13/08/2021
Fríggjadagur og seinasti dagurin á hondbóltskúlanum á hesum sinni. Í dag stóðu U8 børnini fyri tørni. Tey vóru heili 65 børn, umboðandi allar flestu feløg í landinum.
Hetta við at børnini hittast tvørtur um feløg er eitt av høvuðsendamálunum við hondbóltskúlanum.
Hetta er fyrstu ferð at Kyndil hevur skipa fyri hondbóltsskúla og als ikki seinastu ferð. Her eru nakrar myndir frá degnum í dag 🤾♀️😊🤾♂️
12/08/2021
So var 2. og seinasti dagur hjá U14. Tey hava sæð út til at hava notið dagarnar saman. Vit takka fyri góða og stuttliga samveru við hendan f***a og festliga ungdóm 😊
11/08/2021
1. dagur í hondbóltsskúlinanum fyri U14 var í dag. Eini 50 ungdómar luttóku í venjingunum.
Yoga/útstrekking var ein partur av venjingunum í dag.
Frá venjarunum verður sagt at tey vóru ógvuliga íðin eftir at læra. Fittur ungdómur 😊
10/08/2021
Í dag var annar og seinasti dagur hjá árgangunum U10 og U12. Tað hevur verið stuttligt at sæð, hvussu børnini hava stuttleika sær og knýtt nýggj vinarbond. Takk til øll tykkum, sum luttóku og vónandi síggjast vit aftur í hondbóltsskúlanum næsta summar😊
09/08/2021
So er fyrsti dagur á hondbóltsskúlanum liðugur. Í dag vóru tað U10 og U12 børn, sum vandu og stuttleikaðu sær.
08/08/2021
So eru vit klár at taka ímóti fyrstu árganginum.
Í morgin er tað árgangirnir 10/12 ár og eru tey heili 173 børn 💪
06/08/2021
So er skráin klár.
Tey í hava melda til, hava eisini fingið hana sendandi við mail.
cdn.fbsbx.com
02/08/2021
So er bert ein vika til hondbóltsskúlin byrjar.
Vit gleða okkum at síggja nógv hugagóð børn í høllini á Hálsi 🤾🏻♀️🤾🏼♂️
Skráin kemur út seinni í vikuni.
20/05/2021
So eru yvur 200 børn tilmelda 🤾🏼♂️🤾🏻♀️