12/08/2026
🥋 KOM OG ROYN BRASILSKT JIU-JITSU!
Ert tú millum 13 og 16 ár, og hevur hug at royna eina øðrvísi ítróttagrein, har tú bæði fært rørt teg, lærir nýggjar førleikar og verður partur av einum góðum felagsskapi?
So er Brasilskt Jiu-Jitsu (BJJ) kanska júst nakað fyri teg! 💪
BJJ er ein sjálvverju og stríðsítróttur uttan sløg og spørk. Á venjingunum lærir tú millum annað niðurtøkur, haldigreb, frígeringar og ymiskar teknikkir. Ein partur av venjingini er eisini frívenjing, har tú fært møguleika at royna tað, tú hevur lært.
Tú nýtist ikki at hava roynt stríðsítrótt áður, øll kunnu byrja!
Hjá okkum leggja vit dent á:
🥋 Teknik og kropsliga venjing
🤝 Samanhald og virðing
💪 Sjálvsálit og persónliga menning
🔥 Nógva rørslu og at hava tað stuttligt
Fyrstu 14 dagarnir eru ókeypis, so tú kanst royna BJJ og vita, um tað er nakað fyri teg.
Tú nýtist heldur ikki at hava ein Gi fyri at byrja. Vanlig venjingarklæði eru heilt í lagi til fyrstu venjingarnar.
👥 Juniorar: 13–17 ár
🆓 14 dagar ókeypis royndarvenjing
👉 Kom og royn, og tak gjarna ein vin ella eina vinkonu við!
Send okkum eini boð fyri at frætta meira 🥋