10/08/2026
Nú byrjar hondbóltsárið aftur🤾♀️🤾♂️
Vit gleða okkum til eitt nýtt og spennandi kappingarár við nógvum hondbólti, samanhaldi og góðum løtum.
Í ár kunnu vit gleðast um, at vit hava okkara egnu høll á Hálsi. Norðara høllin eitur nú Neistahøllin, og verður okkara heimavøllur💙
Vit brúka eisini styrkirúmið á Hálsi og aðrar hallir, so vit hava nóg mikið av plássi at bjóða okkara limum góðar venjingarumstøður.
Venjingarnar standa niðanfyri og verða lýsta á Holdsport:
🔹1. deild / 2. deild byrjar í viku 35
🔹U12 og eldri byrja hesa vikuna
🔹U8 og U10 byrja í viku 35
🔹Mini og U6 byrja fyrstu vikuna í september
Vitja heimasíðuna, so sært tú meira 👇
https://www.neistin.fo/melda-teg-sum-lim-her/
Vit gleða okkum at síggja øll aftur. Nýggjir leikarar eru vælkomnir 💙
Vit gleða okkum eisini til stóra limadagin hjá Neistanum fríggjadagin 25. september. Setið longu nú kross í kalendaran – nærri kunning kemur seinni 🤾♀️🤾♂️
Vit síggjast