12/05/2026
🏸 OPIN BADMINTON VENJING í samstarv við Badmintonfelagið Nápur 🏸
Hevur tú hug at royna badminton í einum tryggum umhvørvi? 😊
Nú hevur tú møguleikan!
📍 Fimleikahøllini við Gøtugjógv
📅 12. juni 2026
🕔 Kl. 17:00
Venjingin er serliga tillaga til børn og ung, sum hava skerdan kropsligan førleika. Dentur verður lagdur á rørslu, gleði og felagsskap 💚
🏸 Komið og royni tykkum – vit hjálpa tykkum í gongd😊
Øll við er ein verkætlan hjá Parasport Føroyar, sum verður framd í samstarvi við Ítróttasamband Føroya.
Verkætlanin fær stuðul frá Betrii, Knud og Dagny Gad Andresen Fonden, Vanførefonden, Mentamálaráðnum og Bevica.
Se mindre
10/05/2026
Dette tilbud er til voksne og unge som spiller turneringer
Tilmelding på Holdsport.dk eller [email protected]
29/04/2026
Í dag 29.apríl 2026 høvdu vit eina útferð við øllum børnunum hjá Nápur. Hetta kappingarári endaði við at vit fóru at bowla og at eta.
Takk fyri eitt gott ár, her koma nakrar løtumyndir:)
28/04/2026
Nýggja nevnd hjá Nápur.
Karl Kass sum formann.
Sámal Steinkross sum næsti formaður.
Ingvard Hansen sum kassameistari.
Malena Kristensen og Godwin Sunder sum nevnda limir.
05/03/2026
Cup2000-Vis turnering
Skab en optimal turnering med Cup2000's turneringssystem til badminton, padel, pickleball, squash og tennis. Få mere information og skab din turnering her.
11/02/2026
Í farna vikskifti 7-8/2/2026, hildu vit eina tvímans Grand Prix kapping í bygjuni. Vit eru væl nøgd, og tað ednaðist væl. Her koma nakra løtu myndir:)
22/11/2025
Í sísta vikuskifti, 15-16/11/2025 høvdu vit kapping í bylgjuni sum ednaðist sera væl. Her eru nakra løtumyndir:)
27/10/2025
🫶Tú kanst søkja um hjálp til ítrótt og útgerð hjá Barnabata 🫶
Um tín fíggarstøða er trong, og tað er avbjóðandi at gjalda limagjaldið, kanst tú søkja um frípláss hjá Barnabata. Eisini ber til at fáa ískoyti til ítróttabúnar ella útgerð.
Vitja síðuna hjá okkum www.barnabati.fo, svara talgilda umsóknarskjalinum og send inn. Vit seta okkum í samband við ítróttarfelagið við áheitan um at útvega barninum ella tí unga frípláss.
Leinkja til umsóknarskjal: https://www.barnabati.fo/imgt/itrott/
22/08/2025
Tilmelding til sæson 2025-2026 sker via www.napur.fo