Hondbóltssendingin á Alduni

Hondbóltssendingin á Alduni

Del

Hetta er facebooksíðan hjá Hondbóltssendingini á Alduni, sum verður send hvønn hósdag kl. 14.00. Eisini kann sendingin hoyrast á aldan.fo.

03/09/2026

Geir Wardum er gestur í sendingini í dag.

03/09/2026

Kvinnulandsliðið úttikið

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Málverjar:
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)
Gylta Djurhuus á Neystabø, Skuru IK (SWE)

Bakkar:
Silja Geirsdóttir Eystberg, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Buducnost (MNE)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN)
Lukka Arge, H71
Ró Reginsdóttir, Neistin
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF

Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Inga Maria Roysdóttir, Stjarnan (ISL)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL)
Sára Berg á Lag, H71
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN)

Strikur:
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL)

Eftir hesa samlingina skal liðið spæla tveir venjingardystir móti Eysturríki í oktober, í Eysturríki. Hesir dystirnir verða hósdagin 22. oktober og leygardagin 24. oktober. Tveir venjingardystir eru eisini á skrá í november áðrenn EM-endaspælið. Hesi verða leiktir í Noreg móti ávikavist Noreg, hósdagin 26. november, og Danmark, leygardagin 28. november. Fyrsti dystur hjá Føroyum í EM-endaspælinum er leygardagin 5. desmber kl. 19.30 móti Ukraina.

27/08/2026

📣 Skema 2026/2027 📣

27/08/2026

Málverjavenjari settur

Vit kunnu fegin kunngera, at StÍF hevur skrivað sáttmála við Morten Hust Petersen, sum kemur at venja okkara málverjar, hjá bæði SMS og BURN🥅

Hjartaliga vælkomin í felagið, Morten❤️🤍

27/08/2026
27/08/2026

So er tað í dag kl. 14, at Hondbóltssendingin aftur er á skránni.

Vit ringja til Bárð Dal-Christiansen um Social Cup, sum Kyndil skipar fyri. Harafturat verður hugt eftir kappingarárinum, sum stendur fyri framman.

Vertur er Ásbjørn Nielsson Nattestad.

26/08/2026

Í morgin verður Hondbóltssendingin aftur á skránni fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið. Aftur í ár verður sendingin kl. 14.00 hósdagar.

25/08/2026

Hetta er framúr og Hondbóltssendingin ynskir Gabriel góða eydnu 🇫🇴

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Starvið er ein liður í uppraðfesting av dómaraøkinum í Føroyum og fevnir m.a. um útbúgving av dómarum og eygleiðarum, áseting av dómarum og annars alt dagligt samskifti við feløg, dómarar og eygleiðarar.

Gabriel er 34 ára gamal og hevur røtur í hondbóltsfamilju í Vestmanna, har hann eisini búleikast.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Saltangará?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Internet side

Adresse


Heiðavegur 53
Saltangará
600