26/08/2026
**Svimjifelagið Flot selur fiskavørur frá Norðfra**
Vit eru heili 14 svimjarar úr Svimjifelagnum Flot, sum fara til Danmarkar til svimjikapping í novembur. 🏊🏻♂️🏊🏻♂️
Fyri at savna pening selja vit fyrstafloks fiskavørur frá Norðfra. 🐟🍤
Tú kann stuðla okkum við at bíleggja niðanfyri. Vit seta okkum so í samband við teg í samband við gjalding.
Bíleggjast skal áðrenn 6. sep. Vøran verður koyrd tær til dyrnar 9. sep, og vit seta okkum í samband við teg áðrenn vit koma. 🚗🐟
Lættari verður tað ikki! 🤩
https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLScAJ0FjKTbcjQdRC7Z06kmXqqgm0YWph3WrM-QzwYSRxbyGNg/viewform?usp=dialog
**Lutakast!**
Tit eru vælkomin at viðmerkja ein vin og tit kunnu vinna ein fiskapakka hvør.
Vit takka hjartaliga fyri allan stuðul! 🏊🏻♂️ 🏊🏻♂️
Svimjifelagið Flot selur fiskavørur frá Norðfra
Vit eru heili 14 svimjarar úr Svimjifelagnum Flot, sum fara til Danmarkar til svimjikapping í novembur. 🏊🏻♂️🏊🏻♂️ Fyri at savna pening selja vit fyrstafloks fiskavørur frá Norðfra. 🐟🍤 Tú kann stuðla okkum við at bíleggja niðanfyri. Vit seta okkum so í samban...
25/08/2026
Svimjiárið fór av bakkastokki í dag við heili 168 børnum og vaksnum - og fleiri tóku síni fyrstu tøk!
Eftir drúgvar fyrireikingar, venjarafundir og tilrættalegging av svimjiárinum høvdu vit herfyri ein væleydnaðan tilmeldingardag. Undirtøkan er einastandandi, bæði frá venjarum og svimjarum, og hetta eru vit sera glað, stolt og takksom fyri.
Í dag vóru so ársins fyrstu venjingar. 168 børn og vaksin fingu fyrstu metrarnar afturum, so grundarlagið er sera gott fyri einum góðum svimjiári.
Tað var hugaligt at síggja gleðina í svimjihylinum og hvussu væl bæði nýggir og royndir svimjarar komu í gongd.
Venjingartíðirnar síggjast í viðmerkingunum.
24/08/2026
Heyhey
Nú skuldu tit øll, sum hava melda til venjing hjá Svimjifelagnum Flot, havt fingið sms um venjingartíðir❤️
Tey flestu skulu byrja at venja í morgin 25/8😀
Set teg í samband við okkum, um okkurt er at spyrja um❤️
Síggjast
Súsanna Debes
Tlf 263620
16/08/2026
Heyhey
Vit ætla at byrja at venja aftur 24/8.
Vit koma við venjingartíðum í vikuni.
Eins og undanfarin ár fara vit at tillaga venjingartíðirnar hjá hvørjum einstøkum soleiðis at tað, so gott sum møguligt passar til tað børnini annars venja❤️ Vit hoyrast í vikuni❤️
07/08/2026
Fyrireikingarnar til komandi svimjiár eru væl í gongd. Minnist til at melda til svimjiárið 2026/27 við at útfylla formin niðanfyri.
Tilmelding 2026/27
Her kunna øll melda seg til svimjing hjá FLOT
07/07/2026
Tilmelding til svimjiárið 2026/27!
Svimjifelagið Flot letur nú upp fyri tilmelding til komandi svimjiár fyri børn úr forskúlaaldri og eldri.
Nú hevur tú møguleika at tryggja tær pláss, áðrenn vit aftur loypa í hylin til eitt nýtt ár við venjing, menning, felagsskapi og nógvum góðum svimjiupplivingum.
Skemaði fyri venjingarnar verður lagt í august, áðrenn vit byrja at venja, tá vit vita, hvussu nógvir svimjarar verða meldaðir til.
Hevur tú ynski um at venja saman við einum ávísum persóni ella tú fært eina venjingartíð, sum tað ikki ber til at venja, ert tú vælkomin at seta teg í samband við nevndina, so vit kunnu finna eina loysn.
Vit gleða okkum at síggja bæði nýggjar og royndar svimjarar til eitt spennandi svimjiár 2026/27!
Tilmelding 2026/27
Her kunna øll melda seg til svimjing hjá FLOT
28/06/2026
Fyri tíð síðani hevði Flot ein sera væleydnaðan aðalfund har tað luttóku útvið 200 fólk. Á fundinum var øll nevndin afturvald.
Nevndin hevur síðan skipað seg:
Formaður: Heidi Jacobsen
Næstformaður: Súsanna Debes
Skrivari: Ann Jacobsen Djurhuus
Kassameistari: Árni Skibenæs
Nevndarlimur: Katrin Jacobsen
Tiltakslimir: Beinir E. Danielsen og Bárður Højgaard
Beinir vantar á myndini
Í løtuni verður arbeitt við øllum kreftum at fyrireika komandi svimjiárið.