24/04/2023
Aftaná 23 ár fer Bowlinghøllin á Halsi at takka fyri seg
Tíverri sleppa vit ikki at halda fram á Hálsi. Vit hava ikki funnið eina aðra loysn, sum ger, at vit kunnu halda fram við virkseminum.
Við hesum vilja vit fegin takka øllum, ið hava verið á vitjan hjá okkum, veitarum og ikki minst starvsfólkunum.
Takk fyri øll tey mongu árini.
Bowlinghøllin á Hálsi
07/04/2023
Veist tú ikki, hvat tú skalt finna uppá um vikuskiftið? 🤩
Enn eru nakrar tíðir tøkar til bowling í morgin😀🎳
Ring 358181 og bílegg tíð til at bowla🎳
27/03/2023
Bowlinghøllin á Hálsi er eisini partur av 2 fyri 1!
2 FYRI 1 - NÝGGJ TÆNASTA FRÁ NEMA 🤩 🥳
Sumt er betri saman! Við 2 fyri 1 kunnu tit steðga á eina løtu, leggja telefonina frá tykkum, sløkkja telduna og bjóða onkrum, sum tit eru góð við, við til eitt av mongu góðu tilboðunum, sum vit kalla 2 fyri 1, og bara njóta samveruna, meðan tit løða upp aftur. 👍👥🔋
Tak appina niður her:
www.2fyri1.fo
01/03/2023
🐣 P-dagur verður Fríggjadagin 3. Mars🐣
1 øl, fyri 1 krónu 🍻
Bert galdandi imillum klokkan 17-18
So hvat bíðar tú eftir?!
Bílegg borð, bowlingbana, ella what so ever núú!!
Vit síggjast í Bowlinghøllini á Hálsi
Bowlinghøllin: +298 35 81 81
Matstovan/Hattrick: +298 35 81 82
https://bowling.fo/
21/02/2023
⚽ LIVERPOOL VS REAL MADRID ⚽
Vit vísa Champions League dystin Liverpool - Real Madrid, sum verður spældur á Anfield, kl 20:00!
Støkk inn á gólvið, og hygg eftir dystinum! ⚽️
Køkurin er sjálvandi eisini opin, so keyp okkurt gott úr okkara matskrá og okkurt gott at drekka úr barrini🥤🍔🍟🍺
Vit síggjast í Bowlinghølluni á Hálsi!
28/12/2022
Kundi tu hugsa tær eina lætta og lekkra loysn til matna, so er matstovan opin framm til 30. Desembur. 😯
Skjótt og lætt er at bíleggja mat út av húsinum á telefon: 358182 🍔
Ynskja tit eisini at bowla, so er bowlinghøllin sjálvandi eisini opin til sama tíðarskeið
Vit hava opið aftur sum vant, 5. januar!
Hervið vilja vit ynskja tykkum eitt gott og eydnuberandi nýttár.💥
Takk fyri mangar góðar løtur í farna árið❤️
Síggjast 🤘
- Bowlinghøllin á Hálsi
https://bowling.fo
09/12/2022
🌲KAPPING 3. SUNNUDAG Í ADVENT🌲
Vit burturluta 2 gávukort virið 600 kr, til 2 hepnar vinnarar. 😍
Gávikortið kann nýtast bæði í bowlinghølluni og matstovuni
Fyri at vera við í kappingini skalt tú:
- Dáma síðu okkara á Facebook
- Viðmerkja hvussu nógvar bowlingkúlur tú heldur bowlinghøllin hevur!
Góða eydnu og góðan jólamánaða ⭐️
Vinnarin verður funnin tann 12/12
03/12/2022
🌲KAPPING 2. SUNNUDAG Í ADVENT🌲
Vit burturluta 3 gávukort, til 3 hepnar vinnarar.
Gávukortið inniheldur ein gratis bowlingbana við tveimum kannum av sodavatn ella øl! 😍
Fyri at vera við í kappingini skalt tú:
- Dáma síðu okkara á Facebook
- Viðmerkja tey tú ynskir at deila vinningin við!
Góða eydnu og góðan jólamánaða ⭐️
Vinnarin verður funnin tann 05/12