Beik

Beik

Del

Súkklulív er góðalív

17/05/2023

Næsta beiksjedd projekt á veg. Eitt lekkurt Stanton Sherpa 3rd Gen stálstell verður bygt upp til eina superduper fjallasúkklu til føroysk viðurskifti. Hvør lutur valdur eftir tí sum riggar allarbest her. Vit elska at nørda.

26/03/2023

Tað at súkkla kann umfevna meira enn at ferðast úr einum staði í annað á einum tveyhjólaðum akfari. Nógv uppliva gleðina í at súkkla ein túr saman við vinum og fella í prát. Ella kanska at fara ein túr einsamøll út í góðveður ella kavarok og hava eina løtu at djúpa seg í egnar tankar. Ein súkkla noyðist ikki at vera nakað serligt, fyri at tú kanst fáa serligar upplivingar. Men tó er tað at hava eina góða súkklu nakað, ið kann gera, at ein gleðir seg at súkkla ein túr. Ofta byrjar tú við einari súkklu, ið er, sum hon kemur úr handlinum. Síðani gerst tú kanska tilvitað/ur um eitthvørt serligt tær dámar væl og ikki. Og einaferð velur tú kanska at byggja tær tína súkklu sum tú droymir um, at hon skal vera. Snið, útgerð og ikki minst tilfar, ið súkklan er gjørd úr. Bæði mystikkur og romantikkur kunnu ávirka hvat tú velur. Kanska droymir tú um at eiga eina lætta súkklu úr kolfipur, og droymir teg at vera lættur sum ein fjøður niðan á fjall. Kanska droymir tú um at hava eina súkklu úr stáli, ið er meistarliga sveisað úr flottum klassiskum rørum og hevur serkendu syngjandi vibratiónsdempingina bara stál hevur. Ella møguliga ert tú millum tey fáa sum vita um og søknast eftir gandakenda eginleikunum í titaninum - løtt, sterk, vibratiónsdempandi og ómiskent flott silvurglæmandi.

03/02/2023

Ein súkklari verður glaður fyri flottar nýggjar skógvar, sum matcha líka flotta súkklu í skiftandi litum.

Hetta er ein smekkur vælsitandi skógvur frá Northwave. Hesin er gjørdur við tveimum skjóttspennandi Boa spennum sum geva gott javn spenni um fótaryggin og við góðum gummisólar um ein innstoyptan kolfipursól.

Hetta eru XC skógvar, sum eru ætlaðir til fjallasúkkling. XC merkir cross country og skilst vanliga sum tann fjallasúkklugreinin, sum er bundin at kapping, har súkkla verður oman og niðan, í mun til trailing, enduro, downhill og annað, har skógvarnir oftast eru væl bleytari í sólanum og hava betri føling við pedalini og eru betri at ganga í lendinum við. XC skógvar eru tó td. nógv betri at ganga í enn kappsúkkluskógvar og egna seg væl til kappsúkklur. Teir eru við íklikking, meðan bleytaru fjallasúkklurksógvarnir ofta eru ætlaði til flatar pedalir, har ein ikki klikkir í.

Photos from Beik's post 08/12/2022

Nú kavin fýkur og vit skulu velja framtíð okkara á løgtingsvalinum í dag, fáa tit líka eina vakurleikasøgu at hita tykkum við. Vit hava bygt tríggjar Stanton stál súkklur seinastu vikurnar, og tann seinasta av teimum fer úr okkara Beik Sjedd í dag.

Hetta er ein Stanton Switch9er í ómetaliga flotta skiftandi litinum Iridiscent Blue Lagoon. Stálsúkklan er sum skapt til Føroyar við modernaðari geometri og suverent lekkrum lutum. Blaða gjøgnum myndirnar og les um smáu trikksini.

Vit byggja súkklur eftir ynski. Hevur tú okkurt tú forvitnast eftir, so lat okkum frætta.

19/10/2022

Enn ein spennandi byggiætlan í verki. Vit velja áhugaverdar lutir og byggja súkklur sum okkum dámar tær. Onkutíð eru tað bíligari lutir sum tæna endamálinum um funktión og góðsku nøktandi, aðratíðir dýrari lutir, tí teir eru betri ella vit ynskja okkum teir. Hesa verkætlanina gleða vit okkum at royna úrslitið. Stay tuned!

Photos from Beik's post 30/06/2022

Ein lekkur kappsúkkla bygd við einum Ventum NS1 stelli og SRAM AXS lutum.

Okkum dámar sera væl SRAM, ikki bara tí at tað er rocknroll at súkkla við, men eisini tí, at lutirnir eru lættir og góðir at arbeiða við. Tað er sum um at hvør detalja er hugsað um og at veitarin ikki bara hevur hugsað um at tað skal síggja gott út, men eisini at súkklusmiðjurin skal hava tað gott, tá ið súkklan skal byggjast. Ymiskar støddir av skrúvum fyljga við, smartir lítlir dippiduttar at innstilla við og suverenar vegleiðingar og filmsbitar á netinum.

Tað er tó funktionaliteturin og góðskan okkum dámar serliga væl. Hetta er ein Rival AXS geargruppa. Hon riggar simpilten bara. Her er hon við for- og bakskiftara. Tó eru bara tveir gearknøttar á róðrinum. Trýstir tú báðar í senn, skiftir tú framman, og trýstir tú teir hvør í sær, skiftir tað upp og niður aftanfyri. Tú kanst tillaga hetta við telefonini sum tær lystir á einari app og via bluetooth.

Onkur situr spentur og bíðar eftir hesari nýgbygdu súkkluni nú.

Photos from Beik's post 29/06/2022

Í dag fór Kjartan Egholm undir stóru avbjóðingina Arna Westfjords Way Challenge í Íslandi. Næstu 5 dagarnar fer hann at súkkla nær um 1000 km í flottu Vestfirðunum. Tað er ikki bara sum at siga tað, tí tað er ikki bara á asfalti, men eisini á grúsvegum og í lendinum.

Kjartan ynskti eina serliga súkklu til hetta og tað fekk hann. Eitt Ventum GS1 súkklustell bygt upp við Campagnolo Ekar 13 speed gearing og góðum Hunt hjólum. Gearingin Kjartan súkklar við er við einari 9-42t kasettu og 42t klingu. Tað gevur eina útveksling millum 1,0-4,7 sum er bæði nóg lætt at súkkla niðan brøttu grúsbrekkurnar og nóg tungt til at halda ferð á sløttu teinunum. 40 mm Tufo Gravel Thundero dekkini eru ótrúliga lekkur og smidlig á 22 mm breiðu felgunum. Við uml. 3.0 bar trýsti bæði rulla tey væl á vegi og grúsi og taka stingin á óslættu grúsvegunum hann skal súkkla.

Vit royndu ein túr á gøtum og asfalti í Havnini og fóru eisini ein longri túr til Gásadalar. Kjartan gjørdist eitt sindur bilsin yvir, hvussu væl tað kendist at súkkla við hesari uppsetingini mótvegis smølum 25 mm dekkum, ið ofta sita á kappsúkklum. Hetta er sera vælegna til fjølbroytta nýtslu í Føroyum. Og so haldi vit, at súkklan er framúr pen!

Hóast tað fyri tey flestu ljóðar sum ein drúgv avbjóðing í sær sjálvum, er hetta ein fyrireikingartúrur hjá Kjartani til heilt stóra ævintýrið - hann fer at súkkla frá Gardasjónum í Italia allan vegin norður til Norðkapp. Sjálvbjargin. Ótrúligt.

Vit ynskja Kjartani eina fantastiska uppliving í Íslandi.

07/04/2022

Vit hava fingið nakrar Wahoo Kickr v5 á lagur og selja hesar til serstakan introprís: einans kr. 8.499,-

Hetta er topmodelli frá Wahoo og fæst neyvan betri hometrainer. Send okkum eini boð um tú ynskir at keypa - heimasíðan er ikki liðug enn 😃

Les alt um Kickr v5 her: https://eu.wahoofitness.com/devices/indoor-cycling/bike-trainers/kickr

Vit kunnu skaffa allar vørur frá Wahoo, so ynskir tú okkurt annað, so send okkum eini boð.

Vil du plassere din virksomhed på toppen av Gym-listen i Tórshavn?

Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Sted

Internet side

Adresse


Tórshavn
100