Kappróðrarfelagið Tindur

Kappróðrarfelagið Tindur

Del

Hendan síðan er fyri øll áhugaði í kappróðrarfelagnum Tindi

30/05/2026
Listaverk í kappróðrarneystinum avdúkað 08/05/2026

Listaverk í kappróðrarneystinum avdúkað Í dag varð hátíðarløta í nýggja kappróðrarneystinum í Norðragøtu, har tvey serstøk listaverk vóru avdúkað. Talan var um ein stóran málning eftir Livari Nysted og ein tríbekk, sum John Høgnesen hevur smíðað. Nógv fólk vóru komin saman til tiltakið og stórur spenningur var...

08/05/2026

“Kongen” avdúkað: Hátíðarhald í kappróðrarneystinum í Norðragøtu (Myndarøð)

08/05/2026

Kunning um Ódnartøk 09.05.2026 !

Fyrsti róður byrjar kl 13:00

Vit gleða okkum til at síggja nóg fólk til Óðnartøk í Norðragøtu leygardagin.

Róð verður frá grótkastinum og inn eftir víkini.

Bátarnir verða flotaðir við dráttin, har nýggja kappróðrarneystið er, og har fáa bátarnir eisini tølini. Havi bátin á vogninum til báturin skal flotast.
Bátarnir verða tiknir upp aftur við dráttin í bátahylinum. Manningarskifti skulu gerast inni í bátahylinum, tætt við dráttin har bátarnir skulu upp.

Kappróðrarfelagið Tindur.

05/05/2026

Avdúking av listaverki og tríbekki í kappróðrarneystinum í Norðragøtu

Fríggjadagin 8. mai kl. 14.00 verður hátíðarhald í kappróðrarneystinum í Norðragøtu. Her verður listaverk eftir Livari Nysted og tríbekkurin, sum John Høgnesen smíðaði til EuroSkills í september í fjør, avdúkað.

Á skránni verður røða frá Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum og vit hoyra Honnu Jensen, forkvinnu í mentanarnevndini, siga nøkur orð. Eisini verður vitjan av umboðum frá Skills Føroyar.

Aftaná verður kaffi og søtt at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

02/05/2026

Øll eru vælkomin at stuðla. Alt gert mun, stórt sum smátt 😃

Tilmelding til Ódnartøk 2026 - RSF 26/04/2026

Tilmelding til Ódnartøk 2026 - RSF Fyrstu tøkini í kappróðrarárinum 2026 verða tikin í Norðragøtu, tá fyrsta av tveimum Ódnartøkum verður skotið í gongd leygardagin 9. mai.Nú eru bert tvær vikur til, at nýtt kappróðrarár fer av bakkastokki, og fyrireikingarnar eru væl ávegis. Kappróðrarfelagið Tindur og Ró....

16/04/2026

Hey allar kvinnur :) Vit gomlu kundu hugsað okkum at róð við til Ódnartøk í Gøtu. Vit mangla tó fleiri. Er nøkur her, sum er "vanur" rógvari, men ikki rør í ár, ið kundi hugsa sær at manna bátin til 9. mai. Um so er, so krevur tað, at vit fara nakrar ferðir í bátin áðrenn. Um nøkur hevur hug, so vinarliga skriva til mín á messenger.
Olly

29/01/2026

Góðu róðrarfeløg
Kom við okkum á ítróttarráðstevnu í Kongshøll, fríggjadagin 6. februar - og tak rógvarar, venjarar ella onnur viðkomandi við.
Har verður heilt sikkurt eisini okkurt áhugavert fyri tykkara róðrarfelag.

Vit vilja hervið bjóða tær til ítróttarráðstevnuna 2026, sum verður fríggjadagin 6. februar kl 09.00-14.30 í Kongshøll.

Triðja árið á rað skipa ÍSF og Setrið í felag fyri ráðstevnuni, og skráin er full av viðkomandi føroyskum fyrilestrum, framløgum frá útlendskum granskarum og kjaki. Og aftur í ár snýr tað seg um bæði børnini, breiddina og tey bestu – undir heitinum:
“Ítróttur er meira enn bara ítróttur”.
Ráðstevnan fevnir um samfelagsvinningin av góðum ítróttartilboðum og ítróttarumhvørvum, hvussu ítróttur kann brúkast sum amboð til betri fólkaheilsu og minni heilivágsnýtslu, og hvussu vit kunnu lyfta føroyskan úrvalsítrótt og menningarpotentialið soleiðis at vit kunnu bjóða teimum stóru av.

Tryggja tær atgongumerki og les skránna á atgongumerki.fo

Tú ert vælkomin at senda hesa innbjóðing víðari til øll viðkomandi.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Norðragøta?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Telefon

Internet side

Adresse


Eysturkommuna
Norðragøta
512