01/08/2026
ER TÚ YVUR 67 ÁR / PENSIONIST, OG KUNDI HUGSA TÆR AT KOMI Í FORM?
Hevur tú hug at venja saman við øðrum, í sama aldri?
35 á hvørjum liði
Byrjað verður 13. august
Skeiðið varir í 9½ viku
Venjing 2 ferðir 45 minuttir um vikuna. mánadag og hósdag 9,45 – 10,30.
Kostnaðurin er kr. 1.300 fyri alt skeiðið.
Venjingin fer fram í Havnar Róðrarfelag, har vant verður á rógvimaskinu.
Rógvimaskinan er ein sera skynsamur og effektivur venjingarháttur, sum styrkir bæði hjarta, lungu og vøddar – og kann tillagast hvørjum einstøkum. Tvs einki krav um royndir ella ávíst støði.
Hevur tú spurningar, ella ynskir tú at melda teg til, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg. Viðmerk her, send mær PB ella send meyl á [email protected]
Góð heilsa er ikki ein sjálvfylgja – ger nakað við hana í dag.