13/07/2026
Meinhard er heima aftur
NSÍ kann í dag við gleði kunngera, at Meinhard Egilsson Olsen er komin heim aftur. Felagið hevur skrivað undir ein 2,5 ára sáttmála við 29 ára gamla landsliðsleikaran, sum harvið bindur hann at NSÍ til og við kappingarárið 2028.
Eftir 11 ár í útlegd, bæði uttanlands og í øðrum feløgum, er Meinhard nú aftur gulur og svartur. Ein leikari, sum nógvir NSÍ áskoðarar minnast frá fyrstu ferðina í felagnum, og sum síðani hevur bygt upp drúgvar royndir á hægsta stigi bæði heima og uttanlands.
Meinhard fekk sínar fyrstu minuttir á besta liðnum hjá NSÍ í 2013. Við sínum ferðmikla spælistíli, dirvi og framúrskarandi høgra beini vísti hann skjótt sítt stóra potentiali. Í 2015 tók hann næsta stigið í yrkisleiðini, tá hann skifti til danska felagið Vendsyssel FF.
Síðani hevur fótbóltsleiðin ført hann gjøgnum fleiri sterk feløg í Norðurlondum. Umframt NSÍ hevur Meinhard umboðað B36 í Føroyum, Vendsyssel FF og Kolding IF í Danmark, Kristiansund BK, Bryne og Mjøndalen í Noregi, umframt svenska felagið GAIS. Hesi árini hava givið honum virðismiklar royndir frá ymiskum kappingum og fótbóltsmentanum.
Meinhard hevur umboðað Føroyar á øllum ungdómslandsliðunum, og síðani 2019 hevur hann verið fastur partur av føroyska A-landsliðnum. Altjóða royndirnar og dygdirnar, hann hevur ment gjøgnum árini, verða ein stór styrki fyri NSÍ.
Meinhard er ein álopskendur leikari, sum dugir at skapa málmøguleikar bæði til sín sjálvs og liðfelagarnar. Hann er serliga kendur fyri sítt framúrskarandi høgra bein, góðu teknikkin, ferðini og evnini at avgera dystir við málum og uppleggum.
Hann er skrásettur fyri 93 dystir í bestu mansdeildini í Føroyum, har hann hevur fingið 28 mál.
Vit í NSÍ eru sera fegin um at kunna bjóða Meinhardi vælkomnum heim aftur. Hann kennir felagið, mentanina og krøvini, sum fylgja við at umboða NSÍ, og vit eru sannførd um, at hann verður ein týdningarmikil partur av liðnum komandi árini.
Vælkomin heim aftur, Meinhard – vit gleða okkum at síggja teg í gulu troyggjuni aftur!
Saman standa vit sterk!
Kelda: tøl sambært heimasíðuni faroesoccer.com
Mynd: Sverri Egholm/portal.fo
12/07/2026
Takk fyri tveir fantastiskar dagar við Løkin! ⚽️
Nú fótbóltsskúlin er liðugur, sita vit eftir við stórum takksemi.
Tað hava verið tveir framúr góðir dagar, har fótbóltsgleðin veruliga hevur verið í hásæti. Veðrið hevur verið av tí allarbesta, og tað hevur verið ein fragd at sæð so nógv spent og smílandi børn.
Eitt tílíkt tiltak letur seg ikki gera uttan nógv góð fólk rundanum. Tí vilja vit senda eina hjartans tøkk til øll børnini, sum luttóku við góðum hýri og stórum eldhuga, til foreldur fyri dygga stuðulin og hjálpina, og til øll tykkum, sum á ein ella annan hátt góvu eina hjálpandi hond – áðrenn, undir og eftir fótbóltsskúlan.
Stóra takk fyri ☺️
P.s. Gloymd klæðir hanga í skýlinum, við áskoðaraplássini.
SAMAN STANDA VIT STERK💛🖤
10/07/2026
⚽️FÓTBÓLTSSKÚLIN VIÐ LØKIN 2026⚽️
Nú nærkast Fótbóltsskúlin við Løkin, og vit gleða okkum at taka ímóti øllum luttakarunum!💛🖤
Skráin:
U6–U9
🟡Leygardag 11. juli: kl. 09.30–12.45
🟡Sunnudag 12. juli: kl. 12.45–16.00
U10–U13
⚫Leygardag 11. juli: kl. 10.30–14.15
⚫Sunnudag 12. juli: kl. 13.45–18.00
📧Øll, sum hava meldað til, hava fingið teldupost við praktiskari kunning.
☕️Meðan børnini venja, er kaffi at fáa í kioskini.
Vit síggjast við Løkin!⚽
09/07/2026
Dysturin endaði 1-1⚽️
Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt!
Menninir fara nú at venja fram ímóti returdystinum, sum verður spældur á útivølli hósdagin 16. Juli🗓️
Nærri kunning um stroyming kemur seinni📺
SAMAN STANDA VIT STERK💛🖤
09/07/2026
EINGIN BROYTING Í DYSTARTÍÐINI⚽️🟢
Eftir ætlan skuldi Hamrun Spartans koma til Føroyar í gjár, men vegna veður var ikki møguligt hjá teimum at lenda. Maltesiska liðið er tí komið til landið í dag á miðdegi.
Hóast Hamrun Spartans ikki lendu í Føroyum fyrr enn í dag, verður dysturin spældur kl. 19.45 í kvøld sum ætla🤩
Á leinkjuni niðanfyri er møguligt at keypa atgongd til stroyming av dystinum 👇🏼
https://solidsport.com/nsirunavik
SAMAN STANDA VIT STERK💛🖤
08/07/2026
1. UMFAR Í CONFERENCE LEAGUE💚
🏆 Conference League
🆚 Hamrun Spartans
⏰ 9. juli kl. 19.45
🏟️ við Djúpumýrar
Atgongumerkir verða IKKI seld á staðnum, tí hevur týdning at tryggja sær atgongumerki her:
https://www.atgongumerki.fo/events/3663495
Børn undir 16 ár hava ókeypis atgongd - men mugu tryggja sær setur við at bíleggja á skipanini. Kostnaður fyri vaksin er 100,- umframt avgreiðslugjald🎟️
Felagið vónar at síggja nógv GUL viðhaldsfólk við Djúpumýru í Klaksvík🥁
Síggjast vit?🔥
SAMAN STANDA VIT STERK🖤💛
06/07/2026
UM TRÍGGJAR DAGAR! 👏👏
spælir NSÍ fyrsta dystin í UEFA Conference League 2026
Hósdagin 9. juli klokkan 19.45 við Djúpmýru í Klaksvík.
Mótstøðuliðið er maltesiska felagið Ħamrun Spartans FC.
Atgongumerkir verða IKKI seld á staðnum, tí hevur týdning at tryggja sær atgongumerki her:
https://www.atgongumerki.fo/events/3663495
Børn undir 16 ár hava ókeypis atgongd - men mugu tryggja sær setur við at bíleggja á skipanini. Kostnaður fyri vaksin er 100,- umframt avgreiðslugjald.
Felagið vónar at síggja nógv GUL viðhaldsfólk við Djúpumýru í Klaksvík, tá NSÍ aftur í ár fer á vøllin í evropeiskari kapping.
SAMAN STANDA VIT STERK
NSÍ Runavík FC – Hamrun Spartans FC · atgongumerki.fo
Ítróttur NSÍ Runavík FC – Hamrun Spartans FC UEFA Conference League Q1 Fyriskipari NSÍ NSÍ [email protected] Telefon +298 211957 www.nsi.fo V-tal: 345326 Staður við Djúpumýru, Klaksvík EUROPA CONFERENCE LEAGUE 2026NSÍ Runavík FC - Hamrun Spartans FCHeimadysturin verður spældur hós...
03/07/2026
Vit fara í summarsteðg sum oddalið🔥
SAMAN STANDA VIT STERK💛🖤