Skúlaleikir

Skúlaleikir Skúlaleikir er eitt skúlaátak, sum ÍSF skipar fyri. Høvuðsendamálið er at vekja forvitni og gleðina hjá børnunum við at spæla og røra seg saman. og 7. flokkar.

Skeið og tilfar til lærarar. Skúlastevnur fyri allar 4., 5., 6. Betri stuðlar. Tað er Ítróttasamband Føroya, sum hevur tikið stig til Skúlaleikir. Endamálið er at skapa ein brúgv millum skúla og felagslív. Vit ynskja at geva næmingunum ein ítróttauppliving saman, sum skapar felagsskapi í flokkinum og sum kveikir til rørslu uttanfyri skúlatíð. Og so ynksja vit at geva ítróttalærarum íblástur og nýtt undirvísingartilfar til ítróttatíman, eins og eitt mál at arbeiða fram ímóti. Fyrstu Skúlaleikir vóru settir á skrá skúlaárið 2021/22, tá 4. og 5. flokkar royndu seg í flogbólti, frælsum ítrótti, inniróðri og badminton. Skúlaárið 2022/23 vóru tvær ítróttagreinar lagdar afturat og 6. flokkar bodnir við. Til skúlaárið 2023/24 verða Skúlaleikir bodnir út til allar flokkar í miðdeildum kring landið, og hetta skúlaárið verður enn størri dentur lagdur á paraítrótt og møguligar tilllagingar til tær 6 ítróttagreinarnar, sum eru við. Skúlaleikir eru skipaðir við, at ein ítróttalærari meldar sín flokk til og fær møguleika fyri at luttaka á skeiði um heysti. Síðani fáa flokkarnir í boði at fáa eina skúlavitjan, har umboð frá ítróttagreinini koma á skúlavitjan. Ítróttalærarin fær eisini undirvísingartilfar at leggja nakrar ítróttatímar til rættis ígjøgnum skúlaárið. Allir flokkar verða bodnir til stevnur um vári. Tað eru stevnur í fimm økjum kring landið, har ein flokkur fyri hvørt floksstig vinnur seg víðari til at umboða økið á eini landsstevnu. Skúlaleikir bjóða:
Frælsan ítrótt og flogbólt til 4. floks næmingar
Inniróður og badminton til 5. floks næmingar
Kurvabólt og rørslumegi til 6. floks næmingar

Endamálið er at skapa felagsskap og rørslugleði fyri øll. Tilmeldingin til skúlaárið 2023/24 er opin, og tit melda flokkar til á www.skulaleikir.fo

Samstarvapartar eru: Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Kommunufelag Føroya, Heilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroyar. Betri stuðlar átakinum.

16/06/2026

Skúlaleikir eru felagsskapur og rørslugleði fyri øll.

Vit eru serstakliga fegin fyri samstarvið við Betri-samtakið, sum øll árini hevur verið høvuðsstuðul hjá Skúlaleikum og gjørt hugskot til veruleika.

Tilmeldingin til skúlaárið 2026/27 er nú opin á
www.skulaleikir.fo.

#2026/27
#3.flokkar #5.flokkar #7.flokkar

Tilmeldingin til SKÚLALEIKIR 2026/27 er opin!Eftir eitt frálíkt ár við Skúlaleikum, eru vit klár til at taka ímóti tilme...
09/06/2026

Tilmeldingin til SKÚLALEIKIR 2026/27 er opin!

Eftir eitt frálíkt ár við Skúlaleikum, eru vit klár til at taka ímóti tilmeldingum til komandi skúlaár.
Sum nakað nýtt royndu vit okkum við stórum stevnum, har heilir ágangir vóru saman. Næmingar hittust tvørtur um oyggjar og kommunur, og vit fingu nógvar góðar afturmeldingar. Vit hava tí valt at halda fast í at skipa fyri stórum stevnum fyri heilum árgangum aftur í ár.

SKÚLALEIKIR 2026/27:
Til komandi skúlaár hava vit valt at tilllaga Skúlaleikir soleiðis, at skúlaárið 2026/27 bjóða vit hesum árgangum:
3. flokkar (hesi sleppa at royna tvær av hesum ítróttagreinunum: badminton, fótbóltur, pool, frælsur ítróttur, flogbóltur, bogaskjóting.
5. flokkar (hesi sleppa at royna tvær av hesum ítróttagreinunum: hondbóltur, kurvabóltur, tennis, rógving, borðtennis, rørslumegi.
7. flokkar sleppa at velja ímillum tríggjar ymiskar forðabreytin við ítróttakendum avbjóðingum.

Vit royna við hesum at taka atlit til landsroyndir og lata 4. flokkar og 6. flokkar hugsavna seg um tað.

Tit kunnu longu nú melda tykkara flokkar til her: https://skulaleikir.fo/skraset-flokk/

🤩Ársins Skúlaleikaflokkar 2026🤩Nú er greitt, hvørjir flokkar kunnu kalla seg ársins Skúlaleikaflokkar 2026:- 4. flokkar:...
23/04/2026

🤩Ársins Skúlaleikaflokkar 2026🤩

Nú er greitt, hvørjir flokkar kunnu kalla seg ársins Skúlaleikaflokkar 2026:

- 4. flokkar: Skúlin á Fløtum
- 5. flokkar: Vestmanna skúli
- 6. flokkar: Skúlatrøð
- 7. flokkar: Skúlin á Fløtum

Endabresturin var týsdagin, tá stóri skúlaítróttadagurin fyri 7. flokkar var á skrá. Hetta var enn ein serlig uppliving. Sólin skein, og Gundadalur var fullur av næmingum, sum sloppu at royna seg í heili 18 ymiskum ítróttagreinum. Stemningurin var framúr.

😍Ein lærari tók soleiðis til eftir dagin:

“Hesin dagurin var so góður – heilt perfektur. Tað var so frítt, og so nógvar ymiskar ítróttagreinar. Hetta MÁ vera komið fyri at vera!”

Vit kunnu ikki annað enn vera samd!

Við einari luttøku á gott 2500 næmingar - yvir 90% av øllum boðnum skúlaflokkum - prógva Skúlaleikir, at hetta er eitt eftirspurt skúlatilboð. Og eftirmetingarnar siga tað sama, tí allir lærarar – 100% – svara, at tey eru “sera væl” ella “væl” nøgd við Skúlaleikastevnurnar.

Tí er tað við stórari gleði, at vit kunnu siga, at Skúlaleikir halda fram á sætta ári komandi skúlaár 2026/27!

🙌Felagsskapur og rørslugleði fyri øll:
Tá Skúlaleikir vórðu settir á stovn fyri fimm árum, var málið greitt: At skapa eitt ítróttatiltak, sum kveikir rørslugleði og styrkir felagsskap og byggir brýr millum skúla og ítróttafeløg.

Orðini, sum vit settu út í kortið, eru framvegis kjarnin: “Felagsskapur og rørslugleði fyri øll.”

Myndirnar tala fyri seg – tær lýsa gleði, orku og samanhald. Sólin skínur á vælupplagdar ítróttagreinar og spentar næmingar og lærarar. Tá kann mann ikki biðja um meira.

🙏Stóra takk til øll, sum gera hetta møguligt:
Vit vilja takka Betri samtakinum, sum øll árini hevur verið høvuðsstuðlum, Nordea grunninum, sum eisini stuðlar, og okkara samstarvspørtunum: Mentamálaráðnum, Kommunufelagnum, Heilsustýrinum og Fróðskaparsetrinum.

Somuleiðis ein hjartans tøkk til allar 21 ítróttagreinarnar og til stóra hópin av ítróttalærarum, sum ár um ár velja at vera partur av Skúlaleikum, og fáa alt at gang upp í eina hægri eind.

Vit gleða okkum longu til komandi skúlaár💙🩵💚💛❤️🖤🤍

📸Tað eru Ólavur Frederiksen, Sissal Kj. Kristiansen og Hans Erik Danielsen, sum hava tikið myndirnar.



Betri, Ítróttasamband Føroya
Mentamálaráðið, , ABC fyri sálarliga heilsu, Fróðskaparsetur Føroya.

Í morgin týsdagin 21. apríl eru Skúlaleikir fyri 7. flokkar á skrá. Dagurin er skipaður sum ein stórur Skúlaítróttadagur...
20/04/2026

Í morgin týsdagin 21. apríl eru Skúlaleikir fyri 7. flokkar á skrá. Dagurin er skipaður sum ein stórur Skúlaítróttadagur við 18 ítróttakendum avbjóðingum. Áleið 500 næmingar úr øllum Føroyum verða býtt í 102 lið, og kunnu velja ímillum tríggjar breytir: “Tann hóvliga breytin”, “tann Garvilla breytin” ella “Bóltabreytin”. Og so fáa tey eitt kort yvir Gundadal og teirra avbjóðingar.

- Henda seinasta stevnan í ár er endabresturin á enn einum frálíkum Skúlaleikaárið, og vit eru ovurfegin um luttøkuna aftur í ár. Tað er ein sólskinssøga, at heili 20 ítróttagreinar nú eru partur av Skúlaleikum. Tøl tala og bera boð um, at Skúlaleikir eiga at vera komnir fyri at vera. Vit vilja takka okkara framúr samstarvspørtum og stuðlum. Betri Samtakið hevur øll árini verið høvuðsstuðul, og hetta er altavgerðandi fyri, at vit í Ítróttasamband Føroya kunnu skipa Skúlaleikir saman við okkara samstarvspørtum, sum eru: Mentamálaráðið, Kommunufelagið, Heilsustýrið og Fróðskaparsetur Føroya, sigur Elin H. Joensen, forseti í ÍSF.

16 ymiskar ítróttagreinar bjóða seg fram til stevnuna fyri 7. flokkar í morgin, og hartil koma umboð frá løgregluni og sløkkiliðnum, sum eisini fara at skipa tvær avbjóðingar. Vit gleða okkum til felagsskap og rørslugleði fyri næmingar í 7. flokki. Og vit gleða okkum til at hittast tvørtur um oyggjar og royna nýggjar avbjóðingar sum dart, boksing og pool, sum eru heilt nýggjar greinar í Skúlaleikahøpi.

Skúlaleikir byrja kl. 9.30 í Høllini á Hálsi og fram til kl. 13.30 fara næmingar at renna runt í øllum Gundadali.

Hesar eru greinarnar eru við:
1. Dart
2. Pool
3. Boksing
4. Fimleikur
5. Judo
6. Parasport
7. Klintring
8. Styrki
9. Rógving
10. Frælsur
11. Taekwondo
12. Fótbóltur
13. Kurvabóltur
14. Badminton
15. Tennis
16. Flogbóltur
17. Sløkkilið
18. Politi



Betri, Ítróttasamband Føroya,, Fróðskaparsetur Føroya, ABC fyri sálarliga heilsu.

Les meira um stevnuna her: https://skulaleikir.fo/hadeild/

Barnaútvarpið var forbí hjá 4. flokkum undir ársins skúlaleikastevnum, har vit seinastu daganar hava samlað fleiri enn 2...
19/03/2026

Barnaútvarpið var forbí hjá 4. flokkum undir ársins skúlaleikastevnum, har vit seinastu daganar hava samlað fleiri enn 2000 næmingar úr 4., 5., og 6. flokkum úr øllum føroyum.
Hoyr børnini her:



Saman við Betri, Nordea-fonden, Kommunufelagið, ABC fyri sálarliga heilsu, Fróðskaparsetur Føroya, Barna- og útbúgvingarmálaráðið

4.flokkur luttekur

18/03/2026

Skúlaleikir 2026
- Góður dagur saman við 5. flokkum úr øllum landinum 🥰👏🏼
saman við Betri, sum er høvuðsstuðul hjá Skúlaleikum.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Nordea-fonden, Kommunufelagið, ABC fyri sálarliga heilsu, Barna- og útbúgvingarmálaráðið, Fróðskaparsetur Føroya.

17/03/2026

Skúlaleikir 2026
- Góður dagur saman við 4. flokkum úr øllum landinum 🥰👏🏼

Saman við Betri

Adresse

Eystara Bryggja 30
Tórshavn
0100

Telefon

+298218820

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Skúlaleikir sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del

Type