Barnafysioterapi

Barnafysioterapi Kontaktoplysninger, kart og anvisninger, kontaktformular, åbningstider, tjenester, stjerner, fotos, videoer og meddelelser fra Barnafysioterapi, Sport og fritid, Niels Finsens gøta 18, Tórshavn.

Vælkomin til Barnafysioterapi �

• Durita Reinert
• Fysioterapeutur síðan 2016
• Servitan innan pinkubørn, børn og ung við diagnosum, ung við skoliosu, børn og ung við angist, strongd og skúlaatran og mangt annað.
• Niels Finsensgøta 18, 100 Tórshavn

16/09/2026

✨Motorik Mikudagur✨

At fáa barnið at hjálpa til, tá tit skifta blæðu, er gullvert!

Fyrimunir:
• Styrkir kjarnuna, lør og rumpuna
• Stimbrar tann proprioceptiva sansin
• Økir sum sjálvbjargni
• Ger tað lættari og skjótari hjá tykkum

Ofta skal ikki so nógv til 💪🏼

09/09/2026

Motorik Mikudagur

Kann mann sita uppá allar mátar?
-Ja. Um barnið skiftur í millum sitistøðurnar kunnu tey sita sum tey vilja.

Er talan um eitt longri tíðarakeið ella tey primært sita í w-støðu (á knæ, har føturnar eru uttanfyri rumpuna og ikki undir), skal mann biða tey skifta sitistøðu.

02/09/2026

Motorik Mikudagur

Í dag er Motorik Mikudagurin eitt sindur øðrvísi. Í dag er tað eitt video av hesum f***a snøgga trappu stiganum frá Babybay. Stigin kann keypast í Vøgguni fyri 1399,965kr.

Vit hava brúkt hendan stigan alla summarferiuna. Bæði at klintra uppum, í gjøgnum og ikki minat gjørt holur.

Stigin verður framyvir brúktur á klinikkini, ið genturnar hjá mær ikki eru so glaðar fyri 😅

//Gáva// frá Vøgguni

19/08/2026

Motorik Mikudagur

Í staðin fyri at koyra í ruskílætið, kann mann gera tað til eitt spæl. Um mann t.d hevur staniol við í matpakkanum, kann mann krúlla hetta saman og royna at raka í ruskílætið.

15/08/2026

✨Sitistøðan✨

Hvussu skal barnið sita?
• 90 gradir í knøunum
• Føturnar skulu hvíla á onkrum, og ikki hanga leysar
• Rygglenið skal koma nóg høgt upp, so barnið kann lena seg og hvíla ryggin.

Eftir at hava verið burturstødd í knappar tvær vikur, sá eg, at sitistøðan hjá lítlu ikki var nummar 1. So eftir morgunmatin fiksaðu vit hetta (tí eru vit so pjuskutar báðar 🤭).

09/08/2026

Nýggj lið 📣

So byrja vit aftur! 25. August byrjar Barnamotorikkur aftur 🤍

Tilmelding:
Send teldupost til [email protected] og skriva;
1. Navn á foreldur
2. Navn á barni
3. Føðidato
4. Telefonnummar

Prísurin er 500kr fyri 4 vikur ❣️

GG! Plássið er fyrst tryggjað, tá tu hevur goldið fyri skeiðið. (Hetta fært tú kunning um, tá tú meldar til á [email protected]).

05/08/2026

Motorik Mikudagur

Tað er umráðandi, at barnið dugur at leggja vektina á høgra og vinstra arm.

Hevur tú eitt barn, ið hevur vektina á einum armi meginpartin av tíðini, er hetta eitt gott hugskot at venja. 💪🏼

28/07/2026

Motorik Týsdagur 🇫🇴

Av tí, at Ólavsøkan byrjar týsdag, so framskunda vit Motorik Mikudag ein dag.
Hetta er okkara Ólavsøku taska hvørt ár. Vit hava altíð nokk av snacks og leikum við, so vit ikki skulu standa i kø til ymiskt og børnini altíð kunnu undirhaldast 🤍

Góða Ólavsøku 🇫🇴

22/07/2026

Motorik Mikudagur ⛰️

Ein túr í haganum gevur nógv meira enn nakað spælipláss í heiminum 🤍 -bæði hjá børnunum og vaksnum 💪🏼

Vit styrkja vøddarnar, vit venja konditiónina, og stimbra so at siga allar sansirnar.

Vita um tit klára at kroysta ein fjallatúr inn í summarferiuna. 🥰

Adresse

Niels Finsens Gøta 18
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 13:00 - 15:30
Tirsdag 08:00 - 15:30
Onsdag 09:00 - 13:00
Torsdag 08:00 - 15:30
Fredag 08:00 - 15:30

Telefon

+298228600

Internet side

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Barnafysioterapi sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Genveje

Del