07 Vestur

07 Vestur

Del

07 Vestur er ímillum størstu fótbóltsfeløg í landinum, við sínum 400 aktivu limum og fleiri enn 30 liðum. Hetta er almenna Facebook síða felagsins.

13/06/2026

Vit hava fingið eina f***a mynd av u11, sum hevur verið til kapping í dag.

12/06/2026

Í kvøld kl. 17.00 spæla kvinnurnar dyst móti Víkingi. Komið og stuðlið teimum💚⚽️

11/06/2026

Komandi vikuskiftið verður lagt upp til øðrvísi dystardagar, tá ið átakið ljóðleysur leygardagur verður sett á skrá til barnakappingarnar í fótbólti.

Ljóðleysur leygardagur er partur av átakinum ”Fair Play í barnahædd”, sum setur sjóneyku á góða dystarumhvørvið til barnakappingar.

Endamálið við átakinum, sum verður 13. og 20. juni, er at geva børnunum frið at spæla uttan vegleiðingar frá áskoðarum. Eisini at minka um trýst og vegleiðandi róp og ístaðin eygleiða, hvat hendir, tá ið børnini sjálvi taka avgerðir.
Venjarin, ella tann, ið hevur ábyrgd av liðnum, hevur til uppgávu at vegleiða um neyðugt.

Átakið er roynt í nógvum ymiskum londum, men er tað serliga kent í Onglandi, har tað verður nevnt “Silent Support Weekend”. Eftirmetingarnar frá hesum átakinum eru m.a., at samskifti millum leikarar, og leikarar og venjara, gerst betri, tá ið aðrar røddir fylla minni. Harumframt minkar óttin fyri at gera ein feil, og dirvið at taka avgerðir veksur.

Børn, sum taka lut í barnakappingum í fótbólti, eru í aldrinum 5 – 11 ár.

10/06/2026

Leygardagin fara vit í gongd aftur. Vónandi møta nógv at stuðla :)

Photos from 07 Vestur's post 09/06/2026

Gott lag til venjing í góðveðrinum, nú vit telja niður til næsta heimadyst, sum verður á sjálvum Countryfestivalinum☀️🤠 Vit vóna at síggja tykkum øll á áskoðaraplássunum⚽️💚

09/06/2026

13 nýggir C1-venjarar í 07 Vestur

Farna mánaðin hava 13 venjarar hjá 07 Vestur tikið C1 venjaraprógv frá FSF.

Talan er um 4 kvinnur og 9 menn, sum nú leggjast afturat teimum mongu útbúnu venjarunum, ið longu gera eitt stórt arbeiði í felagnum.

Hetta er ein týðandi liður í arbeiðinum at styrkja og førleikamenna okkara egna venjarahóp. Málið er at skapa eitt sterkt og trygt venjaraumhvørvi, har børn og ung í 07 Vestur fáa góða venjing og góðar karmar at mennast í.

Vit ynskja øllum hjartaliga tillukku við próvnum og takka fyri tykkara týdningarmikla arbeiði í felagnum. 💚🧡⚽️

Photos from 07 Vestur's post 04/06/2026

Vit í 07 Vestur eru sera errin av at síggja Emilian taka enn eitt stórt fet á fótbóltsleiðini.

Longu tá Emilian var heilt ungur sást, at hann hevði serliga góð fótbóltsevni. Hann gjørdi tíðliga vart við seg í barna- og ungdómsdeildunum hjá 07 Vestur.

Jens Erik Rasmussen hevði Emilian undir sínum veingjum í ungdómsárunum. Jens Erik hevur gjøgnum árini verið við til at menna fleiri evnaríkar spælarar í 07 Vestur og hevur havt stóran týdning fyri ungdómsarbeiðið í felagnum.

Sum 12 ára gamal flutti Emilian, saman við familjuni, til Danmarkar at menna seg víðari, og síðani hevur tað bara gingið framá.

Fótbóltsevnini hevur hann ikki frá fremmandum. Bæði mamma og pápi Emilian hava eisini spælt við 07 Vestur.

Nú, bert 16 ára gamal, hevur hann endurnýggjað sáttmálan við FC Nordsjælland fram til 2029 – eitt greitt tekin um tað álit og tær vónir, sum felagið hevur til hansara framtíð.

Vit ynskja Emiliani hjartaliga tillukku við nýggja sáttmálanum og gleða okkum at fylgja við honum.

Photos from 07 Vestur's post 04/06/2026

Hevur tú eina løtu at hjálpa 07 Vestur? 🟢🟠

07 Vestur er borið av fólki, sum longu gera eitt stórt arbeiði fyri felagið. Venjarar, hjálparfólk, nevnd, foreldur og sjálvboðin halda felagið koyrandi hvønn dag.

Nú vilja vit fegin styrkja enn meir um felagsskapin og hava fleiri við.

Tú kanst hjálpa til við dystum, tiltøkum, kiosk, grill, ungdómsarbeiði, sosialum miðlum, sponsorum, trivnaðar- ella praktiskum uppgávum ella okkurt heilt annað.

Tú bindur teg ikki til nakað við at skráseta teg.

Skrásetingin gevur okkum bara eina ábending um, hvørjar uppgávur tú kundi hugsað tær at hjálpt við. So er lættari hjá okkum at spyrja rætta fólkið, tá tørvur er á hjálp.

Tú bestemmar sjálv/ur, hvussu nógv tú hevur tíð til. Tað kann vera eina ferð um árið, eina ferð um mánaðin, vikuliga ella bara av og á.

Og tú gerst partur av einum góðum felagsskapi, har øll hjálp telur. 🤝

Veitst tú ikki heilt, hvat tú kanst hjálpa við? So kanst tú velja “spyr meg”.

Alt ger mun 🙌

Skráset teg her:
https://forms.gle/kCV2hkvWwT5EzK2Z8

Myndirnar eru frá tiltaki fyri sjálvboðin seinasta hósdag 🌞

Photos from 07 Vestur's post 01/06/2026

Her eru vinnaratølini frá lutaseðlunum, sum eru seldir til frama fyri luttøku í Vildbjerg Cup 2026 hjá GU13, GU16 og DU13 hjá 07 Vestur, sum vórðu trekt 31.05.2026.

Tey, sum hava vunnið, kunnu seta seg í samband við eina av hesum:

Sheila 266590
Anly 285650
Dora 222331
Ásla Leila 265325
Christina 221699
Petra 510422

Freistin at heintað vinningarnar er 30. juni 2026.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Sørvágur?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Telefon

Internet side

Adresse


á Dungasandi 4
Sørvágur
380