14/08/2026
SÍF klæðir
Í nøkur ár hava limir spurt eftir SÍF draktum.
Á seinsummardegnum 22. august 2026, ber til at bíleggja og royna SÍF draktirnar í Haraldsstovuhandlinum, millum klokkan 13:00 og 16:00.
Prísirnir eru hesir:
- Venjingarjakki kr. 400,00
- Venjingarjakki við ½ snarlási kr. 350,00
- Venjingarbuksur kr. 350,00
- Ryggsekkur kr. 350,00
14/08/2026
Limablusan 2026/2027
Øll, sum spæla hondbólt og rinda limagjald, fáa sum vant limablusu.
Í sambandi við at SÍF verður 120 ár í novembur, hevur felagið gjørt eina serliga limablusu til hendan hondbóltsveturin.
Limablusirnar eru klárar, og kunnu heintast í Haraldsstovuhandlinum á Seinsummardegnum 22. August 2026 millum klokkan 13:00 og 16:00.
Til ber eisini at ogna sær shorts.
Limagjald, tá man íðkar hondbólt
Øll, sum rinda limagjald fáa eina limablusu.
LIMAGJALDIÐ RINDAR TÚ SOLEIÐIS:
- Børn, sum búgva í Vága Kommunu: https://frigg.vaga.fo/ShopItem/ITROTTUR_HONDBOLDUR/0/FR10111/STK?_gl=1*y2wnhr*_up*MQ..*Frigg_Vaga_ga*NDk0Njk3NzM4LjE3MjkyODI3MDU.*Frigg_Vaga_ga_Y6LGZE639S*MTcyOTI4MjcwNS4xLjAuMTcyOTI4MjcwNS4wLjAuMA..*_ga*NDk0Njk3NzM4LjE3MjkyODI3MDU.
- Børn, sum ikki búgva í Vága Kommunu: Rinda kr.500,- í Betri Banka 9181 - 377 067-4
Viðmerk navn á íðkara og lið (Dømi: Guðrun Gudmundsen G14 ella Heðin Samuelsen U10)
U6/U8/U10/12/14/16 - 500,- kr.
TRYGD VIÐ AT RINDA LIMAGJALD
Við rindan limagjaldi er íðkarin tryggjaður hjá ÍSF (Ítróttar Samband Føroya), um ein kemur til skaða í ítróttinum.
HVÍLANDI LIMIR
Møguleiki er hjá øllum at stuðla SÍF við at vera hvílandi limur. Her kann man flyta eina uphædd árliga á konto: 9181-1255977. Møguleiki er eisini at biða bankan um at gera fasta flyting til SÍF eina ferð árliga. Viðmerk navn og hvílandi limur.
Hvílandi limir kunnu keypa sær limablusu - men nøgdin av bíløgdu blusunum er avmarkað.
EINGIN SKAL HALDAST AFTUR AT ÍÐKA VIÐ SÍF
SÍF ynskir ikki at nakað barn skal haldast aftur at spæla hondbólt ella at rógva av fíggjarligum ávum. Tí vil SÍF stuðla teimum familjum sum ikki síggja seg føran at gjalda limagjald. Við at venda sær til formannin Heðin Samuelsen á mail [email protected] ella á telefon 794444 kann søkjast um hetta. Umsóknin verður viðgjørd í trúnaði.
Sí meira á www.sif.fo
14/08/2026
KØKU- & MAT TOMBOLA
Árliga mat- og køkutombula verđur sum vant, og vera allir íđkarir hjá SÍF, bidnir um at lata ein lut. Hvørt húsarhald nýtist tó ikki at lata meir enn 2 lutir.
Luturin skal latast í SÍF-húsið á Loftagrund í seinasta lagi leygardagin 22. august klokkan 09.30. SÍF húsið verður eisini opið fríggjakvøldið.
Tey, sum ikki íðka, eru eisini hjartaliga vælkomin at lata lut til tiltakið
Takk fyri
Við felagskvøðu
SÍF
Túsund takk fyri allan stuðul
29/06/2026
So vóru tær aftur á ferð við landsliðnum.
Góða eydnu Andrea Heinadóttir og Rósa Herup Egilstoft 🇫🇴🇫🇴
Koyr á Føroyar.
https://www.facebook.com/share/p/1AAuyMfmfB/
U16 European Open byrjar í dag
Komandi vikuna skulu føroysku U16-kvinnurnar kappast í European Open, sum verður leikt í Gøteborg.
Føroyar eru í bólki saman við Niðurlondum, Serbia, Georgia og Spania.
Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum liggja soleiðis:
Mánadagin 29. juni
Kl. 11.00 Niðurlond – Føroyar
Kl. 16.00 Serbia – Føroyar
Týsdagin 30. juni
Kl. 13.00 Føroyar – Georgia
Kl. 19.30 Spania – Føroyar
Mikudagin og hósdagin verða millumumførini leikt og plaseringsdystir fríggjadagin. Allir dystir kunnu stroymast á ehftv.com, har ein bert skal upprætta sær ein brúkara. Tað kostar 5 euro fyri alla kappingina.
Hesar manna U16-landsliðið:
Aleksandra Arge, Kyndil
Mia Blástein, VÍF
Nana Yaa Deku, H71
Gyða Beata Djónadóttir, Neistin
Rósa Herup Egilstoft, Søljan
Sigrid Hansdóttir, Neistin
Aibritt á Plógv Hansen, Kyndil
Hervør Hansen, Kyndil
Andrea Heinadóttir, Søljan
Rannvá Heinadóttir, H71
Olivia Kristiansen, H71
Anna Lamhauge, H71
Fía Nolsøe, H71
Sofía Sigurstein, Kyndil
Hanna Thomsen, Neistin
Sunfríða Fonsdal Zachariasen, VÍF
23/06/2026
https://hsf.fo/verjararadstevna-vid-jordi-ribera/
Venjararáðstevna við Jordi Ribera – HSF
Venjararáðstevna við Jordi Ribera HSF bjóðar venjarunum í føroysku hondbóltsfeløgunum til venjararáðstevnu við m.a. kenda, spanska landsliðvenjaranum Jordi Ribera. Ráðstevnan verður hildin: Dagur: 22. augustTíð: Allan dagin. Endaliga skráin kemur seinniStað: Við Tjarnir Framløg...
20/06/2026
Í dag er Jóansøka í Vági🦅🚣🏼♀️
Vit hava 4 sera raskar manningar, ið eru við og tær rógva soleiðis:
Kl 12:30 Havørnin barnaróður dreingir
Kl 15:30 Ørnin dreingir 14-16 ár
Kl 15:50 Skúgvur 6 mf menn
Kl 16:10 Ørnin gentur 14-16 ár
Vit gleða okkum at fylgja við og heppa uppá❤️🤞🏽
Allar bestu eydnu!💪🏽
Koyrið á!💪🏽🦅