06/08/2026
VÍKINGUR KVINNUR FØROYAMEISTARAR
2026
Fyri fyrstuferð síðani 2011 eiga vit føroyameistaran í 6mf kvinnum. Krútsterku kvinnurnar umborð á Víkingi, sum so sannførandi róðu ólavsøku og FM-gullið í hús á ólavsøku, hava verið spennandi at fylgja í summar🤩🏆
Manningin er samansett av fleiri royndum HR rógvarum, umframt einari nýggjari og einari yngri.
Hóast tær longu á norðoyastevnu vístu, at dugur var í teimum, so hevur menningin verið støðug og stór gjøgnum alt kappingarárið🥇
Umframt at kvinnurnar eru fyrimyndir hjá øllum rógvarunum í HR, so eru tvær teirra eisini mammur at rógvarum hjá okkum🥰 Tilsamans hava tær umborð á Víkingi 18 børn og serliga merkisvert er tað, at toftidaman í stýriborð hevur verið við barn alt kappingarárið. Vit gleða okkum tí til enn ein HR-fjeppara🤍
Hetta var fyrsta FM hjá Víkingi í kvinnuróðrinum og eru vit ómetaliga stolt av hesum sterku, ágrýtnu og stuttligu kvinnunum🏆🤩
Umborð á Víkingi eru: Jóhanna av Steinum, Tanja Kruse Dam, Katrin Hofgaard Sørensen, Rúna Mikkelsen, Jenny Persson og Kirstin Leivsdóttir Lutzen. Linda Guttesen stýrir.
Hjartaliga til lukku Víkingur🤍
Myndir: Álvur Haraldsen, Jan Herman og Jens Kr. Vang