Yogasetrið

Yogasetrið Yogasetrið letur upp í næstum! Yogasetrið er eitt stað har tú lærir um, og at gera yoga. Lis Helgadóttir / Orkuró Skúli

Vit nýtast ikki at gerast minni, bara tí árini gerast fleiriÍ dag havi eg verið eitt sindur ferðafólk í egna býi.Ein upp...
02/08/2026

Vit nýtast ikki at gerast minni, bara tí árini gerast fleiri
Í dag havi eg verið eitt sindur ferðafólk í egna býi.
Ein upplivingarríkur sunnudagur við list, mentan, einum góðum kaffimunni, fólki rundan um meg – og tíð til bara at ganga og hyggja.
Onki stórt. Men ein sovorin dagur, sum gevur mær okkurt.
Og meðan eg gekk, kom eg at hugsa um, hvussu týdningarmikið tað er, at vit blíva við at skapa okkum nýggjar upplivingar – eisini tær smáu, sum kunnu finnast beint uttan fyri egnu dyr.
Kanska serliga, jú eldri vit verða.
Ikki tí aldurin í sjálvum sær er so áhugaverdur. Men tí tað er so lætt at koma inn í tað kenda – somu vanar, somu leiðir og tað, vit vita frammanundan.
Men hvat hendir, um vit blíva við at vera forvitin?
Hvussu vil eg liva?
Hvat gevur mær orku og gleði?
Hvat vil eg brúka tíð uppá?
Hvat fær meg framvegis at føla meg livandi?
Hvat fær lívsneistan í mær at loga?
Tí at eldast væl snýr seg kanska ikki bara um at halda seg sunnan og væl fyri.
Tað snýr seg eisini um at varðveita forvitnið og lívsneistan – og blíva við at hava hug at uppliva.
At fara út, síggja okkurt nýtt, ferðast, læra, møta nýggjum menniskjum, fáa eina góða samrøðu, vera í kvirru og ikki minst at flenna.
Og kanska eisini tora at gera okkurt, vit ikki hava gjørt fyrr – og lata lívið framvegis broyta og menna okkum.
Tað er í grundini nógv av hesum, sum liggur undir mínum arbeiði við yoga.
Fyri meg er yoga ikki bara tað, vit gera á máttuni. Tað snýr seg eisini um, hvussu vit liva okkara vanliga lív. Rørsla og hvíld. Andadráttur og nærvera. Góður matur. Kvirra. Felagsskapur. Og at geva okkum sjálvum rúm til at merkja, hvat ger okkum gott.
Í heyst verður nógv av hesum flættað saman í skeiðunum við teimum fimm elementunum og rúminum – við yoga, meridianmassagu, andadrátti, meditatión, mati, felagsskapi og nærveru.
Og so eru retreatini í Spania. Nakrir dagar burtur frá gerandisdegnum við yogaog meditatión, góðum mati, sól, náttúru, kvirru, láturi og felagsskapi – og rúmi fyri nýggjum upplivingum.
Vælumtøkta grundútbúgvingin í yoga heldur eisini fram fyri tey, sum gerast forvitin eftir yoga og hava hug at læra meira og fara eitt sindur djúpari.
Vit kunnu framvegis fara nýggjar leiðir, við at royna okkurt, vit ikki hava roynt fyrr. og blíva við at vera forvitin eftir, hvat lívið enn hevur at bjóða.
Kanska var tað bara tað, hesin lítli mentanartúrurin í mínum egna býi minti meg á í dag:
Ikki at standa í stað.
Men at vera til staðar í tí, sum er –
og blíva við at LIVA.

Hettar bleiv mín máltíð í dag 🥰
14/07/2026

Hettar bleiv mín máltíð í dag 🥰

Se hele billedet i ChatGPT.

At koma nærri mínari náttúruSeinast skrivaði eg um at gevast at stríðast ímóti tí, sum er natúrligt.Tað havi eg hugsað n...
04/07/2026

At koma nærri mínari náttúru
Seinast skrivaði eg um at gevast at stríðast ímóti tí, sum er natúrligt.
Tað havi eg hugsað nógv um síðani.
Eftir nógv ár við yoga havi eg varnast, at mín yogapraksis spakuliga hevur hjálpt mær nærri mínari egnu náttúru.
Eg leggi meira merki til, hvat fellur mær natúrligt. Hvussu mín rútma er. Hvat gevur mær ró og orku.
Mítt morgunritual er ein stórur partur av tí.
Yoga, andadráttur og meditatión.
Ikki tí eg havi sett mær fyri, at soleiðis skal eg liva, men tí eg havi varnast, at hetta er gott fyri meg.
Tað er vorðið mítt rúm um morgunin. Eitt rúm, har eg kann lenda og leggja merki til, hvussu eg havi tað, áðrenn dagurin ordiliga byrjar.
Og eg havi hug at deila eitt sindur meira av hesum her. Eisini smá brot úr míni morgunpraksis. Ikki tí tit skulu gera tað sama sum eg, men kanska kann tað geva íblástur til at finna tykkara egna rúm og leggja merki til, hvat er gott fyri tykkum.
Tí eg hugsi nógv um, hvussu nógv vit leita eftir javnvág, tá ein partur av henni kanska longu liggur í okkara egnu náttúru.
Og kanska er tað júst hetta rúmið, Durita Holm og eg ynskja at skapa nakrar dagar í Andalusisku fjøllunum.
Eitt rúm við náttúru, yoga og meditatión. Tíð til at lenda, og kanska koma eitt sindur nærri okkara egnu náttúru og rútmu.

20/06/2026

Hygg her🥰hettar gleði eg meg til ❤️

Sól, yoga, meditatión, góður matur, svimjing, tos, tøgn, látur og friður!
Ljóðar hettar freistandi?
Ella er tað bara eg, sum haldi, at lívið ofta gongur í so skjótt? Er tað bara eg, sum av og á havi tørv á at kobla fullkomiliga frá og bara njóta friðin – og í friðinum finna meira klárleika og nýggj perspektiv fyri, hvussu eg vil liva og vera í hesum torgreidda heimi?
Hevur tú brúk fyri at læra at liva og hvíla meira í kroppinum, og minni í endaleysa tankameldrinum, sum so ofta førir til óneyðuga angist og stúran?
Kom við til Spania í eina viku og dyrka friðin, nærveruna og lívga um kropp, sinni og sál. Lær at taka hesa umsorganina fyri tær sjálvum – og harvið eisini teimum rundan um teg – við heim aftur í gerandisdagin.
🌿 Um staðið
Vit fara at vera á einum heilt serligum stað í fjøllunum í Alpujarru, við góðum útsýni og friði.
Hetta er ikki eitt hotell ella eitt luksus-resort. Uppihaldið er einfalt, sjarmerandi og tætt knýtt at náttúruni. Vit búgva í smáttum og deila felags hentleikar.
Vit bjóða: frið, nærveru, stjørnuklárar nætur, vakrar gongutúrar, ein svimjihyl við vatni úr rómversku vatnleiðingunum (acequias), og heimagjørdan, serstakliga góðan vegetar mat.
Um tú leitar eftir luksusi og hotellkomforti, er hetta kanska ikki rætta staðið. Men um tú leitar eftir eini ektaðari uppliving í náttúruni, friði til at venda tær inneftir og einum staði við sál og serligum dámi, so gleða vit okkum at bjóða tær vælkomnum.
📍 Stað: Alpujarra, Andalusia, Spania
📅 Nær: 14.–20. september 2026
🧘‍♀️ Undirvísing:�• Mindfulness og meditatión við Duritu Holm�• Yoga við Lis Helgadóttir
💰 Kostnaður: 7.500 kr.
✔ Íroknað:�• Øll undirvísing�• Uppihald�• Allur matur
✈ Ikki íroknað:�• Ferðing til og frá Spania
📩 Áhugaði?
Set teg í samband við Lis Helgadóttir ella Duritu Holm á Messenger fyri at hoyra meira ella tekna teg.
Vit gleða okkum at bjóða tær við til eina viku við friði, nærveru og nýggjari orku.

Yogasetrið letur upp í næstum! Yogasetrið er eitt stað har tú lærir um, og at gera yoga.

Lis Helgadóttir / Orkuró Skúli

27/10/2025

So er aftur møguleiki at melda til vælumtøknu yoga útbúgvingina

Altjóða Sertfiserað Yogalæraraútbúgving 2026
100 tímars grundútbúgving í yoga

Hevur tú ein dreym um at undirvísa í yoga, ella hevur tú meira áhuga í at menna og fordjúpa teg í holistiskari heilsu úr yogaheiminum, ella kundi tú hugsa tær at brúkt yoga sum eitt amboð í tínum dagliga arbeiði, so hevur tú møguleikan at byrja útbúgvingina í januar 2026.

Øll kunnu verða við, ongin forkunnleiki krevst ella er neyðugur.

Grundlærara-útbúgvingin gevur tær øll elementini tú skalt brúka, um tað so er til at undirvísa, ella í samband við títt arbeiðið, ella fyri at koma djúpri niður í yoga universi.

Tú ognar tær grundleggjandi vitan og praksis innan Hathayoga, Yinyoga og Restorativyoga, andadrátta og nærveruvenjingar, avspenningsteknikkir, djúpa hvíld, alignment, sekvensering, yogafilosofi og undirvísing.

Útbúgvingin fevnir um 5 vikuskiftir, leygardag og sunnudag, frá kl 9 til 17. Harumframt verða online yogatímar og heimapraksis.

Vikuskiftini eru
24 og 25 Januar
21 0g 22 Februar
21 og 22 Mars
18 og 19 Apríl
16 og 17 Maj

Kostnaður er 16.800 kr við sertifisering og 16,000 kr uttan sertifisering, og møguleiki er at gjalda eftir avtalu.

Lærari er Master í Yoga Lis Helgadóttir
Sertifisera av International Yoga Alliance í at útbúgva yogalærarar.
Eg er útbúgvin í:
-Klassiskari Hathayoga frá The International Sivananda Yoga Center
-Trauma yoga frá The Center for Trauma Sensitive Yoga School
-Therapeutic Yin og Restorativ yoga frá The Element Yoga School
-Holistic Yoga Flow, frá Inner Dimension Academy
-Kundalini Yoga frá Nordic Kundalini School
Harumframt havi eg serlig skeið í andadrátta arbeiði, alignment og meditatión, og eri ein royndur yoga lærari.

Eg gleði meg at geva hesa vitan frá mær til tín í hevur áhuga, so fleiri kunna fáa gagn av hesum ellugamla vísdóminum.

Hevur tú spurningar, so skriva til min á [email protected], á messinger, ella tak telefonina og ring til mín á 215409

11/08/2024

Altjóða Sertfiserað Yogalæraraútbúgving 2025

100 tímars grundútbúgving í yoga

Hevur tú ein dreym um at undirvísa í yoga, ella hevur tú meira áhuga í at menna og fordjúpa teg í holistiskari, kropsligari, sálarligar heilsu úr yogaheiminum, ella kundi tú hugsa tær at brúkt yoga sum eitt ambod í tínum dagliga arbeiði, so hevur tú møguleikan at byrja útbúgvingina í januar 2025.

Øll kunnu verða við, ongin forkunnleiki krevst ella er neyðugur.

Grundlærara-útbúgvingin gevur tær øll elementini tú skalt brúka, um tað so er til at undirvísa, ella í samband við títt arbeiðið, ella fyri at koma djúpri niður í yoga universi.

Tú ognar tær grundleggjandi vitan og praksis innan Hathayoga, Yinyoga og Restorativyoga, andadrátta og nærveruvenjingar, avspenningsteknikkir, djúpa hvíld, alignment, sekvensering, yogafilosofi og undirvísing.

Útbúgvingin fevnir um 5 vikuskiftir, leygardag og sunnudag, frá kl 9 til 17. Harumframt verða online yogatímar og heimapraksis.

Vikuskiftini eru
25 og 26 Januar
22 og 23 Februar
22 og 23 Mars
26 og 27 Apríl
24 og 25 Maj

Kostnaður er 16.800 kr og kann gjaldast eftir avtalu.

Írokna er sertifisering frá “International Yoga Allience” eins og matur og drekka.

Namaste Lis

                                     Altjóða Sertfiserað Yogalæraraútbúgving 2024100 tímars grundútbúgving í læring, men...
03/09/2023

Altjóða Sertfiserað Yogalæraraútbúgving 2024

100 tímars grundútbúgving í læring, menning og praksis

Hevur tú ein dreym um at undirvísa í yoga, ella hevur tú meira áhuga í at menna og fordjúpa teg í holistiskari, kropsligari og sálarligari heilsu úr yogaheiminum, ella kundi tú hugsa tær at brúkt yoga sum eitt ambod í tínum dagliga arbeiði, so hevur tú møguleikan at byrja útbúgvingina í februar 2024. Øll kunnu verða við, ongin forkunnleiki krevst.

Grundlærara-útbúgvingin gevur tær øll tey grundelementini, tú skalt brúka fyri at undirvísa, ella fyri at koma djúpri niður í yoga universi.

Tú ognar tær neyðuga vitan innan yoga-anatomi, alignment, sekvensering, yogafilosofi, miðlan og ymiskar yogahættir, við støðið serliga í Hathayoga, Yinyoga og Restorativyoga, andadrátta venjingar, nærveru venjingar og djúpa hvíld.

Útbúgvingin fevnir um 5 vikuskiftir, leygardag og sunnudag, frá kl 9 til 16. Harumframt verða online yogatímar gerandiskvøld og heimapraksis.

Vikuskiftini eru

3-4 februar
9-10 mars
13-14 apríl
4-5 maj
1-2 juni

Kostnaður er 16.500 kr og kann gjaldast eftir avtalu.
Írokna er sertifisering frá “International Yoga Allience” eins og matur og drekka.

Lærari er Master í Yoga Lis Helgadóttir
Sertifisera av International Yoga Alliance í at útbúgva yogalærarar.

Eg er útbúgvin í:
-Klassiskari Hathayoga frá The International Sivananda Yoga Center
-Trauma yoga frä The Center for Trauma Sensitive Yoga School
-Therapeutic Yin og Restorativ yoga frá The Element Yoga School
-Holistic Yoga Flow, frá Inner Dimension Academy
-Kundalini Yoga frá Nordic Kundalini School

Harumframt havi eg serlig skeið í andadrátta arbeiði, alignment og meditatión, og eri ein royndur yoga lærari.

Eg gleði meg at geva hesa vitan víðari, so fleiri kunna fáa gagn av hesum ellugamla vísdóminum.

Hevur tú spurningar, so skriva til min á [email protected] á messinger, ella tak telefonina og ring til mín á 215409

Adresse

Niels Finsensgøta 23
Tórshavn
100

Telefon

+298215409

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Yogasetrið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Yogasetrið:

Genveje

Del