Styrkifelagið Stoyt

Styrkifelagið Stoyt Stoyt er eitt styrkifelag stovna í 2021 og hevur bústað í Magnus Heinarsonargøtu 24.

Endamál felagsins er at veita eina fasta staðseting, har vektlyfting er í miðdepilinum, so Føroyar kunnu gera seg enn meira galdandi uttanfyri landoddarnar. Vit gera alt tað vit kunnu fyri at skapa eitt so gott umhvørvi til limirnir sum gjørtligt, og afturfyri vænta vit at teir limurnir sum koma ígjørnum hurðina taka venjingina í álvara, vísa álit á teimum sum eru rundan um ein, hjálpa hvørjum øðrum, eru ein partur av felagsskapinum, og altíð koma til venjing við einum smíli. Nevnd felagins
Pól Hendrikur Andreasen, formaður
Mortan á Bøgarði, næstformaður
Kristjan Petursson, nevndarlimur
Niels Áki Mørk, tiltakslimur
Jónas Kristiansson, tiltakslimur

26/06/2026

Les um úrslitini hjá Katrin og Barbu til EM her 💪🏻

Styrkifelagið Stoyt boðar við hesum frá, at árligi aðalfundurin verður hildin fríggjadagin 29. mai kl. 19:00 í ÍSF-húsin...
14/05/2026

Styrkifelagið Stoyt boðar við hesum frá, at árligi aðalfundurin verður hildin fríggjadagin 29. mai kl. 19:00 í ÍSF-húsinum.

Fundurin verður hildin sambært viðtøkunum hjá felagnum.

Vinarliga,
Styrkifelagið Stoyt

Føroyska meistaraheitið var hildið í gjár í hølinum hjá Styrkifelagið Stoyt heldur til. Kappingin var góð og vóru tað nó...
08/02/2026

Føroyska meistaraheitið var hildið í gjár í hølinum hjá Styrkifelagið Stoyt heldur til. Kappingin var góð og vóru tað nógv góð avrik at síggja á degnum.

Les meira her:

Føroyameistaraheitið í olympiskari vektlyfting var samskipað av Styrkifelagnum Stoyt og Føroya Styrkisambandi í gjár, leygardagin 7. februar klokkan 13:00. Kappingin var merkt av góðum avrikum og spennandi kapping, hóast luttakaratalið var lægri enn undanfarin ár. Orsøkin til tað lág...

Barba til heimsmeistarakapping í Las Vegas! 😁💪🏻🏋🏻
10/09/2025

Barba til heimsmeistarakapping í Las Vegas! 😁💪🏻🏋🏻

Hetta vikuskiftið fer Barba Jansdóttir Andreasen aftur at umboða Føroyar á altjóða pallinum – hesa ferð til HM í olympiskari vektlyfting, sum í ár verður hildið í Las Vegas, USA. Talan er um stóru heimsmeistarakappingina fyri lyftarar eldri enn 35 ár, har hundraðtals luttakarar ú...

Barba er ávegis til Albania at kappast til EM ! 💪🏻 🇫🇴
07/05/2025

Barba er ávegis til Albania at kappast til EM ! 💪🏻 🇫🇴

Hetta vikuskiftið fer Barba Jansdóttir Andreasen at umboða Føroyar til EM í olympiskari vektlyfting, sum í ár verður hildin í Albania. Kappingin byrjaði longu mánadagin, og tilsamans kappast áleið 900 luttakarar úr øllum Evropa – øll í aldrinum 35 ár og eldri.Barba luttekur í al...

Set X í kalendarin 30 novembur! Tá halda vit Skansi Cup kapping á Slættanesgøtu 11 🏋🏻🏋🏻Tilmelding og fleiri upplýsingar ...
03/11/2024

Set X í kalendarin 30 novembur! Tá halda vit Skansi Cup kapping á Slættanesgøtu 11 🏋🏻🏋🏻

Tilmelding og fleiri upplýsingar kunnu finnast á leinkjuni niðanfyri:

Skansi Cup er klub kappingin hjá Styrkifelagnum Stoyt. Hendan kappingin er eitt sindur annaðleiðis enn aðrar vektlyftara kappingar, tá ið teir vanligu kappingar reglurnar verða broyttar.

08/06/2024

Tað er stadivekk pláss eftir til skeiðið 💪🏻

Kom við 💪🏻

03/06/2024

Stoyt skipar fyri einum skeiðið í olympiskari vektlyfting 14 & 16 juni. Skeiðið er á heili 4 tímar og er deilt út á tveir ymiskar dagar.

Fríggjadagin 14 juni klokkan 18:00 - 20:00
&
sunnudagin 16 juni klokkan 15:00 - 17:00

Til skeiðið fara vit at gjørnumganga rørslurnar trekk og stoyt. Skeiðið er fyri øllum, royndum sum óroyndum. Olympisk vektlyfting er teknisk so tað veðrur nógvur dentur lagdur á tann tekniska partin av lyftunum. Tó verður nógv tann størsti parturin av skeiðinum praktiskur. Tað verður nørda eitt sindur í hvussu tær ymsiku støgðurnar og rørslurnar síggja út, og júst hví tað verður lyft við einum ávísum teknikkið í huga.

Okkara høvuðs endamál fyri hesum skeiðinum er at man skilir HVÍ tær ymsu støgurnar og rørslurnar eru settar saman sum tær eru. Tað er øgiliga týdningarmikið fyri okkurm at man skilur hví man ger tað sum verður undirvíst, heldur enn at man bara ger tað sum verður sagt og vónar at tað er nokk til at forbetra lyftini.

Undirvísarar til skeðið vera Pól Hendrikur Andreasen & Mortan á Bøgarði

Kostnaður 400kr pr persón

Vit hava pláss til 10 luttakarar og tað er ‘først til mølle’

Tilmelding fer fram við at senda okkum ein teldupost á [email protected]

Vit síggjast!

Adresse

Slættanesgøta 11
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 06:00 - 22:00
Tirsdag 06:00 - 22:00
Onsdag 06:00 - 22:00
Torsdag 06:00 - 22:00
Fredag 06:00 - 22:00
Lørdag 08:00 - 22:00
Søndag 08:00 - 22:00

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Styrkifelagið Stoyt sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Styrkifelagið Stoyt:

Genveje

Del