Vit eru spent til norðoyastevnuna leygardagin 🤩
Róðrarsamband Føroya RSF
RSF hevur til endamáls at menna og skapa áhuga fyri róðri og at vera stuðul hjá feløgum
26/05/2026
STARTRØÐ – NORÐOYASTEVNA 2026 - RSF STARTRØÐIN ER STUÐLAÐ AV skip render: ucaddon_logo_grid NORÐOYASTEVNA 2025 30. MAI Í KLAKSVÍK DAGFØRT 26-05-2026 kl. 1435 RÓGVIRÆTNINGUR
19/05/2026
Frá inniróðri til ódnartøk til FM-stevnur - Í fyrsta partinum av “Ár og bekk”, sum er nýggja kappróðrarsendingin á FM1, vitjaðu Jan Hermann Hansen og Vár Guriardóttir Hansen. Petur Asbjørn Lervig var vertur – hoyr sendingina her ⏬️
Elektron er høvðusstuðul á kappróðrarsendingini
Ár og bekk: Frá inniróðri til ódnartøk til FM-stevnur - FM1 Spenningurin økist, nú Norðoyastevna nærkast. Í fyrsta partinum av “Ár og bekk”, sum er nýggja kappróðrarsendingin á FM1, vitjaðu Jan Hermann Hansen og Vár Guriardóttir Hansen. Petur Asbjørn Lervig var vertur – hoyr sendingina
16/05/2026
16/05/2026
⬇️⬇️Til øll sum ætla at luttaka á norðoyastevnuni, hygg her ⬇️⬇️
15/05/2026
Føroya Skipara- og Navigatørfelag á miðmerkjunum í barnaróðrinum 🚣♂️🏆
Í summar kemur búmerkið hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag at príða miðmerkini í barnaróðrinum. Fyrsta kappingin, har nýggja og flotta miðmerkið verður tikið í brúk, verður longu í morgin til Ódnartøk á Eiði.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag leggur stóran dent á trygd á sjónum og góðan sjómansskap. Tí eru vit í Róðrarsambandi Føroya sera fegin um at hava FSN sum ein av okkara stórstuðlum og samstarvsfeløgum.
Vit gleða okkum at síggja miðmerkini í brúk í summar – og meira verður at frætta um miðmerkini hjá teimum vaksnu seinni.
15/05/2026
Nú er bert ein dagur til Ódnartøkini á Eiði 🚣♂️🔥
Eftir spennandi og tættar róðrar í Norðragøtu er nú lagt upp til enn eina ferð við hørðum dystum á fjørðinum. Spenningurin er stórur – fara vit at síggja nýggjar vinnarar, ella megna fremstu manningarnar at halda fast? 👀
Hetta verður fyrstu ferð, at Ódnartøk verða fyriskipað á Eiði, og tí gleða vit okkum at bjóða bæði rógvarum og áskoðarum til ein góðan dag við kappróðri, felagsskapi og góðum stemningi.
🕐 Fyrsti róður byrjar kl. 13.00
☕ Suppa, kaffi og heimabakstur verða til sølu
🏅 Heiðursmerkjahandan aftaná róðrarnar
📺 Stroyming á YouTube-rásini hjá RSF
Kom við til Ódnartøk á Eiði! 🚣
Ódnartøk á Eiði: Upptakt - RSF Ódnartøk á Eiði Leygardagin 16. mai verður endabresturin av ódnartøkunum á Eiði. Eftir spennandi og tættar róðrar í Norðragøtu fyri viku síðan, er nú lagt upp til enn fleiri hørðum kappingum á fjørðinum. Manningarnar hava havt nakrar dagar at gera tær síðstu tillagingarnar,...
13/05/2026
STARTRØÐ – ÓDNARTAK 2 – 2026 – Á EIÐI - RSF STARTRØÐIN ER STUÐLAÐ AV skip render: ucaddon_logo_grid ÓDNARTAK 2 - 2026 - 18. MAI Á EIÐI Bátarnir skulu verða á startinum 5 minuttir áðrenn róðurin byrjar. Eftir hvønn róður skulu bert ganga 2 minuttir, til bátarnir eru burtur av róðrarøkinum. Umráðandi er, at um sami bátur...
11/05/2026
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undirskrivað samstarvsavtalu
Róðrarsamband Føroya og Trygd hava undirskrivað eina samstarvsavtalu, sum merkir, at Trygd verður høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri næstu trý kappingarárini.
Avtalan fevnir um kappingarárini 2026, 2027 og 2028 og hevur til endamáls at styrkja og menna føroyskan kappróður – bæði á sjónum og arbeiði, ið verður gjørt í sambandi við stevnurnar kring landið.
Samstarvið snýr seg ikki einans um fíggjarligan stuðul. Trygd fer eisini at lata útgerð og lutir til rógvarar og feløg, so sum bjargingarvestar og annað, ið kann betra um trygdina og trivnaðin í ítróttinum. Øll 28 kappróðrarfeløg í landinum fáa til dømis bjargingarvestar frá Trygd.
«Vit eru sera fegin um, at Trygd verður okkara høvuðsstuðul. Samstarvið er við til at styrkja føroyskan kappróður – við Trygd fáa vit betri møguleikar at menna íðkarar og ítróttin sum heild umframt at skapa góðar og tryggar upplivingar bæði til venjingar og kappingar», sigur Petur Hansen, formaður í Róðrarsambandinum.
«Vit eru errin av at gerast høvuðsstuðul hjá føroyskum kappróðri, sum er ein so týdningarmikil partur av okkara mentan og samleika. Umframt fíggjarligan stuðul gevur henda samstarvsavtalan góða meining fyri báðar partar, tí vit umframt fíggjarliga stuðulin kunnu vera við til at styrkja trygdina á sjónum» sigur Anna Mohr Holm, stjóri í Trygd
Samstarvsavtalan merkir samstundis eisini, at báturin við flest stigum, fer at bera búmerkið hjá Trygd. Norðoyastevnan er tann fyrsta í røðini og er 29.-31. mai.
11/05/2026
🚣🚣🚣
10/05/2026
Hvat var tað ikki fantastiskt at síggja tykkum øll aftur til kapping! 🚣♂️🔥
59 manningar løgdu leiðina út á Gøtuvík til ársins fyrstu Ódnartøk, har bæði kend og nýggj andlit royndu seg í spennandi róðrum. Tað var stuttligt at merkja góða stemningin á keiini aftur og síggja hvussu nógva gleði og spenning kappróðurin gevur.
Kappingarárið er nú av álvara farið í gongd, og fyrstu tøkini eru tikin. Vinnararnir av Ódnartøkum verða funnir eftir tvær kappingar, men hvørjir bátar liggja á odda eftir fyrstu Ódnartøkini í Norðragøtu? 👀
Næst á skránni eru Ódnartøk á Eiði 16. mai, áðrenn FM-kappingarnar byrja. Sum vant verður Norðoyastevna í Klaksvík fyrsta FM-stevnan, ið verður 30. mai.
Vit gleða okkum til eitt spennandi summar við nógvum góðum róðrum, tøttum kappingum og góðum løtum saman kring landið 💙
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Sted
Type
Kontakt virksomheden
Internet side
Adresse
Eystara Bryggja 30
Tórshavn
110
Hvad er åbningstiderne?
| Tirsdag | 09:30 - 14:30 |
| Torsdag | 09:30 - 14:30 |
| Fredag | 09:30 - 14:30 |