Skála Cup

Skála Cup

Del

Skála Cup er innadura fótbóltskapping spæld í Ítrottarhøllini á Skála. Fyri bæði børn og vaksin.

10/11/2025

Gloymd klæðir!!! 🧐
Á myndini síggjast klæðir sum eru gloymd í høllini um vikuskiftið. Tey hanga í gongini og høllin er opin frá morgni til myrkurs 😅

Photos from Skála Cup's post 10/11/2025

Checkered flag fyri ársins Skála Cup 🏁🏁
Lukket og slukket... vognurin 🚃 kom smílandi um mállinjuna eftir síðstu rundu 😄 Hvussu sær maskinrúmið út? tjae, um eini tveir dagar sær tað út sum nýtt 🥰😎
Dream Team og harkaliðið koyrdu tað heim, og eftirmetingarfundurin verður av tí góða slagnum 🥳😜
Tað er so heilt ófatiliga nógv sum skal rigga eitt tílíkt vikuskifti ❤️🧡😍
Sum vit hava sagt so oftani fyrr, so eru tað so heilt fantastiska nógvar hendur, sum brúka eina øgiliga rúgvu av tímum í høllini, og hetta er orsøkin til, at kappingin kann haldast og vera so stuttlig, sum hon er 💪👏🧡
Hjartaliga takk til øll sum komu ein túr innar í høllina á Skála hetta vikuskiftið ❤️
Niðanfyri eru nakrar myndir frá degnum. M.a. av ynkstu og elstu luttakarunum 🤩
Vit venda aftur fyrsta dagin, har vit koma við nøkrum hagtølum v.m 🧐

Photos from Skála Cup's post 09/11/2025

Vanligvís er tað fartgreinsa í pit-lane 🏎️ men hetta var ikki neyðugt, tá Skála Cup vognurin kom rullandi inn í garasjuna í kvøld 🛞🚌 Pumpurnar koyrdu uppá damp eftir ein sera langan, gevandi og stuttligan leygardag 🥰⚽️
Tað eru nógv bóltaspark, dómarafloyt, foreldraklapp og neglabit ein tílíkan dag 😇😅👏 Tað eru eisini nógvir litrar av sodavatni farnir niðurum saman við sera vælsmakkandi burgarum, kipsi og pylsum. Og hetta eftir frálíka morgunmatin 🍔☕️🍟
Sum sagt, Dream Team og alt harkaliðið rundanum koyrdu uppá pumpurnar í kvøld. Men tí er tað gott, at øll hava eitt sera gott pit-crew og góða song 💪😴
So tá sunnudagurin letur eyguni upp, eru øll klár at fara í eldin aftur 😍😎
Tær seinastu rundurnar av løbenum skulu í gongd, og tá er alt tipp topp og klárt at taka ímóti mongu gestunum 🤩👌
Niðanfyri síggjast myndir frá degnum 🧡❤️
Verið hjartaliga vælkomin í høllina á Skála sunnudagin 9. nov. til endaspurtin av Skála Cup 😊

Photos from Skála Cup's post 08/11/2025

Fyrsta runda er av 🧡⚽️ og Skála Cup vognurin er inni til væl uppiborið pit-stop 🏎️🛞
Olja skal á maskinaríið, dekkini skulu skiftast, og so ræður annars bara um at fáa eyguni saman, tí løbe koyrir aftur við fullari ferð frá morgunstundini av 🕰️😍
Dream Team og alt liðið kring kappingina eru sera glað fyri fyrstu runduna av turneringini 🥰
Vónandi fingu øll eina góða uppliving, leikarar, avvarðandi og annars øll ið løgdu leiðina framvið høllini á Skála 🥳
Í morgin, leygardagin, herja vit á aftur, og á startlinjuni kl. 08.00 hava vit nakað nýtt á skránni í ár: morgunmat fyri ein góðan prís ☕️
Niðanfyri síggja vit nakrar myndir. Onkur frá degnum í dag, myndir av vinnarunum í kvøld og eisini myndir av fantastisku menuini hjá kafeteria og skráin í morgin 🤩
Síggjast undir Mýruhjalla í morgin, leygardagin 8. nov. ⚽️🍟🍔☕️🧡

07/11/2025

Kl. 08.00-10.30 leygarmorgunin er morgummatur hjá hr. Jensen 🧡

Photos from Skála Cup's post 06/11/2025

Skála Cup 2025 er nú minni eitt samdøgur frá at fara av bakkastokki.

Alt er við at vera klárt. Ein rúgva av fólki hava kýtt seg fyri at taka ímóti øllum fólkunum, sum skulu leggja leiðina framvið komandi dagarnar.

Vónandi fáa øll eina super uppliving, alt frá leikarum, avvarðandi, dómararum, kokkum, hjálparfólkum, og til øll fólk sum leita sær ein túr í høllina 🍔🥳

Niðanfyri sæst skráin fyri allar dagarnar, har tað eisini síggjast nøvnini á øllum liðunum ið koma at rokast undir Mýruhjalla.
Vælkomin øll somul 🤩⚽️

04/11/2025

Skála Cup 2025 🥳🤩
Eyðmjúkir og takksamir 🧡 fyri sera nógvar tilmeldingar, og spentir og tendraðir 😍 fyri ein so spennandi hóp av leikarum og liðum, sita teir í Dream Team nú og leggja seinastu brikkarnar í kompleksað putlispælinum 🧐
Tað skal nokk ganga, men hallarvørðurin kundi ynskt sær fleiri tímar í døgninum, segði onkur 🕰️Hann helt eisini, at nú var nokk kelað runt frituruna, nú mugu menn byrja at bera posarnar við kips og búffum inn 🍔🍟
Her sæst mynd við yvirliti yvir, nær hesi ymisku spæla. Nærri lýsing av hvørji lið spæla í hvørjum bólkum osfr. kemur seinni ⚽️

03/11/2025

TIKK TAKK TIKK TAKK .. í dag er mánadagur 3. nov. Hetta merkir, at deadline fyri tilmelding til Skála Cup nú einans er tímar burtur.
Undir Mýruhjalla eru fleiri kempur. Ein teirra er Súni. Hann er kanska ikki størsti maðurin í vavi, men tað er fáur ið klárar hansara arbeið 💪
Súni gongur, saman við restini Dream Team, og leggur seinastu hond á kappingina..

Skulu vit ikki royna at potta hann við tilmeldingum? 💪😎🤣
Tað eru nøkur pláss eftir 😍
Vit síggjast í høllini á Skála komandi vikuskiftið!

31/10/2025

TÁ TIT HAVA SOVIÐ SJEY FERÐIR, ER SKÁLA CUP AFTUR Á SKRÁNNI 🤩🧡

Ja, tit lósu rætt. Fyrireikingarnar eru nú í hæddini. Tað eru nógvar hendur á fabrikkini, í maskinrúminum og uppi á brúnni, ið baksast við at fáa tað seinasta uppá pláss 🥰💪

Tilmeldingarnar rulla framvegis inn, so nú ræður um at skunda sær at melda lið til 🥳👏

Aftur í ár eru tað super vinningar hjá teimum vaksnu, so er man ein ið elskar at skeldast og rokast í innandura tímum, so er møguleiki her at fáa okkurt annað afturfyri knossi, enn ein skaða ella tveir 😂😎

Niðanfyri er klipp við løtumynd frá fríggjakvøldinum í fjør 😇😊
Síggjast á Skála 😍

Photos from Skála Cup's post 21/10/2025

Nú eru tað minni enn 3 vikur til 7. nov. tá Skála cup 2025 fer av bakkastokki 🤩

Tilmeldingarnar koma eisini inn í jøvnum streymi, so tað ræður um at gera eitt lið, um hetta ikki longu er gjørt, og melda til, meðan tíð og pláss er 🥳 hetta kann gerast tveir vegir:
Tlf: 232015
Mail: [email protected]

Fólk rokast óført at gera føroya hugnaligastu kapping klára, soleiðis at øll vitjandi fáa eina super løtu í høllini á Skála 😍
Alt skal vera í ordan 🧐 alt frá luft trýsti í bóltum, stødd á mál meskum, og til styrki á kaffi og steiking av búffum 😎

Vit síggjast undir Mýruhjalla 7.-9. nov. 🧡

09/10/2025

Setið X í kalendaran, stillið vekjaran á telefonini, setið pinnar í eplið, ella hvat nú riggar best hjá tykkum🤩
Tí, sum sagt, vikuskiftið 7.-9. novembur enda vit kappingarárið í fótbólt undir Mýruhjalla á Skála, tí, ja!, Skála cup er aftur á skránni💪
Vit koyra sera væl eydnaðu kappingina frá undanfarnum árum einaferð enn👏
Vinarliga hjálpið okkum at kunna um kappingina, m.a. við at deila hetta uppslagið😘
Og skundið tykkum at melda lið til, eftirspurningurin hevur verið sera stórur seinastu árini😎
Sí mynd fyri upplýsingar um hetta ymiska🧐
Og so síggjast vit til Skála cup 2025🥳

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Skáli?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Internet side

Adresse


Undir Mýruhjalla 5
Skáli
480