17/08/2026
22. aug. kl.13 - 15 verða Stuttleikir aftur á Tórsbreyt.
Komið og roynið tykkum í frælsum ítrótti – í 60 m renning, bóltkasti og longdarlopi!
Tey 1 – 12 ára gomlu sleppa at royna frælsagreinarnar, men hetta er ein stuttligur og hugnaligur dagur fyri alla familjuna.
Prísur:
Luttøkugjaldið er 100 kr.
Allir luttakarar fáa skreytblað og eina lítla gávu frá MBM og PM, og tey, sum royna allar greinarnar, fáa eisini heiðursmerki fyri avrikið.
Betri banki, Bakkafrost, SMS og Svipp stuðla eisini leikunum.
Søla í garaguni:
Til ber at keypa kaffi, te, vatn og saft og okkurt gott afturvið í garaguni á breytini.
https://atgongumerki.fo/events/3602517?category=itrottur