Blindafelagið

Blindafelagið Blindafelagið arbeiðir fyri at upplýsa fólki við sjónstrupuleikum um rættindi og møguleikar.

Lær 10 fingur skriving (blindskrift) ‼️Tey sum vanliga brúka teldu vita, at tað kann gerast trupult at skriva á knappabo...
21/08/2026

Lær 10 fingur skriving (blindskrift) ‼️

Tey sum vanliga brúka teldu vita, at tað kann gerast trupult at skriva á knappaborðinum, tá sjónsbrek rakar. Á heimasíðuni hjá Sjóndeplinum ber nú til at læra 10 fingur skriving, tað sum vanliga verður rópt blindskrift. 😍🥰😍

Tú finnur vegleiðing til at læra 10 fingur skriving; hvussu hendurnar skulu liggja, hvør fingur eigur hvønn knøtt osfr.

Sjóndepilin hevur eisini ment eitt forrit til at læra 10 fingur skriving við føroyskum bókstavum, orðum og setningum.

Trýst á leinkjuna niðanfyri fyri, at finna vegleiðingina og forritið.

Góðan skrivihug og gott vikuskifti ‼️ 🫵😍

Tað kann gerast trupult at skriva á teldu, tá sjónsbrek rakar. Her á síðuni er vegleiðing til at læra 10 fingur skriving (blindskrift). Vit hava ment eitt forrit til at læra 10 fingur skriving við føroyskum bókstavum, orðum og setningum.

Her er ein deilig søga um, hvussu starvsfólk, á føðideildini á Odense Universitetshospital valdu, at hyggja forbí brekið...
07/08/2026

Her er ein deilig søga um, hvussu starvsfólk, á føðideildini á Odense Universitetshospital valdu, at hyggja forbí brekið, og ístaðin sóu ein komandi pápa.

Edis Adilovic var klar til endnu en gang at skulle følge med på sidelinjen. Men da han trådte ind på fødestuen, fik han en helt anden oplevelse. Han fik nemlig en følelse, han ikke havde fået før – og den handlede ikke om at blive far.

03/08/2026

Aðalfundur hjá Blindafelagnum, 2026

Hervið verður kallað inn til aðalfundin hjá Blindafelagnum verður mikudagin 19. August kl. 19:30 á Sjóndeplinum, Íslandsvegur 10a – 100 Tórshavn

Dagsskrá sambart viðtøkunum

Á skránni er m.a. val av tveimum nevndarlimum og einum tiltakslimi til Blindafelagið, umframt val av trimum nevndarlimum til stuðulsgrunnin.

Vinarliga, Blindafelagið

03/08/2026

Aðalfundur hjá Blindafelagnum, 2026

Hervið verður kallað inn til aðalfundin hjá Blindafelagnum verður mikudagin 19. August kl. 19:30 á Sjóndeplinum, Íslandsvegur 10a – 100 Tórshavn.

Dagsskrá sambart viðtøkunum

Á skránni er m.a. val av tveimum nevndarlimum og einum tiltakslimi til Blindafelagið, umframt val av trimum nevndarlimum til stuðulsgrunnin.

Vinarliga, nevndin

Góða ólavsøku! 🇫🇴🇫🇴🇫🇴Blindafelagið ynskir øllum eina góða og gleðiliga ólavsøku. Vit vilja takka fyri stuðulin, samstarv...
28/07/2026

Góða ólavsøku! 🇫🇴🇫🇴🇫🇴

Blindafelagið ynskir øllum eina góða og gleðiliga ólavsøku. Vit vilja takka fyri stuðulin, samstarvið og alt tað góða, sum vit hava upplivað saman hetta farna árið.

Samstundis hyggja vit framm á leið við vón og dirvi. Okkara ynski er eitt Føroyar, har atkoma, luttøka og javnrættindi eru fyri øll – eisini blind og sjónveik.

Góða ólavsøku og takk fyri tað farna. 🥰🇫🇴

03/07/2026

Hygga síggj‼️ 😍

Tórshavnar kommuna hevur lagt leiðlinjur frá Landavegnum og inneftur Jøkulstræti, har hon endar við uppmerksemisteigi, ið vísur, at her verður farið yvirum vegin. Hinumegin vegin kemur aftur ein uppmerksemisteigur, ið vísur, at nú er komið yvirum vegin. Hagani heldur leiðlinja framm yvir til trappuna.

Vit eru so ómetaliga glað fyri, at atkoman verður betra við Sjóndepilin, har so nógv blind og sjónveik koma. 😍😍

Heilt fantastiskt‼️ 🤩

Hygga nú, førotska goalball liði 💪😃
08/06/2026

Hygga nú, førotska goalball liði 💪😃

Sjóndepilin nýggjan leiðaraSjóndepilin hevur fingið nýggjan leiðara og í tí sambandinum bjóða vit til almenna móttøku fy...
28/05/2026

Sjóndepilin nýggjan leiðara

Sjóndepilin hevur fingið nýggjan leiðara og í tí sambandinum bjóða vit til almenna móttøku fyri Birnu Vestergård, sum er sett, sum nýggjur leiðari.

Móttøkan verður á Sjóndeplinum, Íslandsvegur 10a, týsdagin 2. Juni kl. 14 og øll eru hjartaliga vælkomin.

Á skránni verður tónleikur, talur og okkurt gott til góman.

Adresse

Íslandsvegur 10a
Tórshavn
100

Hvad er åbningstiderne?

Mandag 09:00 - 15:00
Tirsdag 09:00 - 15:00
Onsdag 09:00 - 15:00
Torsdag 09:00 - 15:00
Fredag 09:00 - 15:00

Telefon

298219908

Underretninger

Vær den første til at vide, og lad os sende dig en email, når Blindafelagið sender nyheder og tilbud. Din e-mail-adresse vil ikke blive brugt til andre formål, og du kan til enhver tid afmelde dig.

Kontakt Virksomheden

Send en besked til Blindafelagið:

Genveje

Del