSÍ, og tað var ein sannur gysari! Teir bardust sum úlvar á skóg frá fyrsta til síðsta bríksli og drógu sigurin heim við einum málríkum 7–5 sigri.
Við hesum avrikinum staðfesti Lukas eisini sína støðu sum toppskorari í 2. deild. Ein framúr dagur hjá liðnum og einum framúr avriki frá okkara toppskorara. 👏
Vest Pack
JPH
JEP Smíð
Giljanes bussar
Unicar