21/08/2025
Upphiting verður í dansistovuni frá klokkan 15:30 leygardagin. Í hesum sambandi hevur fjepparafelagið serliga góð tilboð uppá fjepparaklæðir. Komið øll og verið í hvítum!!
Stuðla tiltakinum hava: Sp/f Risin, Dansistovan í Sørvági, Føroya Bjór, Loyndin og Giljanes bussar
20/08/2025
Allir fjepparar hjá 07 vestur, sum eru í hvítum leygardagin, kunnu fáa okkurt ókeypis drekkandi frá Føroya Bjór afturvið dystinum. Bæði til stór og smá.
Drekkivørurnar verða lætnar, har sum Vestursíðan situr. Minnist til at rudda upp eftir tykkum. Vit hava skrellisekkir við 😉
22/02/2025
Við hesum tiltaki bjóða vit øllum 07 Vestur stuðlum til eina hugnaliga løtu saman áðrenn síðsta venjingardystin, áðrenn landskappingin verður skotin í gongd.
Arbeiðið við skýlinum er eisini næstan komið á mál. Vit kunnu sita turr undir taki, meðan dysturin er. Komið og vísi okkara leikarum stuðul og stuðlið fjepparafelagnum.
Beinleiðis leinkja til at bíleggja brunch er í fyrstu viðmerkingini til uppslagið.
12/02/2025
Aðalfundur hevur verið í Vestursíðuni í kvøld. Fjepparafelagið hevur nú 2 ár á baki, so hetta var triði aðalfundur felagsins.
Nevndin er vald og hevur skipað seg:
Formaður: Finnur Joen-Jacobsen
Næstforkvinna: Eyðvør Petersen
Peningarøkil: Kristina Mouritsen
Skrivari: Guðrun Øster
Nevndarlimur: Beinta Henriksen
Tiltakslimir: Ragnar í Haraldsstovu og Annbritt Toftegaard
30/06/2024
VINN GÀVUKORT FRÀ PIZZA 67
Tá ið dysturin í dag er lokin, burturluta vit eitt gávukort til buffét hjá pizza 67 fyri tvey.
Tú fær ein lutaseðil frá Vestursíðuni í hálvleikinum, um tú ert aktivur fjeppari á Vestursíðuni og ert í hvítum um yvirkroppin. Um tú ikki ert í hvítum, fær tú ongan lutaseðil.
Róparin rópar vinnaranummarið til fjøldina, tá ið dysturin er liðugur.
GG. Tað ber til at læna hvítar troyggjur frá Vestursíðuni. Tað ber eisini til at keypa troyggjur áðrenn dystin, í hálvleikinum og á www.fjeppari.fo
15/04/2024
So er tað B68 um 2 1/2 tíma. Síggjast á Toftum.
Koyr á 07 Vestur!!! 🥳🥳🥳
04/03/2024
TIL HEIMADYSTIR Í ÁR HAVA VIT FINGIÐ HJÀLP FRÀ PIZZA 67
Tá ið dysturin er lokin, burturluta vit eitt gávukort til buffét hjá pizza 67 fyri tvey.
Tú fær ein lutaseðil frá Vestursíðuni í hálvleikinum, um tú ert aktivur fjeppari á Vestursíðuni og ert í hvítum. Róparin rópar vinnaranummarið til fjøldina, tá ið dysturin er liðugur.
GG. Tað ber til at læna hvítar troyggjur frá Vestursíðuni. Tað ber eisini til at keypa troyggjur áðrenn dystin og á www.fjeppari.fo
14/01/2024
http://www.07vestur.fo/news-janus+er+okkara.htm
Janus er okkara - 07 Vestur
Við frøi kunnu vit kunngerða, at Janus Svabo Samuelsen hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við 07 Vestur. Janus er vorðin ein sera umráðandi leikari hjá 07 Vestur. Janus hevur góðan bóltførleika og sera gott hugflog á vøllinum. Ikki minst hevur hann royndirnar, so hann kann vísa ...