Føroya Styrkisamband

Føroya Styrkisamband

Del

Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Føroya Styrkisamband, Sport, Tórshavn.

Føroya Styrkisamband (FSS) er eitt ÍSF menningarsamband til frama fyri styrkiítróttargreinar so sum vektlyfting, styrkilyft og kettlebell
FSS skal eisini skipa fyri førleikamenning og skeiðum innan viðkomandi ítróttargreinum

Viðtøkur - Føroya Styrkisamband 14/05/2026

🚨Innkalling til aðalfund í Føroya Styrkisamband

🚨RÆTTING: FUNDURIN ER KL 19:00 OG IKKI KL 18:00

https://fss.fo/adalfundur-30-mai-2026/

Góðu tit

Vit í Føroya Styrkisambandi bjóða til aðalfund, leygardag 30. mai kl 19:00. Fundurin verður í fundarhølinum hjá Føroya Sjósavn, Rættargøta 8, Argir.

Skrá

Skráin er sambært viðtøkum felagsins á https://fss.fo/vidtokur

- Val av fundarstjóra
- Frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið
- Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar
- Val av nevndarlimum og tiltakslimum
° Heini Hátun og Sonni Eliassen standa fyri valið
° Sonni Eliassen stillar ikki uppaftur
° Heini Hátun stillar uppaftur
- Val av grannskoðara
- Innkomin mál
- Ymiskt
° Lyftiloyvið skipanin
° Føroya Styrkisamband eru upptikin sum sersamband í ÍSF

Viðtøkur - Føroya Styrkisamband Bústaður: Eystar Bryggja 30, Postsmoga 223, 110-TórshavnTeldupostur: [email protected]: +298 223336Nevndin: Trýst her

02/05/2026

🇫🇴FM 2026 í styrkilyfting er nú av, og vit kunnu við sanni siga, at kappingin eydnaðist sera væl 💪

Tilsamans vóru 11 luttakarar við🏋🏻‍♀️ – harav trý, sum royndu seg í síni fyrstu kapping, og ein gesta-íðkari úr Íslandi við føroyskum røtum 🇫🇴🇮🇸

🏆 Vinnarar:
• Vár G. Hansen vann gull hjá kvinnum við einum trý-dysti á 440 kg og 88,05 IPF GL stigum
• Tordur Sigurðsson vann hjá monnum við 615 kg og 86,46 stigum

🥈 Silvur:
• Zoe Elizabeth Dickson vann silvur hjá kvinnum við einum trý-dysti á 344,5 kg og 77,96 IPF GL stigum
• Julian Fosaa vann silvur hjá monnum við einum trý-dysti á 610 kg og 81,63 IPF GL stigum

🥉 Bronsa:
• Marner Ákason vann bronsu hjá monnunum við einum trý-dysti á 540 kg og 74,89 IPF GL stigum

🔥 Í dag vórðu eisini sett heili 14 nýggj føroysk met!
Úrslitini og metini kunnu síggjast á okkara heimasíðu: urslit.fss.fo

Vit sóu nógv flott avrik – bæði persónlig met og føroysk met – og vilja takka øllum luttakarum, hjálparfólki og áskoðarum fyri ein framúr dag 🙌

Vit gleða okkum longu til næstu kapping

FM 2026 Í STYRKILYFTING 29/04/2026

Freistin fyri at melda seg til FM í styrkilyfting er í morgin kl 12:00🥇💪

Kappingin verður komandi leygaradg í Burn Klassik, Berjabrekka 1, og byrjar kl 12:00

FM 2026 Í STYRKILYFTING FM 2026 í styrkilyfting Tíðarætlanin niðanfyri er ein fyribils meting av, hvussu skráin kemur at sí...

FM 2026 Í STYRKILYFTING 06/04/2026

🔥 FM 2026 í styrkilyfting 🔥

Nú er tað gjørligt at tilmelda seg til FM 2026 í styrkilyfting!

📍 Stað: Burn Klassiks, Berjabrekka 1
📅 Dato: 02. mai
⏰ Kapping byrjar: kl. 12:00
⚖️ Innviging: kl. 10:00–11:00

👀 Øll eru vælkomin niðan at hyggja og stuðla okkara røsku íðkarum!

👉 Melda teg til nú!

FM 2026 Í STYRKILYFTING FM 2026 í styrkilyfting Tíðarætlanin niðanfyri er ein fyribils meting av, hvussu skráin kemur at sí...

15/03/2026

04. juli❌📆

GG: Kappingin verður tann 04. juli, og ikki juni, sum stendur á myndini!

Photos from Føroya Styrkisamband's post 13/03/2026

🇫🇴‼️ Føroyar við til EM fyri smátjóðir ‼️🇫🇴

Í morgin, leygardagin 14. mars, kappast okkara tríggjar sterku damur fyri Føroyar 💪

- Barba Jansdóttir
- Herborg Justinussen
- og Embla Bjarkhamar

Allar lyfta í bólkinum, sum byrjar kl. 11:00 føroyska tíð.

📺 Hygg við her 🍿:
https://www.youtube.com/live/WjMrvV5rizg?si=ELSyLoJRGjce6wSv

Vit ynskja teimum bestu eydnu!

Photos from Føroya Styrkisamband's post 12/03/2026

🇫🇴 Føroyska landsliðið til EM fyri smátjóðir
Í vikuskiftinum luttekur føroyska landsliðið í olympiskari vektlyfting í EM fyri smátjóðir, sum verður leygardagin 14. mars í Garðabær í Íslandi.

Føroyar verða umboðaðar av trimum lyftarum:
• Barba Jansdóttir (senior)
• Herborg Eyðnudóttir Justinussen (senior)
• Embla Bjarkhamar (unglingar)

Hetta verður fyrstu ferð, at Embla luttekur í eini landsliðskapping💪🇫🇴

Barba kemur til kappingina við góðum úrslitum í skjáttuni, eftir at hon júst hevur vunnið danska meistaraheitið (DM) í sínum aldurs- og vektflokki🥇 Herborg hevur eisini nógv á skránni, tí hon fer í komandi viku til Keypmannahavnar at kappast í DM fyri seniorar🏋🏻‍♀️

Við føroyska hópinum eru venjararnir Anna Kristina Norðberg Niclasen og Frank Petersen🤓

Vit ynskja hópinum bestu eydnu 🇫🇴

Grannar í Purkugerði endurvunnu DM-gull - Føroya Styrkisamband 09/03/2026

🥇oops they (grannanir) did it again🏋🏻‍♀️🇫🇴

Les um DM-Masters kappingina har Barba, Katrin og Niels Juel luttóku 🇫🇴 Øll trý umboðaðu danska felagið AK Atlas🇩🇰

Grannar í Purkugerði endurvunnu DM-gull - Føroya Styrkisamband Um vikuskiftið 28. februar til 1. mars varð kappingin um danska meistaraheitið í olympiskari vektlyfting fyri masters hildin í Valby í Keypmannahavn. Aftur hesaferð eydnaðist tað grannunum úr Purkugerði í… Read More »Grannar í Purkugerði endurvunnu DM-gull

01/03/2026

02. mai❌📆

27/02/2026

Kappingarskráin fyri 2026 er nú klár 💪

Her síggja tit yvirlit yvir komandi kappingar innan styrkilyfting og vektlyfting.
Vit gleða okkum til eitt spennandi kappingarár við nógvum góðum avrikum!

Sí fleiri kappingar og kunning á heimasíðu okkara 👉 fss.fo

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Type

Internet side

Adresse


Tórshavn