North Atlantic Fight Night

North Atlantic Fight Night Føroya fyrsta stevna innan kampsport(stríðsítrótt) Tað verður dystast í Boksing, Kick-Boxing og MMA. Alt er "full-contact". Brakið verður leygarkvøldið 7. mei

North Atlantic Fight Night

Fyri fyrstu ferð nakrantið í Føroyum, verður skipað fyri altjóða stevnu í kampsporti. Fyriskipararnir hava lagt til rættis eina stevnu á hædd við tær stóru boksi- og MMA-stevnurnar úti í heimi. Fyri fyrstu ferð fáa føroyingar nú møguleikan at uppliva tílíkt á fyrstu parkett! mai í Høllini á Hálsi í Tórshavn.

30 kemparar, venjarar og dómarar koma til Føroyar fyrsta vikuskiftið í mai. Tey koma úr Danmark, Norra, Hollandi, Svøríki og Grikkalandi.

Ímillum luttakararnir eru tveir føroyingar: Fróði Hansen, sum er professionellur MMA kempari og Sarah Mahfoud, sum er "hálvt føroysk" og tosar føroyskt. Hon er fleirfaldur danskur og norðurlendskur meistari í boksing. Nickolaj Vinogradov er ein av bestu Kickboksarum í heiminum í løtuni. Hann kemur at kempa í Føroyum um eisini at verða meistari í ISKA-høpi. Nevnast kann eisini ein av evnaríkastu MMA kemparinum í Danmark - Carlos Zamora, ið skal kempa ímóti Kenneth Evensen úr Norra. Tað var neyðugt at fara til Norra eftir mótstøðumanni til hansara, tí eingin í Danmark torir at møta honum. Kringvarp Føroyar verður við til sjálvt tiltakið og til innvigingina sum verður á Torginum í SMS fríggjakvøldið 6. Dystirnar verða síðan vístir aðrastaðni, serliga gjøgnum alnótina. Dystast verður í professionellum búri, sum er kent frá stóru UFC-stevnunum uttanlands.. Eftirspurningurin er longu sera stórur og vænta fyrireikararnir, at útselt verður eftir fáum døgum, tá atgongumerkjasølan av álvara byrjar fyrst í komandi viku. Samanumtikið verður hetta uttan iva eitt av størstu og mest umtalaðu tiltøkunum i 2016.

Adresse

Tórshavn
100

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når North Atlantic Fight Night sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del