10/07/2026
⚽️ Dagur 5 – síðsti dagur á ProCamp ⚽️
Ein fantastisk ProCamp-vika er komin at enda 💙
Vit hava spælt fótbólt, lært nógv nýtt, flent, fingið nýggjar vinir og skapt nógv góð minnir saman. Í dag vóru beinini kanska eitt sindur troytt, men lagið og spæligleðin var framvegis klassi 😄
Túsund takk til øll børnini fyri ein sera góðan hugburð og nógva orku alla vikuna. Eisini ein stór tøkk til venjarar og øll hjálparfólk, sum hava verið við til at gera vikuna so góða.
Her eru nakrar løtumyndir frá fimta og síðsta degnum 📸
Takk fyri í ár – vit síggjast aftur! ⚽️🙌